mánadagur 20. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 20. JUNI 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
– Burtur úr sagaðum basaltplátum er hvør einstakur steinur neyvt tilevnaður eftir
tekningum og mátum. Beinu linjurnar eru skornar við sag, men annars er alt tilevnað og
høgt við hond - við hamara og meitli, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen
Vilmund Jacobsen
S
nøgga, flotta og væl úr hondum
greidda bygningsverkið, sum
uppihaldstrappan í Vágsbotni er,
hevur verið nógv í fokus, síðan trapp
an fyri eini tíð síðan varð alment tikin
í nýtslu.
Í góðveðrinum, sum verið hevur
seinastu vikurnar, hevur nógv fólk um
dagarnar verið at sæð á trappuni, og
her hevur onkra løtu eisini sangur og
tónleikur ljóma.
Fyrsta brúðarvígslan hevur verið
her, og tá Ísland leikti sín fyrsta EM-
dyst móti Portugál seinasta mána
kvøld, var hópur av fólki á trappuni
og sóu dystin á stórskíggja.
Øll eru glað fyri uppihaldstrappuna,
sum tekur seg væl út í hugnaliga um
hvørvinum, ið er knýtt at Vágsbotni.
Ella sagt við øðrum orðum; trappan
er líka sum eitt bindilið millum Vaglið
og Vágsbotn í høvuðsstaðnum.
Umleið 1000 steinar
Uppihaldstrappan er eitt av størstu
bygningsverkum úr føroyskum basalti
nakrantíð.
Umleið 400 tons av liðugt til
evnaðum gróti eru brúkt, og skorið
og tilevnað er burtur úr umleið 900
tonsum av ráum basalti.
Vikublaðið hevur spurt teir, sum
eiga og reka Føroya Grótvirki í Skopun,
brøðurnar, Høgna og Heina Tausen,
um onkrar smálutir í hesi stóru verk
ætlan.
– Tað eru umleið 1.000 steinar í
trappuni. Allir eru skornir og tilevnaðir
eftir tekningum, og eingin steinur
heilt eins. Størsti einstaki steinurin í
sjálvari trappuni vigar umleið 3.500
kilo, siga teir.
Svart krút til spreinging
Men, hvussu hevur hetta arbeiði í
Skopun so í veruleikanum gingið fyri
seg?
– Fyrst hevur verið borað og
sprongt í grótbrotinum í Høvdarhaga
í Skopun. Hetta er eitt grótbrot, sum
Føroya Grótvirki leigar frá Búnaðar
stovuni. Fyrstu tíðina boraðu vit sjálvir
og fingu hjálp til sjálva spreingingina,
men seinni hevur Articon so gjørt
hetta arbeiðið fyri okkum.
Høgni og Heini Tausen siga, at fyri
at fáa so stórar steinar sum gjørligt,
hevur svart krút verið brúkt í spreingi
arbeiðnum.
– Svart krút gevur eina »bleytari«
spreinging. Kunsturin við tílíkum ar
beiði er at fáa so stórar steinar sum
møguligt – og samstundis at fáa so
fáar rivur sum møguligt.
Steinur á 250 tons
Brøðurnir vísa á, at ein rímiliga stórur
steinur vigar umleið 250 tons.
– Hesin verður síðan sprongdur
sundur til steinar, ið hóskandi viga
eini 20-28 tons hvør. Krani ella krana
bilur hevur verið leigaður suður til at
lyfta steinarnar á bilar, og her hava vit
oftast brúkt stóra kranan hjá Skipa
smiðjuni MEST ella tann hjá Løvu
betong.
Høgni og Heini Tausen siga, at
hesir steinar eru skornir til 15 senti
metra tjúkkar »plátur« á eini 3-4 tons
hvør.
– Burtur úr hesum »plátum« er
síðan hvør einstakur steinur neyvt
tilevnaður eftir tekningum og mátum
frá ZETA Architects. Beinu linjurnar
eru skornar við sag, og annars er alt
tilevnað og høgt við hond – við ham
ara og meitli.
Til gleði og gagns
Brøðurnir siga, at tað er Høj Flutningur
av Strondum, sum hevur staðið fyri
flutningi av grótinum til Havnar, og
tað eru Andrias Berg og hansara
menn, sum hava staðið fyri at laða
trappurnar.
Nú basaltið er sprongt, sagað og
høgt í Skopun, og alt er komið upp
á pláss í Havn, eru brøðurnir og eig
ararnir av Føroya Grótvirki sera væl
nøgdir við endaliga úrslitið.
– Jú, vit halda, at uppihaldstrappan
riggar fantastiska væl, og tað gleðir
okkum, at fjøldin av fólki hevur tikið so
væl ímóti trappuni, sum longu nú sær út
til at hava óendaliga nógvar møguleikar
– til gleði og gagns fyri allar føroyingar,
siga Høgni og Heini Tausen.
Tey, sum kundu hugsað sær at
spurt seg fyri hjá Føroya Grótvirki,
kunnu hyggja á heimasíðuna www.
fgv.fo – og á facebook-síðuna við
heitinum Føroya Grótvirki.
400 tons av
trappu úr
900 tonsum
av basalti
– Beinu linjurnar eru skornar við sag, og annars er alt tilevnað og høgt
við hond – við hamara og meitli, siga Høgni og Heini Tausen
Mynd: Vilmund Jacobsen