Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 18 Kennir út Hardu? Hon er bloggari og skrivar um húð­røkt og smyrsl. Hon hevur fleiri túsund fjepparar á facebook. Harda er nú fastur ummælari á HON. Hesu ferð ummælir hon vørur frá Duty-free handlinum á flogvøllinum Hendan perfuman hevur ein tungan blomstrutan lukt. Heilt sikkurt ein kvøldperfuma eftir mínum smaki. Eg eri sjálv meira til frískar blomsturkendar perfumir, men soleiðis eru vit so ymisk, og til tey, ið dáma sofistikerað luktilsi, er hetta avgjørt eitt hitt. Eg havi roynt perfumuna á nakrar ferðir, og havi lagt merki til, at hon heldur í næstan ein heilan dag. Tað er gott.. Um man dámar luktin ;-) 3 út av 5 stjørnum herfrá Eg elski alt, sum lovar mær flotta húð, serliga tá tað snýr seg um eyguni. Hendan eygnamaskan frá Estee Lauder er sera væl umtókt á alnótini, og nú eisini av mær  Eg havi brúkt hana 2 ferðir um vikuna í eina tíð, og haldi seriøst at húðin rundan um eyguni er blivin meira jøvn, klár og sær meira fuktað út. Hon er tó ikki heilt pínufrí - men man må lide for skønheden. Og hendan gevur úrslit! ;-) 5 út av 5 stjørnum frá mær Eg havi hugt eftir hesum reinsinum, síðan tað kom út, so tit kunnu ætla eg bleiv glað tá eg sá tað í pakkanum, sum eg fekk sendandi frá Duty-Free! Eitt reinsigelé. ið smeltar á húðini, tá tú smyrt tað út, sum síðan útviklar seg til eina ólju og hereftir til eina reinsimjólk. Fjernar ALT makeup - og húðin følist mjúk, frísk og rein aftaná. Tað, at alt vesið luktar lekkurt av sitrusfruktum aftaná, ger tað ikki verri. Eitt reinsiprodukt, ið eg avgjørt komi at keypa mær aftur!. Handkremið frá L´Occitane skal liggja í hvørjari tasku, hvørjum baðirúmið, hvørjum náttborði, hvørjum skriviborði. Eitt av teimum lekkrastu handkreminum, ið finnast. Eg havi tømt óteljandi tubir av hesum handkremi millum ár og dag. Tað er prísvinarligt, sera vætugevandi, og treingjur skjótt inn í hendurnar so tú kanst fortseta vid tínum gerandisdegi uttan feittutar hendur. Hettar fantastiska handkrem verður selt hvørt 3 sekund runt í verðini! 5 út av 5 stjørnum, einki at ivast í! Tad lekkrasta við hesum kreminum er konsistensurin. Tað følist sum pískað krem – sera luftigt og mjúkt. Sjálvt um tað er so lætt, so merki eg ikki, at mín húð manglar fukt eftir at eg havi brúkt tað. Tað hevur eisini sama lukt sum krops skrubbi, ein mildan lukt, sum man ikki fær nokk av 4 út av 5 stjørnum Hendan neglaoljan er akkurát nakað fyri ein person sum meg. Mær dámar væl at brúka neglalakk, og skifta farvu fleiri ferðir um vikuna. Hettar fer illa við mínum neglum og serliga sæst tað á neglabondunum. Oljan er deiliga løtt at fordeila á neglabondini, tí hon kemur úr einum pensli. So einki vid at man hevur olju á øllum fingrunum tá man er liðugur. Hendan hoyrur heima í hvørjari tasku, saman vid hondkreminum. Tad einasta negativa við henni, er lukturin. 4 út av 5 stjørnum Um tú ert sum eg, og elskar kremir og onnur vakurleikaproduktir, so fert tú at elska hettar! Eitt skrubb vid fínum kornum, ið ger at tú saktans kanst brúka tad hvønn dag.  Húðin følist mjúk og vælrøktað eftir brúk. Serliga lukturin av hesum tiltrekkir meg, uppá onkran máta minnir hann meg um at vera sunnanfyri. Sól, summar og feria. Ein mildur, lekkur SPA luktur - bara heima í mínum egna vesi á Nørrebrúgv, haha ;-). 4 út av 5 stjørnum Hettar kremið er sera lekkurt til húð, ið er heldur turr og farin yvir 25-árs aldur. Kremið gevur nógva vætu til húðina, so húðin sær frísk og sunn út. Tað besta við hesum kreminum er, at tað treingjur skjótt inn í húðina, so tað ger tað lætt at brúka foundation útyvir. Hetta kremið er ein gamal favorittur hjá mær, so eisini her má eg geva 5 út av 5 stjørnum. NARCISO EAU DE TOILETTE ESTEE LAUDER STRESS RELIEF EYE MASK OLE HENRIKSEN PURE TRUTH MELTING CLEANSER L´OCCITANE SHEA BUTTER HAND CREME OLE HENRIKSEN TRUTH REVEALED SUPER CREME SPF 15 L´OCCITANE NAIL & CUTICLE NOURISHING OIL RITUALS TAO WAI WANG MILD EXFOLIATING BODY SCRUB         Hendan maskara er ein oldie but goldie ;-)  Helena Rubeinstein er kend fyri sínar effektivu maskara, og her er einki undantak. Tann stóra bustin ger tad nemt og skjótt at smyrja maskara á, og heldur ALLAN dagin. Eg havi brúkt hesa maskaruna í nakrar vikur, og hitin hevur ligid um 25 gardir her í Keypmannahavn. Tað hevur verið ringt at fingið smyrslið til at sita uppá pláss, men maskara hevur ikki flutt seg!  4 út av 5 herfrá – tann síðsta stjørnan reyk av tí høga prísinum ;-)  HELENA RUBENSTEIN LASH QUEEN   RITUALS TAO MEI DAO NOURISHING BODY CREAM  Hendan síðan er fíggjað av Duty-free Harda ummælir