týsdagur 21. juni 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
18
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara,
Rannvá Marita Karlsdóttir Isaksen
f. 18.01.1944 d. 19.06.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til portørar og starvsfólk á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Takk til Marjuna Lómaklett og Hanus á Gørðum,
prestar, fyri góð og troystarrík orð í heiminum, í
kapellinum og í kirkjuni.
Takk til Hallur, Kristinu og Beddi fyri góða
sangframførslu í kirkjuni.
Takk til familju, vinir, grannar og øll, ið ringdu ella
komu á gátt og vóru um okkum hesa sváru tíð.
Takk til øll tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum.
Takk fyri vakrar blómur og kransar, ið prýddu
kirkjuna og grøvina.
Familjunnar vegna,
Ísak
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaða
mamma, omma, langomma og olduromma
Karin Breiðaskarð
f. 24.10.1919 d.11.05.2016
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Vesturstovu, sum hava verið um
mammu øll tey seinastu árini.
Tøkk til Marjun Bæk fyri troystarrík orð í kirkjuni
í Fuglafirði.
Tøkk til berarar, sangarar, orgulspæl og
kirkjutænarar. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við
ervinum.
Tøkk til Tabor manskór fyri sang í kirkjuni. Tøkk
fyri blómur, kransar og hjartans tøkk til tykkum,
sum hava latið gávu til Vesturstovu.
Familjunnar vegna
Marjun & Pól Jacob
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi
Høgni Hansen
f. 10. mai 1944 d. 6. mai 2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til deildina B8 á Landssjúkrahúsinum, fyri
alla tykkara góðu hjálp og ugga í sambandi við
hansara sjúkralegu. Somuleiðis takk fyri vitjan á
Ríkissjúkrahúsinum og á Hotel Tórshavn.
Takk til Eivind og Sigrun av Reyni fyri troystarrík
orð á Landssjúkrahúsinum og í Kapellinum.
Takk til øll, ið vitjaðu úti á Landssjúkrahúsinum og
ein serlig tøkk til Bjørt fyri vøkur og eyðmjúk orð.
Takk til Sonju Klein fyri vøkur og troystarík orð
í kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar og gávur.
Takk til sangarar, og til tykkum, sum bakaðu og
takk fyri hjálpina við ervinum í B36-húsinum.
Takk til tey mongu, ið fylgdi Høgna til hansara
síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Solgerd Hansen við familju
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum við
blómum, sangi og heilsanum gleddu okkum á
gullbrúðleypsdegi okkara. Takk til øll tykkum,
sum komu til borðhaldið í Fríðrikskirkjuni.
Tað var fløvandi at hitta so mong.
Ethel og Jákup
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum gleddu
okkum á gullbrúdleypsdegnum 30.04.16.
Tit, sum hjálptu til, og tit sum komu
inn á gólvið.
Heilsan
Anne Gretha og Jóhan Elias Hansen
eblaðið
sos.fo