mánadagur 20. juni 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 20. JUNI 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Trygdartøkni veitir
trygd, dygd og tænastu
– Kjarnuøkini hjá okkum eru í stuttum alarmskipanir, vakmyndatól og elektroniskar
lásaskipanir, sigur Jógvan Høgnesen, stjóri og eigari av Trygdartøkni
Vilmund Jacobsen
Tað er leirvíkingurin, Jógvan Høgne
sen, sum eigur og rekur fyritøkuna,
Trygdartøkni Sp/f, ið er fyritøka við
stórari fakligari vitan innan trygdar
økið.
Sjálvur er Jógvan Høgnesen út
búgvin elektronik faktøkningur og
hevur meira enn 11 ára starvsroyndir
innan trygdarøkið á privata marknað
inum.
Umframt sína útbúgving, hevur
hann eisini lokið skeið og góðkenn
ingar innan sjálvvirkandi innbrots
ávaringarskipanir (AIA), sjálvvirkandi
eldávaringarskipanir (ABA), sjálvvirk
andi atgongueftirlitsskipanir (ADK) og
vakmyndaskipanir (ITV).
Ráðgeving og heildarloysnir
Serkunnleikin hjá Trygdartøkni er
at veita ráðgeving og heildarloysnir
innan trygdarøkið í breiðum høpi, her
undir sølu, uppsetan og viðlíkahald
av
vakmyndatólum, alarmskipanum
og elektroniskum lásaskipanum.
– Vit samstarva eisini við stats
góðkendan alarmsentral í Danmark
um yvirvaking av alarmum og vak-
myndum. Hetta gera vit fyri at kunna
veita bestu trygd, dygd og tænastu á
økinum til okkara kundar.
Jógvan Høgnesen dylur ikki fyri,
at málið hjá Trygdartøkni avgjørt er
at vera leiðandi í Føroyum innan síni
kjarnuøki.
– Fer ein alarmur í gongd, senda
vit ein trygdarvørð á staðið at kanna
eftir, hvat er á vási, og farið verður
ikki av staðnum aftur, fyrr enn vissa
er fingin fyri, at alt er trygt.
Hann leggur aftrat, at tænasturnar,
sum Trygdartøkni veitir, verða skipaðar
eftir nærri avtalu við ávísa kundan.
Vinnufyritøkur og stovnar
Í stuttum eru kjarnuøkini alarm-
skipanir, vakmyndatól og elektroniskar
lásaskipanir.
– Hvørjar av hesum tænastum
telja mest í okkara verandi virksemi,
er trupult at siga, tí ymiskt kann vera
frá degi til dags, hvør tørvurin hjá
kundanum er.
Jógvan Høgnesen sigur, at Trygdar
tøkni serliga ger tænastur fyri vinnu-
fyritøkur og almennar stovnar
Fyritøkan, sum enn bara hevur eitt
hálvt ár á baki, hevur í løtuni trý fólk í
starvi, harav eigarin sjálvur er royndur
í leikum innan hesi fakøki og dugir alt,
sum er at duga innan kjarnuøkini hjá
fyritøkuni.
Tey, sum kundu hugsað sær
at spurt seg fyri um tænastur hjá
Trygdartøkni, kunnu ringja á tlf.
550055, eins og hyggjast kann inn
á heimasíðuna hjá fyritøkuni www.
trygdartokni.fo, har neyvari kunning
er um alt tað, sum fyritøkan arbeiðir
við.
Trygdartøkni hevur trý fólk í starvi. Eigari og stjóri er
Jógvan Høgnesen, sum hevur meira enn 11 ára royndir
á teimum økjum, sum fyritøkan arbeiðir við
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Tá varmakeldustevna verður í Fugla
firði leygardagin 2. juli, fer Dugni á
Kambsdali at skipa fyri marknaðar-
degi, har fólk kunnu keypa sær eitt
borð fyri 250 krónur og síðan selja
sínar vørur á marknaðardegnum.
Dugni á Kambsdali plagar annars
at hava sín marknaðardag fyrst i juni,
men í ár hava tey so valt at hava
dagin, tá varmakeldustevna verður.
Endurnýtsla og heimavirkað
Torgerð Hansen, leiðari á Dugna, sigur,
at tað vanliga eru privatfólk, sum
selja heimavirkaði pløgg, smúkkur og
ymiskt úr glasi ella leiðuri.
Hon heldur, at lutir evnaðir úr eitt
nú horni eisini høvdu riggað væl til
slíkt høvi sum marknaðardagin.
– Fólk kunnu selja tað, tey vilja,
men vit vilja helst, at talan er um
heimavirkaðar vørur og ymiskar vørur
evnaðar úr endurnýtslutilfari.
Torgerð Hansen sigur, at longu
nú eru nøkur borð bíløgd til mark
naðardagin, men pláss er saktans fyri
nøkrum seljarum aftrat.
– Undanfarin ár hava vit havt
fleiri áhugaverd fólk við. Ein er Frida
Meinertsdóttir Reyná, sum er so ófør
við heimavirkaðum og eitt annað
kent andlit, sum eisini verður við á
marknaðardegnum hesaferð, er Elin
Lindenskov, sum ger so mangt for
vitnisligt, eisini lutir úr glasbrotum.
Ein familjudagur
Marknaðardagurin
hjá
Dugna
á
Kambsdali hevur eini seks ár á baki,
og tað var í sínari tíð Laila Solmunde,
sála, sum skeyt upp at lata dyrnar upp
á henda hátt fyri almenninginum.
– Henda dagin, tá marknaðar
dagurin verður, fara arbeiðsfólkini á
Dugna eisini at hava kafé, har fólk
kunnu keypa sær ymiskan bakstur,
lagkøkustykki, pylsubreyð umframt
leskandi.
Torgerð Hansen sigur, at uttan fyri
bygningin á Kambsdali verður eisini
hoppiborg, fiskibrunnur og her verður
ponyríðing.
– Arbeiðsfólkið hevur gjørt fisk
arnar til fiskibrunnin úr træi, og hesir
skulu krøkjast upp úr karinum. Alt
eftir, hvørjan lit fiskarnir hava - gulir,
reyðir og bláir - fella vinningarnir.
Onkur fiskur hevur gullmerki á og tey,
sum fáa henda fiskin, kunnu velja sær
vinning av ovastu hillini sum er góðar
og frávaldar leikur.
Marknaðardagurin á Dugna verður
soleiðis eisini ein familjudagur, har øll
kunnu verða við. Tað verður ókeypis
at koma á marknaðardagin, og tað er
bara tað, tú keypir, sum goldið verður
fyri.
Mangt og hvat
Marknaðardagurin verður opin leygar
dagin 2. juli frá klokkan 10 til 16.
– Er tað onkur, sum kundi hugsað
sær at bílagt sær borð til dagin, eru
fólk hjartaliga vælkomin at ringja á
tlf. 350350.
Hon endurtekur, at fólk kunnu
selja tað, tey vilja.
– Einasta, sum vit ynskja, er, at
talan er um heimavirkað ella endur
nýtsluting. Hinvegin er eisini høvi hjá
bøndrum eitt nú at selja av sínari
grøði.
Torgerð Hansen sigur, at onkuntíð
hava børn havt eitt borð, har tey hava
selt leikur, sum tey ikki tíma at brúka
meira.
– So, møguleikarnir eru nógvir og
ymiskir, leggur leiðarin á Dugna aftrat.
Dugni marknaðardag á varmakeldu
– Fólk kunnu selja tað, tey vilja, men vit vilja helst, at talan er um heimavirkaðar vørur og
ymiskar vørur evnaðar úr endurnýtslutilfari, sigur Torgerð Hansen, leiðari á Dugna
Leygardagin 2. juli skipar Dugni á Kambsdali fyri marknaðardegi, har fólk hava høvi at selja ymiskt