Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hugburðir innan heilsu eru marg­ faldir, og alt kann ikki prógvast í stórum kanningum. Tí hevur danska blaðið Helse bjóðað kend- um persónum at koma við sínum boði upp á heilsu anno 2016. Í mai var tað sjúkrasystirin, Jorit Tellervo, sum arbeiðir innan pallia­ tion ella linnan. Hon er eisini høv­ undur til bókina »Sorg - tá hjúna­ felagin doyr«. Í hesi greinini fara vit at endur­ geva úr grein í www.helse.dk um sorg, tá hjúnafelagin – ella ein av tínum nærmastu – doyr. – Tá eg vaknaði á sjúkrahúsinum og fann út av, at hon ikki andaði meira... kendist tað sum ein niður­ ferð til helviti. Tað sigur maður eftir deyðan hjá konu síni. Og www.helse.dk endurtekur, at tá hjúnarfelagin doyr, er tað veru­liga ein so ógvuslig broyting í lív­inum, ið kann kennast sum ein niðurferð til helviti. Snýr seg ikki um aldur Áður hava vit hildið, at sorg snýr seg um aldur – og at sorg kennist minni ógvuslig, jú eldri vit gerast. Tí, er eitt tað fyrsta, vit spyrja um, tá vit hoyra um eitt deyðsfall: Hvussu gamal gjørdist viðkomandi? Av tí, at vit hava hildið, at aldur og sorg hanga saman, hava vit havt lyndi til at lítilsgera sorgina hjá eldri menniskjum. Tey gomlu, sum sita eftir, hoyra tí ofta hesi orð: »Tað er jú tann vegin, vit skulu...« ella »Tit fingu jú eitt langt lív saman...« Men, hetta er standardiseraður, ópersónligur og niðurslitin mál­ burður. Orðini siga eitt sindur um eitt ávíst forstáilsi fyri sorg og aldri, men lítilsgera samstundis missin. Tað merkir, at eldri, sum missa hjúnafelagin, ikki hava »rætt« til at syrgja á sama hátt, sum tá yngri menniskju missa ein, tey elska. Í dag vita vit, at sorg ikki snýr seg um tøl. Sorg snýr seg um at missa eitt menniskja, vit eru góð við. Avgerandi fyri sorgina er sam­ bandið við tað menniskjað, vit hava mist. Jú, nærri sambandið er, tess meira djúptøkin verður sorgin, tá per­sónurin doyr. Nýggj fatan av sorg Áður varð hildið, at sorg er nøku­ lunda eins fyri øll menniskju – og at sorg er nakað sum gongur framá og sum øll skulu ígjøgnum. Hildið varð eisini, at tann rakti stigvíst skuldi gera seg leysan av bondunum til hin deyða. At hesin hugburður framvegis livir millum fólk, hoyra vit á út­tal­ ilsum, sum fólk í sorg javnan hoyra. Men, nýggj gransking í sorg ger upp við nógvar mytur. Bæði myt­ una um, at sorg snýr seg um aldur, at sorg er eins fyri øll menniskju – og at sorg endar, soleiðis at vit kunnu koma víðari. Í dag vita vit, at sorg er ymisk frá einum menniskja til annað. Vit skilja sorg sum eina gongd í tveim­ um sporum. Í »tvey-spor-forminum«, sum hann verður róptur, er sorgin ein rørsla millum kenslur og tað lív, sum er eftir at liva. Hin eftirsitandi flytir seg – ella sveiggjar – alla tíð­ ina millum tey tvey sporini í sorg­ ini. Hetta er ein sveiggjan millum spor, sum leiða til missin og tað at handfara pínuna í sorgini – saknin, minnini og longsulin eftir tí deyða. Vit kunnu eisini siga, at hetta er ein sveiggjan millum fortíð og nútíð. Síðan er tað sporið, ið snýr seg um at byggja uppaftur og handfara nýggja gerandisdagin, har tú sum eftirsitandi skal gera nýggj ting, fáa ein nýggjan samleika og nýggjan leiklut – millum nútíð og framtíð. Sveiggjanin millum hesi bæði sporini ger tað møguligt at liva við sorgini, tí sorgin verður tikin, stig fyri stig. Í nýggju fatanini av sorg kemur løtan ongantíð, har hin eftirsitandi sigur, at »nú er tað yvirstaðið; nú eri eg liðugur at syrgja...« Eftir at hava mist eitt menniskja, vit elska, er sorgin viðhvørt fremst – og í øðrum førum í baksýni av okk­ara tonkum og kenslum. Sorgin verður ongantíð burt­ ur, og tað er vanligt at gerast tyngd­ur av sorg – eisini nógv ár eftir missin, eitt nú tá okkurt høvi er í familjuni, og tá høgtíðir eru. Tón­leikur og annað, sum kann leið­ ast til tann, ið farin er, kann eisini fríska sorgina uppaftur. Nærleiki og praktisk hjálp Áður varð hildið, at møguleiki var at arbeiða sorgina, áðrenn deyðsfallið hendi, men í dag vita vit, at tað ber ikki til at fyrireika seg kensluliga til lívið uttan hin partin. Tað er eingin gransking, sum bendir á, at ein long sjúkralega inn­ an deyðsfallið ger sorgina lættari. Tað er heldur tvørturímóti. Hjálp til eftirsitandi setir krøv til tey nærmastu og til samfelagið um nærleika og praktiska hjálp. Kelda: www.helse.dk Sorgin verður ongantíð burtur, og tað er vanligt at gerast tyngdur av sorg - eisini nógv ár eftir missin, eitt nú tá okkurt høvi er í familjuni, og tá høgtíðir eru. Tónleikur og annað, sum kann leiðast til tann, ið farin er, kann eisini fríska sorgina uppaftur Hjálp – kona mín er deyð HEILSA HJÁLPIR AT FLENNA Hevur tú nakrantíð flent so nógv, at tú var um at skrædna? Tá vit flenna, útloysir heilin endorfinir. Hesi gera, at vit gerast í góðum lag, samstundis sum vit tola nógv meira pínu. Tað vísa kanningar, sum vórðu gjørdar á University of Oxford. Luttakararnir í kanningini sótu og hugdu eftir Mr. Been, meðan teir vórðu útsettir fyri pínu av ymiskum slag. Kanningin vísti heilt greitt, at menniskju tola nógv meira pínu, tá tey flenna. Kelda: Psykologi Tað er eingin gransking, sum bendir á, at long sjúkralega innan deyðsfallið ger sorgina lættari. Tað er heldur tvørturímóti