Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Annan sunnudag, 3. juli, verða aftur blómutyssi løgd út fyri at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Tað er ein vakur siður, ið Ingi Gunnarsson úr Havn hevur tikið stig til og røkt síðstu 16 árini. Í hvørjari vanlukku eru lagnur, men í hvørjari vanlukku eru eisini nógvir ósvaraðir spurningar: – Hvat hendi, hví hendi tað, og kundi nakað verið gjørt øðrvísi? Í okkara grannalondum taka fak­ fólk sær av at svara hesum spurn­ ingum, hvørja ferð ein álvarsom vanlukka hevur verið. Á sama hátt sum skaðanevndir lýsa vanlukkur á sjógvi og í luftini, so lýsir ein skaða­ nevnd vanlukkur í ferðsluni. Seinastu árini hava ikki færri enn tvey álit eftirlýst, at vit eisini í Føroyum fáa eina skaðanevnd til ferðsluvanlukkur. Harumframt hevur løgtingið samtykt at seta nullhugsjónina inn í ferðslulógina. Flestu eru samd um, at síðstu ár­ ini eru ábøtur gjørdar. Vegirnir og bilarnir eru tryggari, og eisini verður nógv gjørt fyri at upplýsa um vand­ ar í ferðsluni. Men hvussu kunnu vit røkka nullhugsjónini, at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni, tá vit ikki vita út í æsir orsøkirnar til ferðsluvanlukk­ ur? Tá vit ikki vilja fáa til vega nýggja vitan, sum kann brúkast til at bøta um ferðslutrygdina og fyribyrgja vanlukkur á vegunum. Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi mannalív á Varmakeldueiði í 1928 eru 283 fólk deyð í ferðsluni á føroysku vegunum – 204 menn og 79 kvinnur. Harumframt koma allar tær vanlukkur gjøgnum árini, ið hava havt við sær álvarsam­an fólkaskaða. Heilt afturi í 2003 vísti álitið »Ávegis til Nullhugsjónina«, at ferðsluvanlukkur og óhapp kostaðu samfelagnum 193 millónir krónur – um árið! Aftur at køldu tølunum koma so lagnurnar og djúpu, menniskjaligu sárini. Vit vita væl, at orsøkin til eina ferðsluvanlukku mangan er eitt persónligt mistak. Menniskju gera mistøk. Men tá vit ikki vilja kanna niður í smálutir, hvør orsøkin var til ferðsluvanlukkuna, so gerst vegurin móti nullhugsjónini óneyðuga langur. Tað er ein raðfesting, um vit vilja hava eina skaðanevnd at kanna ferðsluvanlukkur. Tann viljin hevur so ikki verið til staðar enn. Og tað er tíverri beinleiðis í and­ søgn við løgtingssamtyktina frá apr­ íl 2006, tá null-hugsjónin varð sett inn í ferðslu lógina. Ein spurningur um rað­fest­ ing at granska ferðsluvanlukkur Vitan um ferðslutrygd Lions stuðlar Barna­ heiminum tíðindi síða 26 Brexit kann ávirka vøksturin Tíðindi Síða 12-13 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Bara tvær Dagur & Vika ­send­ ing­ar verða um vikuna í summar Summarskráin hjá Kring­ varpi Føroya fer at seta sín dám á næstu vikurnar – og tað merkir skerda sendiskrá. Mest eyðsýniligt er, at sjónvarpstíðindini aftur í ár verða niðurprioriterað. Í tíðindaskrivi sigur Dia Mid­jord, kringvarpsstjóri, um út­varpsskránna, at Summ­ar­morgun avloysir Góð­an Morgun Føroyar, og seinnapartar ferðast Ferða­ lið­ið kring landið. Kringvarp Før­oya vitjar eisini á flestu stevnum og festivalum, og at nógv verður gjørt við ítrótt­ in í summar. Summarskráin í út­varpi­ num byrja­r mánadagin 27. juni, tá Summ­ar­morgun tek­ur sta­f­ettina frá Góð­an Morgun Før­oyar ger­an­d­is­ morgn­ar. Sendi­tíðin er hin sama. Barna­útvarpið er á skránni leyg­ar- og sunnudag, har vit í høv­uðs­heitum senda søgur til børn. Klokkan trý er Ferðaliðið á skránni. Hetta er beinleiðis summ­arútvarp í tveir tímar. Ferð­ast verður kring landið, har sam­røður, undirhald og góð­ur tónleikur verður at hoyra. Í summar verður nógv gjørt við ítróttin, vitjað verð­ ur á flestu stevnum og fest­i­ valum, og nógv verð­ur eisini gjørt burtur úr ólav­søk­uni. Guðstænastur og morg­un­ lestr­ar halda fram sum van­ ligt, í­meðan aðrar send­ingar so sum Also, Surk og Meg Minn­ist fara í summ­ar­steðg og verða aftur 5. sep­tem­ber, tá vetr­arskráin tekur við aftur. Sjónvarpstíðindi verða týs­kvøld og fríggjakvøld í fimm vikur, frá 27. juni til 1. aug­ust, tá Dagur og Vika aftur verð­ur fýra ferðir um vikuna. Ítrótta­sendingin 3-2 er farin í summ­ar­dvala og verður aftur 22. august. Barnasendingar í sjón­varpi­num halda fram sum vant, bæði gerandisdagar og sunn­u­morgn­ar. Sum vanligt sendir sjón­ varp­ið eisini á ólavsøku. Frá set­an­ini ólavsøkuaftan, og ólav­søku­dag frá skrúðgongu, guðs­tænastu, og tá tingið verð­ur sett. Sjónvarpið hevur bein­leiðis sending úr bý­num ólavsøkuaftanskvøld. Før­ oysku hós­kvøldssendingarnar eru á skránni um hálvan sep­ tember, tá vetrarskráin í sjón­ varpinum aftur hevur fulla styrki. Í summar verða nýggjar rødd­ir at hoyra í útvarpinum og nýggj andlit at síggja í sjón­ varp­inum. Takið væl ímóti teim­um. Við hesum ynskir Kring­varp Føroya øllum før­ oying­um eitt gott summar og eina góða summarfrítíð. Sjónvarpið repar seglini Aftur í ár merkist summarskráin serliga væl á vantandi tíðindum í sjónvaprinum hjá Kringvarpinum Í gjár var tjóðardagur Grøn­ lands – og í hesum sambandi flagg­aðu all­ir stovnar hjá danska statinum við grøn­ lendska flagginum, Er­fala­so­ r­put. Ein av hesum stovnum var Ríkisumboðið í Havn. Á ólavsøku fara allir stats­stovn­ar­nir at flagga við Merk­i­num. Danska stjórn­in hevur gjørt av, at framyvir skulu allir stats­stovnar flagga við før­oyska og danska flagg­i­ num á tjóðardegi Grønlands og Føroya, sum eru ávikavist 21. juni og ólavsøkudagur 29. juli. Og flaggstengurnar hjá øll­um stovnum danska stats­ ins eru 534 í tali. Men umframt tað, at allir hes­ir stovnar skulu flagga, so skulu allar sendistovur og um­boðsstovur hjá statinum eisini flagga við grønlendska og før­oyska flagginum hesar tjóð­ar­dagar. Ríkið flaggaði við Er­fala­sorput í gjár Grønlendska flaggið á Børsen í Keypmannahavn