mánadagur 20. juni 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 20. JUNI 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Vilmund Jacobsen
Í
mai mánaði í ár samtykti Fugla
fjarðar býráð einmælt at byggja
nýggjan barnaskúla, sum kemur at
hýsa grunddeild, miðdeild, forskúla og
frítíðarskúla. Her verður eisini bóka
savn, kantina, felagshøll og floks
stovur.
– Málið hjá okkum er í fyrsta byggi
stigi at byggja nýggjan barnaskúla,
sum tilsamans verður umleið 3.200
fermetrar - og í øðrum byggistigi at
dagføra eftirverandi skúla.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar komm
unu, Sonni á Horni, sigur, at ein tørvs
lýsing er gjørd sum sigur, hvat inni
haldið í nýggja skúlanum skal verða.
Hann vísir á, at tilmælið fevnir um
eina heildarætlan fyri skúlabygging
við byggiskrá, sum yvirskipað lýsir
tíðarætlan, kostnaðarkarm og náms
frøðilig og teknisk atlit.
Vilja vera fremst
Skúlabyggingin skal verða ímynd av,
at Fuglafjørður ynskir at vera fremst,
tá ræður um skúla, tónleik og list.
– Hetta skal síggjast aftur í byggi
listini við nýskapandi og framskygdum
karmum, har arkitektururin og náms
frøðin ganga hond í hond.
Sonni á Horni vísir á, at nýggi skúl
in verður meira enn ein vanligur skúli,
og hann skal helst verða opin frá tíð
liga á morgni til seint á kvøldi.
– Málið er, at skúlin skal verða
ein mentanardepil til frama fyri alla
bygdina, og her skal rúmast tónleikur,
list, náttúrulæra, kvøldskúli og ymiskt
frítíðarvirksemi.
Hann sigur, at nýggi skúlin fer at
hava eina dupulta fimleikarhøll, sum
gevur rúm fyri eitt nú flogbólti og
badminton og umleið 100 áskoðarum.
– Skúlin skal snøgt sagt verða ein
aktivur partur av bygdini.
Borgarstjórin vísir á, at tekningar
nar væntandi verða lidnar í september,
og ætlandi skal nýggi skúlin standa
liðugur í august í 2019.
Kveikjandi lærugreinar
Tað er fuglfirðingurin, Rúni Abraham
sen hjá MAP Arkitektum, sum hevur
átikið sær uppgávuna at tekna skúlan.
– Arbeitt hevur verið frá januar
í ár til í mai, og byggiskráin er lýst í
snøggum faldara.
Sonni á Horni sigur, at tá hædd
verður tikin fyri náttúrupartinum,
verður ikki minst hugsað um, at
Fuglafjørður er umgyrdur av náttúru
og vinnulívi.
– Vit hava kreativar fyritøkur í
kommununi, sum eisini framleiða til
altjóða marknaðin. Hesar fyritøkur
eru alla tíðina í menning, og eg ivist
onga løtu í, at tað er í skúlanum, at
grundarlagið verður lagt fyri nógvum
av hesum.
Umframt at leggja áherðslu á
tónleik og list, verða náttúrulæru
greinirnar innrættaðar á ein nýggjan
og kveikjandi hátt, har dentur verður
lagdur á læring við royndum.
Niðurríving og dagføring
Borgarstjórin sigur, at elsti parturin av
skúlanum í Fuglafirði er frá 1936, og
hin nýggjasti er frá 2005.
– Eg vænti, at 1936-skúlin verður
rivin niður, men at 1964-skúlin verður
verandi og verður dagførdur í øðrum
byggistigi í samlaðu skúla-verkætl
anini. Tað vísir seg, at konstruktiónin
í 1964-skúlanum er í lagi, og mett
verður, at hann kann verða karmur um
nýggja hádeild í seinni byggistigi, tá
hann helst eisini verður klæddur.
Sonni á Horni vísir á, at kantinan í
nýggja skúlanum verður umleið 300
fermetrar, og nýggja og stóra fimleikar
høllin verður stívliga 400 fermetrar.
Borgarstjórin sigur, at metti kost-
naðurin av ætlaðu skúlabyggingini
í Fuglafirði, sum í hesum førinum
fevnir um tilsamans 3.200 fermetrar,
verður 96 miljónir krónur, og tá er
meirvirðisgjald eisini íroknað.
– Uppi í kostnaðinum er eisini inn
rætting av útiøkjum, innbúgv og list
prýði.
Borgarstjórin leggur aftrat, at í
øðrum byggistigi verður hádeild og
umsitingarbygningur, og tað verður
í hesum seinna byggistigi, at svimji
høllin verður tikin við.
Fuglafjørður fær ein
framtíðar barnaskúla
– Vit ynskja at verða fremst, tá ræður um skúla, tónleik og list, sigur
borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni
– Umframt at leggja áherðslu
á tónleik og list, verða
náttúrulærugreinirnar
innrættaðar á ein nýggjan og
kveikjandi hátt, har dentur
verður lagdur á læring
við royndum, sigur Sonni
á Horni, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggi skúlin í Fuglafirði verður umleið 3.200 fermetrar og fer at kosta umleið 96 miljónir kónur, tá alt - eisini meirvirðisgjald - er íroknað