Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 20. JUNI 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Ferðast - Eg haldi, at ein slíkur kvæðatúrur riggar óføra væl við tveimum árum ímillum. At túrurin ikki verður gjørdur á hvørjum ári, ger tiltakið bara so mikið meira forkunnugt, sigur samskiparin av túrinum, Rasmus Joensen Vilmund Jacobsen Í døgunum 21.-24. august í ár skip­ar Smyril Line fyri kvæðatúri til Dan­ markar. Samskipari á túrinum verður Ras­ mus Joensen, sum hevur verið for­mað­ ur í Sláið Ring síðan ár 2000. Sláið Ring er landsfelagið hjá føroyskum dansifeløgum, og limafeløgini eru 16 í tali. Eitt felag, sum er limur, men sum er uttan fyri landoddarnar, er før­oyska dansifelagið Fótatraðk í Keyp­manna- havn. Tað eru tó eisini onn­u­r føroysk dansifeløg ymsastaðni í Dan­mark. Rasmus Joensen, sum býr í Havn, sigur, at tað var, meðan hann gekk í barnaskúla á Eiði, at áhugin birtist fyri føroyskum dansi. – Áhugin birtist í barnaskúlanum, og fyri mitt viðkomandi vóru tað søg­ urnar í kvæðunum, sum høvdu mín áhuga. Vit dansaðu nógv í skúlanum - ikki minst teir dagarnar um vetrarnar, tá veðrið var keðiligt og ikki var ver­ andi úti í fríkorterinum. Dansað varð ikki inni í skúlastovunum, men í skúla­ durinum. Sjálvur heldur formaðurin í Sláið Ring, at føroyski dansurin hevur tað gott í dag, nú fleiri dansifeløg kring land­ið eisini gera nógv fyri at halda børn­um og ungum til. Umtóktur túrur Hetta er triðju ferð síðan 2012, at Smyril Line skipar fyri kvæðatúri - ella kvæðacruise - við Norrønu, og rætti­ liga stór undirtøka hevur verið fyri hesum túrum. Rasmus Joensen vísir á, at ein kvæða­túrur varð gjørdur í 2012 og ein í 2014, og nú verður tiltakið so roynt á triðja sinni. – Eg haldi, at ein slíkur kvæðatúrur riggar óføra væl við tveimum árum ímill­um. At túrurin ikki verður gjørdur á hvørjum ári, ger tiltakið bara so mikið meira forkunnugt. Fleiri av teim­um, sum vóru við fyrstu ferð, vóru eisini við aðru ferð, umframt at nýggj andlit eisini hava verið at sæð hvørja ferð. Martin Dam Joensen, søluleiðari hjá Smyril Line í Føroyum, vísir á, at fólk longu eru farin at tekna seg til kvæðatúrin í august, og hann heldur seg kenna nøvn aftur, sum eisini vóru við á undanfarnum kvæðatúrum. – Men, her verða eisini nýggj and­ lit at síggja, og øll eru hjartaliga væl­komin at venda sær til Smyril Line á tlf. 345900 og spyrja seg fyri um túrin. Kvæðatúrurin er ein for­ kunnugur túrur, har kvæði og ment­an eru í miðdeplinum. Umborð á Norrønu verður farið upp á gólv, og her verða hugleiðingar og fyri­lest­rar um søgurnar í kvæðunum og um kvæða- mentan annars, sigur sølu­leiðarin. Danskar fólkavísur og føroyskt kvæði Rasmus Joensen sigur, at á ferðini verða fyrilestrar um tvær danskar fólka­vísur og eitt føroyskt kvæði. Eis­ ini verður nomið við danskar fólka­vís­ ur í føroyskum dansi. – Fráferðin av Havnini verður sunnu­kvøldið 21. august klokkan 23.30, og longu klokkan 11 morgunin eftir verða hugleiðingar um kvøðing og dans. Eftir ábit verður seinnapartin mánadagin skipað fyri innleiðandi spurnarkapping um kvæði og søgur í kvæðum, og klokkan 17 fer Óli á Geilini at halda fyrilestur um Hafburd konge og Sivard konge og um Ebbe Skammelsen. Hann fer eisini at sam­ an­bera Hafburd og Ebbe, tá teir fylgja brúðrunum til songar. Hann vísir á, at seinni mánakvøldið verður dansur, har Jóan Carl Danielsen av Strondum fer at skipa Hafburd konge og Sivard konge og Leivur Ja­ cob­sen úr Klaksvík fer at skipa Ebbe Skammelsen. Eftir hetta verður frítt hjá øðrum at skipa. Á midnátt mánakvøldið verður høvi at syngja saman við harmonikutónum, og her hava tey eisini gott sanghefti við til endamálið. Týsdagin 23. august klokkan 09.30 kemur Norrøna til Hirtshals, men loyst verður longu aftur tveir tím­ar seinni. Á middegi týsdagin verður aftur inn­leiðandi spurnarkapping, har vinn- andi liðið kemur í finaluna, sum verður mikudagin kl.14. – Seinnapartin týsdagin verður fyri­lestur og dansur. Tað verður Jó­ annes Johannesen úr Dali, sum fer at røða um Eingrímssynir, og aftaná fer hann at skipa kvæðið. Seinni týs- kvøldið verður frítt at skipa, og aftur á midnátt hetta kvøldið verður sangur saman við harmonikutónum. Rasmus Joensen sigur, at miku­ dagurin, sum er dagurin, tá Norrøna kemur á Havnini aftur klokkan 17.30, verður til hugna, og tá verður skipað fyri harmonikutónum og sangi í tím­ anum fyrrapartin, áðrenn farið verður at fáa sær ein bita. Kl. 14 verður so finalan í spurnar­ kap­p­ingini. – Tað verður hugnaliga Saga Café’in, ið verður karmur um tiltøkini á kvæðatúrinum, og eg ivist onga løtu í, at vit fáa ein ógvuliga góðan og hugnaligan túr saman. Her verða nógvir góðir kvøðarar og skiparar við, sigur formaðurin í Sláið Ring. Rasmus fyrimyndarligur Martin Dam Joensen sigur, at tey á Smyril Line eru ógvuliga fegin um at hava Rasmus Joensen sum sam­ skipara av kvæðatúrunum. – Tað hevur eydnast at leggja eina góða, fjølbroytta og neyva skrá fyri túrin, og vit kunnu bara siga, at arbeiðið, sum Rasmus Joensen ger sum samskipari, er fyrimyndarligt, sig­ur søluleiðarin hjá Smyril Line í Føroy­um. Neyva skráin fyri kvæðatúrin kann lesast á heimasíðuni hjá Smyril Line - www.smyriline.fo Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring Mynd: Vilmund Jacobsen Upp á gólv umborð á Norrønu