týsdagur 21. juni 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AFTANÁ KRITIKK:
NÚ REAGERAR
SJÚKRAHÚSLEIÐSLAN
TÍÐINDI
Birgith Lassen
Á páskum í ár rýmdi ein
sálarsjúkur sjúklingur av
afturlatnu deild á Lands-
sjúkahúsinum.
Hon
varð
eftirlýst um alt landið, og
tíbetur varð hon funnin í
øllum góðum. Sami sjúk
lingur hevur rýmt ótalligar
ferðir av afturlatnu deild, og
tað hevur ført til ógvusligar
og traumatiserandi uppliv
ingar, sigur pápi at sálar-
sjúku kvinnuni.
»Eg skilji ikki, hví garðurin
ikki er hægri enn 1,6 metur.
Vil dóttir mín rýma, so hopp
ar hon bara uppum garðin.
Men tað elvir so til, at hon
skal
tvingsilshaldast
av
politinum og tvingsilsmedi-
sinerast av læknum, tá hon
verður funnin aftur. Tað ger
støðuna nógv ótryggari. Hví
hækka tey ikki bara garðin
so dóttir mín og vit øll onnur
kunnu kenna okkum trygg?«,
segði pápin í Sosialinum 1.
apríl 2016.
Hann valdi at fortelja
sína søgu í eini vón um at
fáa sjúkrahúsleiðsluna at
rakna við. Frammanundan
hevði hann vent sær til
sjúkrahússtjóran og kært
sína neyð, men fekk ikki svar.
Garðurin tikin í
nýtslu í vikuni
Í dag boðar Landsverk so frá,
at ein nýggjur garður verður
klárur at taka í nýtslu fyrsta
dagin.
»Vit hava valt at byggja
ein 30 fermetrar stóran garð
inni í gamla garðinum. Hesin
nýggi garðurin hevur eina
girðing sum er hálvaraðrar
metrar høg, og tað ber ikki
til at rýma uttan so, at man
ger ein serstakliga góðan
innsats«, sigur Jón Sólsker,
sum starvast hjá Landsverk
og varar av umvælingini á
psykiatrisku deild.
Garðurin er so gott sum
klárur, og nú mangla bert
tvær hurðar at verða settar
í, áðrenn garðurin endiliga
verður tikin í nýtslu. Kvinn
an, sum hoppaði upp um
garðin á páskum er rýmd
sjey ferðir fyrr á sama hátt
– og hon er ikki eitt eindømi.
»Tað er gleðiligt, at garð
urin skjótt verður tikin í
nýtslu, tí tað hevur verið
ein trupulleiki í longri tíð,
at sjúklingar kunnu hoppa
uppum og rýma«, sigur Jón
Sólsker.
Síðan mars hevur Sosialurin fleiri ferðir skrivað girðingina rundanum psykiatriska depilin, sum er so lágur,
at sjúklingar uttan trupulleikar kunnu hoppa uppum. Nú tekur sjúkrahúsleiðslan trupulleikan í álvara
Sosialurin hevur fleiri ferðir spurt
sjúkrahúsleiðsluna, hvussu tað ber til,
at sálarsjúkir sjúklingar kunnu hoppa
upp um tann lága garðin á afturlatnu
deild. Nú verður tikið hond um trupul
leikan, sigur Johnny í Grótinum
1. apríl fortelur ein ørkymlaður pápi um sálarsjúku dóttir sína, sum er rýmd sjey ferðir
av afturlatnu deild. »Tá hon rýmur, verður hon sjúkari, tí hon verður traumatiserað
og stressað«, segði pápin. Hann hevði tá ringt til sjúkrahússtjóran og kært sína
neyð, men fekk ikki svar, fyrrenn henda greinin varð prentað í Sosialinum
22. mai 2016 skriva vit aftur um lágu girðingina á psykiatrisku deild. Vit tosa við
Johnny í Grótinum sum sigur, at tey arbeiða við eini loysn. Vikuna eftir skrivar
Johnny í Grótinum, at Landsverk er farið í holt við at byggja ein nýggjan garð,
sum skuldi verið klárur eftir nøkrum heilt fáum døgum. Avvarðandi pápin segði
í somu grein, at hann helt ikki tað var í lagi, at einki var gjørt við trupulleikan,
hóast tað vóru tveir mánaðir síðan hann fortaldi sína søgu í Sosialinum
SOSIALURIN 1. APRÍL
IN.FO 22. MEI