mánadagur 20. juni 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 20. JUNI 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Helgi fekk riddara
krossin frá drotningin
Hallur av Rana
M
ikudagurin 15. juni 2016 er ein dagur, ið fer at liva leingi í
minninum hjá 69 ára gamla Helga Fossádal. Í góðveðrinum
hendan dagin fór hann sjálvur annar umborð á danska
kongaskipið Dannebrog, har hennara hátign Margreta, drotning,
festi riddarakrossin á bringuna hjá honum. Saman við Jenisi av
Rana, løgtingslimi, vóru teir teir einastu, ið fingu heiðursmerkið
frá drotningini á hennara vitjan hesaferð.
– Eg eri sera glaður fyri hendan heiðurin, ið er mær vístur, sigur
Helgi Fossádal, tá Vikublaðið fekk orðið á hann nakrar dagar eftir
handanina.
Uppringdur av ríkisumboðnum
Vikurnar upp til vitjanina hjá drotningini var Helgi Fossádal
upptikin við at fyrireika framsýningina í Reinsarínum um
kongsvitjanir í Føroyum. So tað var als ikki í huganum hjá Helga
Fossádal, at hann var upp á tal at fáa riddarakross hesaferð.
Boðini um, at hann var innstillaður til riddarakrossin fekk hann
fjúrtan dagar áðrenn drotningin kom til Føroyar.
– Tað var Dan M. Knudsen, ríkisumboð, ið ringdi til mín við
boðunum um, at eg var innstillaður til at fáa riddarakrossin. Tað
kom sum ein skelkur, tí tað var eg slett ikki klárur uppá. Eg mátti
tí biðja um umhugsunartíð, men ringdi so longu aftur dagin eftir
og takkaði ja, greiðir Helgi Fossádal frá.
Stórsligið at koma umborð
Mikudagin í síðstu viku varð so dagurin, tá Helgi Fossádal skuldi
møta á Bursatanga, har kongaskipið Dannebrog lá við kai. Hóast
hann áður hevur møtt drotningini fleiri ferðir, so var talan um eina
heilt serliga uppliving hesaferð.
– Sum stjóri í Listaskálanum havi eg møtt drotningini
fleiri ferðir, og á hesi vitjanini hevði eg eisini greitt henni frá
framsýningini í Reinsarínum, tá hon vitjaði har. So eg var róligur,
tá eg fór umborð, men tað var stórsligið at koma umborð á
Dannebrog.
Komin umborð varð Helgi Fossádal vístur inn í eina kahútt, har
drotningin stóð við heiðurstekninum.
– Hon tók tað úr eini eskju, og hefti tað á vavið á jakkanum,
og segði nøkur orð, lýsir Helgi Fossádal løtuna, tá hann fekk fest
Riddarakrossin á bringuna fyrstu ferð.
Bankamaðurin sum gjørdist listamaður
Flestu føroyingar munnu kennast við navnið Helgi Fossádal frá
tíðini, tá hann var stjóri í Listasavni Føroyar, og sjálvur sigur Helgi
Fossádal, at tað er fyri hansara íkast innan føroyska list, at hann
nú hevur fingið heiðursteknið frá drotningini.
Áhugin fyri list byrjaði longu á ungum aldri og keypti Helgi
Fossádal sítt fyrsta listaverk sum sekstan ára gamal.
– Tá hevði eg longu sjálvur málað og teknað í nøkur ár, men
gavst nokk so tíðliga. Men eg kom kortini í samband við nógv
listafólk, tá eg byrjaði at eta í Madam Ellingsgaard. Har komu
nógv av okkara kendu listafólkum, og kom eg reiðiliga inn í tað
umhvørvið tá, greiðir Helgi Fossádal frá.
Seinni gjørdist hann so nevndar-limur í ymiskum listafeløgum,
og tók í 1978 við nevndarsessinum í Listafelag Føroya, tá William
Heinesen legði frá sær.
– Har var eg við til at gera viðtøkurnar fyri Listasavn Føroya, tá
Listafelag Føroya og Føroya Listasavn løgdu saman og gjørdust til
Listasavn Føroya í 1989. Eg sat síðan sum nevndarlimur í nýggja
felagnum til 2003, tá eg tók við stjórasessinum, ið eg røkti fram
til 2011, sigur Helgi Fossádal.
hallur@sosialurin.fo
– Tað kom sum ein skelkur, tí tað var eg slett ikki klárur uppá. Eg mátti tí biðja um umhugsunartíð,
men ringdi so longu aftur dagin eftir og takkaði ja, greiðir Helgi Fossádal, fyrrverandi stjóri í
Listasavninum, frá, um løtuna tá hann fekk at vita, at hann varð innstillaður til riddarakross
Í góðveðrinum mikudagin festi hennara hátign Margreta
drotning riddarakrossin á bringuna hjá Helga Fossádal
Keypssamtøkan í Vágum
FK í Vágum sóknast eftir
Handils lærlingi
til deildina í Miðvági
at byrja 11. juli ella eftir nærri avtalu
Krøv um útbúgving
· FHS - 3 ára lærutíð
· HH - 2 ára lærutíð
· Student ella HF - 2 ár og 18 vikur
Vit bjóða einum drongi ella einari
gentu, við dirvi og áræði, eina útbúgving
undir skipaðum viðurskiftum, í einum
handli, sum lív er í
Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna.
Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á
skeið í Danmark
Okkara krøv: Tú skalt vera fyrikom andi,
kundavinarlig/ur, røkin, hevur góð sam-
starvsevni
Løn: Sambært S&K sáttmálanum
Aðrir upplýsingar fáast við at ringja til
660061 ella 221130 og spyrja eftir Álvi
Samuelsen
Umsókn: Skrivlig umsókn, merkt
Lærlingur, skal í seinasta lagi 2. juli
2016, saman við próvtøkuskjali
send ast til
FK Vágar
FO 370 Miðvági
Att.: Álvur Samuelsen
Tel 66 00 61 - 22 11 30
ella sum teldupostur til: as@fk.fo