Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 DIY: Í samstarv við Balslev, Dugna og Mariu Poulsen hevur Kvinnublaðið HON givið einum gomlum teakborði nýtt lív Í eini bingju uppi á Hjalla standa borð, stólar og skáp í hópatali. Hetta eru leivdir frá brennistøðini – altso alt tað innbúgvið, sum fólk hava skilt seg av við, men sum starvsfólkini á Hjalla hava mett eru ov góð til at brenna. Gomul borð, sum uttan orð, siga frá søgum um vinfólk sum komu saman um eitt gott, gamaldags kortspæl. Og gamlir stólar sum við sínum skøvum og sliti siga frá enn fleiri søgum. Vit liva í einum samfelag, sum aldrin hevur broytt seg skjótari. Og vit ávirkast sjálvandi av tí. Innbúgv og klæði verða skift út fleiri ferðir um árið, og sjáldsamt er at eiga sama borðið í áravís. Men í hesum skjóttgangandi samfelag vísir seg eitt áhugavert rák: Meir og meir innrætta vit heim okkara við endurnýttum innbúgvi. Okkum dámar væl at eiga onkur ting, sum siga frá søgum frá eini aðrari tíð. Samstundis dámar okkum væl at seta okkara egna vørumerki á okkara innbúgv, og DIY er populert sum ongantíð fyrr. Kvinnublaðið HON hevur verið ein túr í bingjuni uppi á Hjalla. Har funnu vit eitt vakurt gamalt teak borð, sum óivað stavar frá 50’unum. Beinini á borðinum eru slitin upp á tann góða mátan, men borðplátan sjálv er slitin upp á tann ringa mátan. Borðið lótu vit í hendurnar á dugnaligu snikkarunum uppi á Hjalla og málingina keyptu vit frá Balslev. Í Balslev viðmæltu tey okkum at velja litin Aloe Vera, tí hann hóskar væl til teak træið. Hjá Mariu Poulsen Búnýti valdu vit ymsar lutir at pynta borðið við, og her gjørdust vit vísar í, at liturin hjá Balslev var tann rætti: Handilin hjá Mariu Poulsen var á tremum í lekrum tingum í sama liti. Tað forfjónaða borðið, sum vit funnu í eini kaldari bingju uppi á Hjalla, hevur nú fingið nýtt lív. Tað sigur nú frá søgum frá aðrari tíð, samstundis sum tað sigur eina søgu um okkum og um okkara tíð. GEV TÍNUM GAMLA SOSIALURIN JUNI 2016 TINGINI Á MYNDINI FÁAST HJÁ MARIU POULSEN BITZ KRÚSS 30 CL GRØNT 49,95 BITZ SKYRSKÁL GRØN 69,95 BITZ GAFFIL MESSING 59,95 BITZ KNÍVUR MESSING 59,95 BITZ SPÍSISKEIÐ MESSING 59,95 BJØRN WIINBLAD ALDA SKÁL 349,95 FERM NEU TALLERKUR STÓRUR 249,95 FERM NEU TALLERKUR LÍTIL 199,95 FERM NEU SKÁL LÍTIL 149,95 FERM NEU KANNA STÓR 399,95 FERM NEU KANNA LÍTIL 149,95 FERM PÚTA 45X45 GRØN 699,95 FERM PÚTA STØV BLÁ 399,95 FERM SEKSKANTAÐUR POTTUR 299,95 FERM LIVING TEPPI 799,95 FINSDÓTTIR PIPANELLA LINES GRØN 349,95 IB PÚTA 50X50 GRÁ 349,95 IB BUNDIÐ TEPPI GRÁTT 1499,95 KÄHLER UNICO VASI MOSGRØNUR 349,95 SPEEDTSBERG STRÁKURV MIÐAL 269,95 SPEEDTSBERG STRÁKURV LÍTIL 149,95 Hesar síður eru fíggjaðar av Balslev, Dugna og Mariu Poulsen