Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 17. juni 2016 Súrsokkapolitikkur gagnar ikki málinum at náa føroyskum fullveldi Summir politikarar hava so ovurstóra trongd til at gera burtur úr sær sjálvum – ofta upp á tann keðiliga mátan. Seinastu dagarnar hevur løg­tings­for­mað­ ur­in av øllum verið miðdepil í einum slíkum glantri­leiki. Hann hevur gjørt kunnugt, at hann vil ikki til borðs har, sum hennara há­ tign, drotningin, ella umboðsamaður henn­ ara í Føroyum, Ríkisumboðið, eru vertir. Hann møtir fegin upp, tá føroyingar bjóða honum ein betri bita – men ikki tá dan­ir bjóða. – Tað stríðir móti míni politisku sann­før­ ing, sigur hann. Tað er í fínasta lagi, at politkarar og fólk annars ikki bríggja seg um bringuprýði sum ridd­ara­krossar. Tað umboðar eitt gam­alt vald, eitt ó­dem­o­krat­iskt vald, eitt ú­rvals­ sam­felag, har summi fólk eru fødd til eitt embæti – og kjósa sær fólk at bringuprýða – fyri soleiðis at fáa rygg­klapp­arar. Hinvegin er drotningin umboð fyri hægsta valdið í Danmark. Júst sum ís­ lendski forsetin er umboð fyri hægsta vald í Ís­landi. Tað er eitt faktum, sum vit ikki fáa gjørt nakað við, og sum løgtingsformaðurin í øll­um førum ikki fær gjørt nakað við. Tá tað so týðiliga sæst, at tað eru nat­i­on­ al­ist­isk­ar orsøkir til hetta boykott, tá verður tað so óvirðiligt og so ómansligt. Vit kenna juhu-rópararnar, sum halda uppá, at »danin er fanin«. Tað er fátvitskut nationalisma, sum talar til tað innara ónda í okkum. Men nú tað er løgtinsformaðurin, sum gongur á odda, so tykist tað serliga fávitskut og óvirðiligt. Tá Tjóðveldi fyri 16 árum síðani stríddist fyri fullveldi, gjørdi flokkurin púra greitt, at drotningin skuldi varðveitast. Hó­ast Føroya skuldu slíta frá Danmark. So flokkurin er ikki so anti-royalur, sum onkur letst. Tjóðveldi er gingið meira stillisliga við hurðunum viðvíkjandi loysing og fullveldi seinastu árini. Flokkurin sær helst, at størri dygd er í at føra praktiskan politikk saman við øðrum flokkum. Tað sum løgtingsformaður sýnir við fram­ferð síni yvir fyri drotningini styrk­ir ikki um álitið á fullveldi. Súrsokka-pol­i­ tikk­ur­in styrkir ikki Tjóðveldi – men vísir, at flokkurin hev­ur álv­ar­sam­ar veik­leik­ar djúpt inn í sær sjálvum, sum væl kann køva fremsta politiska mál floksins. Í gjár vóru liðin 30 ár síðani Erlendur Patursson, formaður Tjóðveldisfloksins, doyði Erlendur Paturssin var 72 ár, tá hann doyði – og hóast heilsuni bilaði, so komu deyðsboðini brádliga. Erlendur varð føddur í Kirkju­bø 20. august í 1913. Hann var sonur Jóannes Bónda Pat­urs­son og Guðny. Hann fór ung­ur til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Í 1942 tók hann cand. polit prógv í Keypmannahavn. Erlendur Patursson varð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi í 1954. Hann fall fyri Demmusi Hentze úr Fólkaflokkinum í 1966. Í 1970 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi við metnógvum – 780 – persónligum atkvøðum. Hann var tingmaður, tá hann doyði í 1986. At gera seg upp við fjákalótum 30 ár síðani Erlendur doyði afturhvarv Boykottið hjá tingformanninum Les eisini blaðið á telefonini Íslendska fyrimyndin Høgni Reistrup Tíðargrein síða 24-25 Skjótt áraleysur í bølaniðu Høgni Djurhuus Umafturafturum Síða 40 Hennara hátign Margreta drotning um atburðin hjá Páll á Reynatúgvu »Altså, det er et frit samfund. Han må jo gøre, hvad han vil...« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri fdsdfsdingin Visti tú? At hetta var 14. vitj­ an­in hjá Margretu drotn­ing í Føroyum Fótbóltur og hennara hátign hava sett sín serliga dám á land okkara seianstu dagarnar. Soleiðis ímyndar keiputeknarin Napoleon Smith sær tilveruna hjá onkrum.