Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2016 30 Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum: HON.FO FYLGJARAR: 348 HON er sjálvandi eisini á Instagram, og vit eru nokkso raskar at leggja myndir út. Á okkara síðu kanst tú millum annað fylgja við, hvussu tað gongur við okkara eplaveltu, og vit hava eisini fleiri kappingar, tit kunnu luttaka í. Men mest av øllum brúka vit okkara Instagram til at gera okkara skrivna tilfar livandi – og vit vilja altíð hava fleiri fylgjarar. So kom og fylg – vit fylgja aftur! ;-) PLANTBASEDGUDRUN FYLGJARAR: 7369 Plantbasedgudrun er ein ung dama úr Suðuroynni, sum bloggar um veganismu. Hon viðgerð spurningar sum “ber tað til at vera veganari í Føroyum?” og so leggur hon so fantastiska lekrar matmyndir út á Instagram. Munnurin hjá okkum svimur yvir. Álvara – tjekkið Guðrun út. Hon er inspiratión til eitt sunnari lív við meir tilvitaðum avgerðum í gerandisdegnum. Instagram – tal­gildur heimur í myndum ERLAZISKASEN FYLGJARAR: 3370 Erla tekur fantastiskar myndir í føroysku náttúruni og frámerkir tær við hashtaggum sum #liveauthentic og #wildsights. Tá tú skrollar oman eftir vanganum hjá Erlu, fært tú hug at pakka taskuna og renna niðan í hagan at ja.. Liva autentiskt :-)