Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 168 - 4. september 2004 Nr. 168 - 4. september 2004 45 HEILSANIR Høgni, ja nú hevur tú so aftur føðingardag. Eg vil líka ynskja tær tillukku við degnum og gleði meg at síggja teg aftur á lærinum í b.b. á Nólsoyingi næsta ár. Ja og tillukku við gullinum í Týsklandi. Heilsan ein sum var við Góða elskaða Tanja Natasja Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum í dag. Mamma elskar teg. Ynskir mamma Góða fitta Tanja Natasja Hjartaliga tillukku við degnum í dag. Mostir og Gert eru so góð við teg. Ynskja mostir og Gert Ja, gott at tú vann við Havnarbátinum í Týsklandi, tí nú verður tú noyddur at rógva eitt ár við Nólsoyingi afturat, tí at vinna tín síðsta róður við Havnarbátinum, kanst tú ikki hava hangandi á tær. Tillukku við degnum Ja, eg veit, at tú hevur ringa samvitsku. Tú hevur júst vunnið við Havnarbátin- um í Slesvig, tillukku við degnum Heilsan hin lastamaðurin á Pelagos Góða fitta Tanja Natasja Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum í dag. Her høvdu vit tað stuttligt. Frá mammubeiggja René Góða Sóleyð Hjartaliga tillukku við tí runda degnum. Gleða okkum til leygardagin. Vit øll Góði Sólvit Tillukku við 19 ára degnum. á Gud tú ert fittur á hesi myndini. Eg eri ordiliga góð við teg. Alt tað besta. Heilsan momsan Góða Sólja fastir Hjartaliga tillukku við 11 ára føðingardegnum 30. aug. Ynskir Sunnvá C M Y K 45 44 Ójavnt er býtt TÍÐINDASKRIV Fiskimálaráðið Tá ið fiskiskapurin eftir rækjum í NAFO øki 3L varð tikin uppaftur í 1999, varð samlaða kvotan, sum tá var 6000 tons býtt soleiðis, at Kanada fekk 5000 tons, meðan hini limalondini í NAFO fingu 1000 tons. Seinni er kvot- an í 3L hækkað, soleiðis at hon ídag er 13000 tons, harav 2.167 tons sambært avgerð frá 1999 verða býtt javnt millum lima- londini, tó ikki Kanada. Hetta gevur Danmark vegna Føroyar og Grøn- land eina kvotu á 144 tons. Avgerðini um at býta javnt millum limalondini hevur Danmark vegna Føroyar og Grønland áhaldandi mótmælt. Føroyska sjónarmiðið er, at tá kvotan verður býtt eigur at verða lagt upp fyri, at Føroyar søguliga hava fiskað í NAFO øki 3L, umframt at vit ár um ár hava gjørt vísindaligar kanningar á leiðini. Tað eru serliga hesar kann- ingarnar, sum hava prógv- að, at vinnuligur fiski- skapur eftir rækjum er møguligur í NAFO øki 3L. Fyrr í summar boðaði danska uttanríkiráðið í samráð við føroyskar og danskar myndugleikar NAFO skrivstovuni frá, at Danmark vegna Føroyar og Grønland fór at gera nýtslu av rættinum í NAFO viðtøkunum um at áseta sær egna kvotu. Kvotan varð sett til 1344 tons og er neyvt roknað eftir einum framman- undan ásettum metingar- støði, har søguligur fiski- skapur, vísindaligar kanningar v.m. eru vekt- aði. Kanada mótmælti danska átakinum og heitti á føroyskar og grøn- lendskar myndugleikar um at steðga fiskiskapin- um í NAFO øki 3L. Sam- bært kanadiskum fjøl- miðlum er samveldis- stjórnin í Ottawa undir stórum trýsti frá vinnuni og landspartastjórnini í New Foundlandi í hesum málinum. Á fundi í Keypmanna- havn 24. august 2004 og í eftirfylgjandi brævaskifti eru Kanada og Danmark vegna Føroyar og Grøn- land komin ásamt um, at føroyski fiskiskapurin í NAFO øki 3L steðgaði á miðnátt 31. august. Aftur- fyri hevur Kanada lovað at stuðla kravinum um, at føroyski parturin av samlaðu kvotuni eigur at gerast størri. Hesin spurningurin verður viðgjørdur á NAFO fundinum, sum byrjar í Dartmouth 13. september 2004. Í kanadiskum fjølmiðl- um hevur málið verið út- lagt soleiðis, at Danmark gav eftir fyri trýsti úr Kanada. Landsstýrismað- urin í fiskivinnumálum hevur avgjørt at senda út tíðindaskriv til fjølmiðlar í Kanada fyri at gera greitt, at fiskiskapurin í 3L er steðgaður fyribils, meðan bíðað verður eftir einum úrsliti á komandi NAFO fundinum. NAFO øki 3L verður stongt fyri fiskiskapi í tíðarskeiðnum frá 15. sep- tember til 30. november. Um komandi NAFO fundurin ikki kemur til eitt fyri Føroyar nøktandi úrslit, fara føroysku skip- ini eftir ætlan at fiska seinasta partin av 3L kvotuni í december mánaði.