Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 20. JUNI 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen Fuglafjørður hevur eitt rættiliga fjøl­broytt og skapandi vinnulív, har nøkur hundrað fólk hvønn dag eru til arbeiðis - á virkjum, smiðjum, umborð á skipum og bátum við tilknýti til sjó- og alivinnu. Náttúran kring um Fuglafjørð er serstakliga vøkur og stórbar, og herfyri vórðu hundraðtals trø og runnar gróð­ ursett í nýggja náttúruøkinum vestan fyri Gjógvará. Fuglafjørður hevur gjøgnum mong ár verið ríkaður við sangi, tónleiki og list, og einki bendir á, at her verður rep­að, men heldur vera seglini sett und­an fríska mentanarlotinum. Kvinnur í fremstu røð Herfyri setti Fuglafjarðar býráð trý nýggj fólk í starv á mentanarøkinum. Nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður Beinta Gregersen, sum er 39 ára gomul og útbúgvin BA í sosialvísund og hevur lisið ment­an og samskifti á RUC. Seinastu tíð­ina hevur Mentanarhúsið, sum Fugla­ fjarð­ar kommuna nú eigur, havt ein fyri­bilsleiðara, men nú verður tað so Beinta Gregersen, sum her fer at stinga út í kortið. Fuglafjarðar kommuna hevur eisini sett Brynhild Næs Petersen til íbirtara á mentanarøkinum, og hon er frammanundna í starvi sum kvøld­ skúla­leiðari í kommununi. Brynhild Næs Petersen er 38 ára gomul og útbúgvin BA í listasøgu og er hartil útbúgvin lærari. Hon hevur drúgvar royndir innan mentanarøkið, har hon hevur samskipað og stað­ið fyri eitt nú verkætlanum og ráð­stevn­ um. Vaktarskifti á kunningarstovuni At standa fyri Kunningarstovuni í Fuglafjarðar kommunu er Kristina Gry Berg sett í starv. Kristina Gry Berg er 46 ára gomul og útbúgvin BA í enskum. Hon hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan mentanarøkið, teksthøvundavirkið og ferðavinnu. Petur Martin Petersen, sum hevur verið leiðari á kunningarstovuni síðan miðskeiðis í 1990’unum, fer nú frá vegna aldur. Rønn Eliasen, sum er lutfalsliga nýggjur leiðari á mentanarøkinum hjá Fugla­fjarðar kommunu, sigur, at ment­anartoymið hevur eina sterka tilvitan um mentan og hevur eitt gott altjóða útsýni á mentanarøkinum. – Mentanartoymið skal skapa eitt livandi og mennandi umhvørvi, har rúmd verður fyri forvitni og skapanar­ hugi. Við hesum er spírin gróðursettur til eina kveikjandi og forvitnisliga fram­tíð, sigur mentanarleiðarin. Marjun á bókasavninum Vikublaðið kann leggja aftrat, at á Fuglafjarðar Bókasavni starvast eisini ein kvinna, Marjun Patursson, sum tekur væl ímóti fólki – ungum sum eldri – sum koma inn á gólvið at spyrja seg fyri og at læna bøkur. Her er eisini »runda« borðið, har eldri menn í bygdini eru óførir at savn­ ast um morgnarnar til prát. – Tað er lagaligt at detta inn á gólvið á bókasavninum – til eitt prát, lesa, møtast, telva – ella bara at spyrja um alt millum himmal og jørð. Marjun Patursson sigur, at øll kunnu læna bøkur á Fuglafjarðar Bóka­savni, og tað er ókeypis at fáa sær lánarakort og at læna. – Vit eru til reiðar at hjálpa tær við tínum spurningum, og vit leiðbeina tær fegin at finna fram á hillunum á bókasavninum, sigur Marjun Paturs­ son. Kvinnur seta út í kortið í Fuglafirði Einki bendir á, at Fuglafjørður fer at repa seglini á mentanarliga økinum. Heldur er tað so, at seglini nú verða sett undan fríska mentanarlotinum sum strýkur um býin Kvinnurnar smæðast ikki burtur, tá ræður um at marknaðarføra Fuglafjørð innan mentan, list og søgu Á Fuglafjarðar Bókasavni starvast Marjun Patursson, sum fegin hjálpir vitjandi at finna fram á hillunum Mynd: Vilmund Jacobsen