týsdagur 14. juni 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2016
24
VIT Á REDAKSJÓNINI ELSKA ALT, SUM ER RÁTT
OG HOYRUR HEIMA Á EINUM BYGGIMARKNAÐ
Birgith Lassen
Tí hava vit verið ein túr í timbur
handlinum og fingið okkum fatur á
einum rioneti: Eitt net, ið vanliga verður
nýtt at stoypa gólv og veggir við.
Men rinnet kann brúkast til alt møguligt
annað. Seinastu árini hava nettupp rionet
verið nógv at sæð á Instagram, Pinterest og
á bloggum. Summi brúka tað til at hanga
plantur og krúddurtir á. Onnur brúka tað
sum ein partur av klædnaskápinum, og
handa hattar, ur, beltir og skógvar á. Vit
hava valt at gera eina uppslagstalvu. Á
talvuna hava vit hongt smáar klemmur sum
fáast fyri 9,- í Gamla Bókhandli. Hesi kunnu
brúkast at handa kalendarar, innbjóðingar
og TO-DO listar á.
Soleiðis gert tú:
● Máta, hvussu høg og breið tín talva skal vera
● Keyp rionet í røttu stødd í XL-Byg Torshavn
(uml. 150,-)
● Skrúva tvær skrúvur í veggin og hong netið
upp við einari skrúvu í hvørjum ovara horni
● Um tú vilt, kanst tú sproytimála netið í t.d.
silvur ella hvítum
● Pynta tína nýggja uppslagstalvu
DIY Uppslagstalva
Uppslagstalvan er gjørd við inspiratión úr
eini nýggjari DO IT YOURSELF bók. Bókin
fæst til keyps í H.N.J. Bókhandli fyri 289,-