Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 20. JUNI 2016 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen F yritøkan hjá Símini J. Højsted fevnir rættiliga breitt – alt frá kav­ing, flutningi um hav við tví­ kilju, smiðjuarbeiði til flutning við krana­bili. Í løtuni eru 15-18 mans í starvi, og teir loysa uppgávur bæði í Føroyum og uttanlands. – Vit hava hjálpt útlendska felag­ num, sum skeyt seismikk í sam­ band við bygging av Sandoyar- og Eystur­oyar­tunlum, og vit skulu gera botnkanningar fyri føroyska felagið aftan fyri tunlarnar. Haraftrat hava vit havt oljuveitingar við tvíkiljuni til bori­ vognar, sum hava gjørt boriroyndir, eitt nú við Kaldbaksnes. Símin J. Højsted sigur, at fyritøkan hjá honum hevur nógv jørn í eldinum í løtuni, og umframt at tríggir mans í løtuni arbeiða í Noregi, arbeiða tríggir eisini í Svínoy, har teir hjálpa Norðhús at byggja lending. Nú J&K Contractors hava útbygt djúp­havnina í Fuglafirði, hevur fyri­ tøkan hjá Símuni J. Højsted eisini gjørt kavaraarbeiði her. Tungt arbeiði Henda dagin í síðstu viku, tá Viku­ blaðið vitjaði, var stjórin sjálvur í kavara­klæðum og skar jarn undir vatni, sum skal takast burtur, nú øll fram­síða og hamari á nýggju bryggjuni eru liðug. ­ Jú, tað kann vera strævið at arbeiða undir vatni, men í løtuni ar­ beiði eg so ovar­laga, at tað gongur. Men, eg eri ikki 25 ára gamal longur, sigur hann brosandi. Vikublaðið var á bryggjuni í Fugla­ firði, tá Símun J. Højsted gjørdi seg kláran at fara út í aftur eftir at hava etið ein bita. – Tað er vónleyst at vera einsa­ mallur um at koma í klæðini, og slíkt kavaraarbeiði kann ikki gerast av einum persóni. Í dag havi eg ein góð­an mann at hjálpa mær, og vit sam­skifta eisini, meðan eg arbeiði í sjónum. Hetta er neyðugt, og hetta er eitt krav. Slíkt arbeiði letur seg slett ikki gera einsamallur, sigur hann. Eisini tvíkilju Fyritøkan SJH Commercial Divers hevur eisini eina tvíkilju, sum umframt at vera brúkt í samband við kaving, eisini ger ymiskar leigutúrar og upp­ gávur av ymiskum handa slag. - Vit bjóða okkum at hjálpa við farmaflutningi. Við okkara tvíkilju kunnu vit flyta eitthvørt um hav, sund og firðir. Símin J. Højsted vísir á, at við kavingini fevnir útboðið hjá fyritøkuni rættiliga breitt. – Vit eru til reiðar at hjálpa við øllum hugsandi uppgávum undir vatni. Vit kunnu sveisa, skera, stoypa, bora, spreingja, líma, leggja kaðlar, vatn­leidningar, frárensl, skifta zink á skipum og bátum – ella, hvat tað nú kann vera, sum tørvurin nú einaferð er, sigur eigarin av SJH Commercial Divers. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt Símin J. Højsted um eitt hvørt í samband við virksemi hjá fyritøkuni, kunnu ringja á tlf. 528464 - ella við at senda teldupost til sjh@sjh.fo Stjórin fremstur í kaving Tá Vikublaðið vitjaði í Fuglafirði í síðstu viku, hittu vit stjóran og eigaran av SJH Commercial Divers, Símin J. Højsted, sum sjálvur var í kavaraklæðum og skar jarn undir vatni í nýggju djúphavnini, sum verður bygd í Fuglafirði