Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB At tapa móti håbæ er tað ringasta eg veit. Stutt og greitt so vóru havnamennirnir ikki líka ringir sum vit. Der skal helt andre boller i suppen, um vit skulu yvirliv. KRISTIAN JOENSEN KÍ Tit øll ið hava ynskt tillukku við FM… Takk SÆBJØRN LEITI ÍF 2-2 tað var nokk ikki tað vit atlaðu, men 1 stig tað er betri enn einki, vit mugu taka okkum saman um vit skuli hava 3 stig næsta dyst Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB - LISSI MOURITSEN B36 Komin heim eftir dystin B36-KÍ ! OG Guð hann náði tú meg um ikki KÍ fjepparar gangan her í havnar gøtum og trumma víðari ... Enntá á trappuni hjá Heðin !!! Fari hoym aftur við tykkum ! Eg elski Hvítt og Svart ! JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Hetta var prikkurin yvir i'inum. Vit áttu kappróðurin og vit áttu fótbóltin. Eystanstevnan er fullkomin! Vit feira sum á Ólavsøku! Hvør er Víkingur? Ikki veit eg. Teir møttu so ikki upp til handanina.. Sportsligir sum altið.. FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er KÍ, og so eru tað øll hini. Soleiðis tók B36 venjarin til eftir næstsíðsta umfar, tá ið tað vóru fýra stig frá KÍ og aftur til Víking og seks stig frá KÍ og aftur til B36. Nú eru tað níggju stig frá B36 og fram til KÍ, og tað eru sjey stig frá Víkingi og fram til klaksvíkingar. Tí er tað nú í uppaftur størri mun KÍ og so øll hini. At toppliðið eftir fimtan um­før er sjey stig undan næsta avbjóð­aran­um er rár hending, men soleiðis var tað eisini fyri tveimum árum síðani. Tá hevði B36 37 stig eftir fimtan umfør, og tá hevði HB 30 stig eftir fimtan um­før. Tá ið kappingin var av, var B36 meistari við 61 stigum, og HB var næst­best við 60 stigum. Harvið lærir søgan bæði KÍ og øll hini, at tað fram­ vegis er nógv eftir at spæla um. Men tað ber ikki til at siga annað, enn at tað sær ógvuliga ljóst út hjá teimum í bláu og hvítu leguni, sum av álvara lukta málm av besta slag! Víkingur kolapsaði Tað er rár hending, at NSÍ vinnur á heimavølli ímóti NSÍ, og tað er rár hending, at NSÍ megnar at vinna stig ímóti ovastu liðunum. Soleiðis hevur aftur og aftur verið tikið til, og eftir fyrra hálvleik í stevnudystinum leygarkvøldið var tað einki, sum bendi á, at tað ikki eisini hesaferð fór at verða soleiðis. Víkingarnir trumlaðu heima­liðið, og Hans Pauli Samuelsen var væl upp­ lagdur. Hann skoraði tvey mál og kundi havt punkterað stevnuhýrin, men hann misnýtti brotsspark, sum Símun Rógvi Hansen so meistarliga bjargaði. So var tað, at NSÍ regulert legði Víking upp á lærið. Stóru menninir í sjovinum, sum tað var, tá ið NSÍ eftir lítlum hálvum tíma skoraði fýra mál og harvið vann 4-2, vóru sum so mangan topp­ skjúttin Klæmint A. Olsen og uppleggjarin yvir allar aðrar – Árni Frederiksberg. Kanska vóru víkingarnir moyrari eftir steypa­dystin miku­kvøldið, enn heima­ menninir vóru tað. Bárður J. Hansen og Sølvi Vatnhamar noyddust skaddir av vøllin­ um, tá ið ein tími var farin. Tað megnaði Víkingur ikki at bera. Árni og Klæmint hildu fult og heilt í taktstokkinum, og talan var um eyðmýking, tá ið teir í 23 minuttir skoraðu fýra ferðir ímóti Víkinga verjuni, sum undanfarnu fjúrtan ferðirnar hevði latið sekstan mál fara ígjøgnum. Tað endaði við at verða stressað Sjey tær undanfarnu ferðir­ nar var samantalda HB úr­ tøkan tvey stig. Í gjár var tað stórur lætti, tá ið tað eydnaðist at fara heim um aftur nýggju brúnna við fullari úrtøku. Einsamalla málið skoraði Rókur Jespersen, tá ið ein tími var farin. Fram ímóti dystarenda gekk alt meiri fyri seg frammanfyri HB málið, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar: – Hugburðurin var betri, enn hann var á Skála fyri einari viku síðani. Vit arbeiddu væl í verjuni, men vit megna ov lítið samanspæl fram eftir vøllinum. Tað endar ov ofta við longum sending­um, sum tað ikki spyrst nakað burtur­úr. Handa partin av spælinum mugu vit verða betri til, sigur Dion Splidt, sum er aftur á Argjum, har setningurin er at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna: – Hóast tað nú eru fimm stig fram til næstu liðini, so hava vit ikki mist mótið. Vit hava áður vunnið fleiri enn so stig innaftur seinna partin av kappingini, og hetta fara vit at megna, men tað er neyðugt, at vit verða betri í framrættaða partinum, sigur Dion Splidt. Rókur Jespersen var einasti málskjúttin á Argjum í gjár. Hann setti bóltin í netið úr tíggju metrum, eftir at Tróndur Jensen hevði lagt út frá baklinjuni í vinstru: – Hetta var ein stórur lætti. Vit hava alla tíðina roknað við, at tað fór at gleppa. Ofta hevur tað koppað ímóti okkum, men ímóti AB var yvirvágin stór. Vit spældu væl í løtum, og vit høvdu fleiri góðar málmøguleikar. At enda varð tað nakað stressað, tí teir spentu álopsbogan, men tað hevði verið órímuligt, um vit ikki høvdu vunnið øll stigini ídag, sigur Rókur Jespersen. Eitt stig nærri bjargingini Sigfríður Clementsen er fram­vegis ósigraður sum TB venjari. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í Fugla­firði vísti talvan 2-2. TB spælararnir fegnaðust um javn­leikin, meðan tað var týðuligt, at heimamenninir vóru vónbrotnir um, at teir í evstu løtu mistu sigurin. – Vit spældu væl í løtum, og vit høvdu fleiri góðar málmøguleikar. Tí eru vit vónbrotnir. Síðstu løtuna var tað rótut hjá okkum. NSÍ bjóðar av aftur í heiðursmerkjakappingini, og í botninum siga argjamenn seg hava gott mót, hóast teir taptu grannauppgerðina EFFO-DEILDIN VÍKINGARNIR LAGDIR UPP Á LÆRIÐ