Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 26 Sosialurin Loyvi til aftursøkking Umhvørvisstovan hevur hin 21. juni 2016, sambært kunngerð um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, givið Kvívíkar kommunu loyvi til at aftursøkkja sand, sum er tikin upp úr bátahylinum á Válinum. Sandurin verður aftursøktur norðan fyri bátahylin Loyvið er alment og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til landsstýris kvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal innan 20. juli 2016 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo Býtið av legatpørtum fyri 2016 fer fram í oktober mánað. Støddin av legatpørtunum er millum kr. 500,00 og kr. 3.000,00 eftir nærri áseting nevndarinnar. Legatið verður latið til ástøðiliga og verkliga útbúgving hjá ættarfólki, eisini ætt-leiddum hjá systkjum Sofíu Louisu Gorm-Petersen, fødd Nielsen. Í undantaksføri kann legatpartur latast til at hjálpa einum av nevndu ættarfólkum í sambandi við fyribils fíggjartrupulleikar í virki teirra, ella fyri at viðkomandi kann byrja yrki, har íløgupeningur er neyðugur. Saman við umsóknunum skal sendast: 1. bústaður, møgulig teldupostadressa og P-tal umsøkjarans (danskt cpr.nr. hjá teimum sum búsitandi eru í Danmark), 2. ljósprent av dóps- ella navnabrævi, 3. frágreiðing um hvussu umsøkjarin er ættaður frá einum av systkjum Sofíu Gorm-Petersens. 4. frágreiðing um hvat ætlanin er at nýta legatið til. 5. váttan frá útbúgvingarstað (t.d. skúla ella læruplássi) við frágreiðing um, nær útbúgvingin er byrjað, og um vanliga útbúgvingartíð og 6. upplýsingar, um umsøkjarin hevur framíhjáinntøku, fær onnur legat ella fær hjálp frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum. 7. banki, skránr. og kontonummar umsøkjarans. Umsøkjari, ið ikki hevur sent inn frammanfyri nevndu upplýsingar og váttanir, kann ikki vænta at umsóknin verður viðgjørd. Umsóknirnar skulu, í seinasta lagi 31. august 2016, verða sendar legatnevndini v/ Páll Nielsen, Mýrisnípuvegur 21, FR-100 Tórshavn (pall@ advokatvirkid.fo) DIREKTØR P. GORM- PETERSEN OG HUSTRUS LEGAT TIL FORDEL FOR SIDSTNÆVNTES SLÆGT-NINGE SKANSAVEGUR 1, POSTSMOGA 85, 110 TÓRSHAVN TEL. 312171, FAX 315874, WWW.ADVOKATVIRKID.FO LEGATLÝSING Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýtt smíl? Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum INNBJÓÐING TIL ÆTTARSTEVNU Eftirkomarar eftir Hans Paula Johannesen á Norðtoftum og Malenu úr Búrstovuni á Eiði hittast í Badminton høllini í Klaksvík 22. juli kl.17. Boðið verður øllum eftirkomarum til og við oldurabbabørnum hjá Hans Paula á Toftum við maka. Tilmelding fer fram hjá Hallgerð Akurstein við at smsa ella ringja á 752313 ella senda teldupost hallnsim@hotmail.com. Uppgevast skal fult navn á øllum luttakarunum, og hvørji grein eftir Hans Paula tey eru frá og eitt telefonnummmar. Tilmeldingarfreistin er 01.juli. Kostnaður fyri hvønn er: 480kr fyri vaksin og 250kr fyri børn undir 12 ár. Børn undir 2 ár, ókeypis. Upphæddin skal flytast á kontu 9181-4957484. Heindrikkur prinsur, sum ikki var við drotningini í Føroyum í farnu viku, hevur tó ikki gloymt okkum, og í næstu viku fer hann at handa Lions-prísin upp á 400.000 krónur til ein serligan sansa-garð á Føroya Barnaheimi 400.000 Lions- krónur til Barnaheimið Lions Club Tórshavn, sum kann halda 50 ára stovningardag í november mánaði, hevur vunnið rættin at lata ársins Lions-prís, sum er upp á tilsamans 400.000 krónur, ið koma Føroya Barnaheimi til góðar. Lions-prísurin, sum varð stovn­aður í 1988, verður latin einum einstaklingi, stovni ella líknandi sum stuðul til granskingar- ella menningararbeiði, ið kann betra um lívskorini hjá borg- arum. Og í ár er tað hepnast Lions Club Tórshavn at fáa sítt uppskot innstillað til prísin, ið sostatt endar í Før- oyum. Tað verður Føroya Barna­ heim, ið fær tær 400.000 krón­urnar, sum Lions- prís­urin er í ár, og í tí sam­ bandi fara Mortan Poulsen, fráfarandi forseti í Lions Club Tórshavn, og Hildur Her­mansen, leiðari á Føroya Barna­heimi, um eina góða viku niður at taka ímóti Lions-prísinum. Hetta hendir við stíli, tí tað verður hansara kongliga hátign, Heindrikkur prinsur, ið fer at handa prísin umborð á “Dannebrog”, sum tá liggur í Aalborg. Prinsurin er verji fyri Lions Club Danmark, og ein av uppgávunum er, at hann á hvørjum ári handar Lions-prísin. Sansa-garður Sum altíð, tá talan er um Lions-pengar, skulu teir fara til eitt vælgerandi og sam­ felagsbyggjandi enda­mál, og í hesum føri verður tað so ein spennandi verkætlan hjá Føroya Barnaheimi, ið kann njóta ágóðan av, at innstillingin frá Lions Club Tórshavn vann frama og tær 400.000 krónurnar koma hendavegin. Í stuttum snýr tað seg um, at Barnaheimið hevur brúk fyri einum serligum sansa- garði, ið skal hjálpa børnum við umsorganarsviki at fáa eitt amboð, ið kann hjálpa teimum at menna eitt nú motorisku evnini, umframt heimafunktionell evni og somuleiðis kenslulig evni. Millum annað hevur Lions Club Tórshavn í um­ sókn síni um Lions-prísin víst á, at felags fyri børn­ini, sum búgva á Barna­heim­in­ um, er ein ovurhonds stórur tørvur á positivum upp­ livingum, tí tey annars hava upplivað lívið sum grátt og dapurt og uttan eitt innihald við meining í. Sansagarðurin skal ger- ast á økinum hjá Barna­heim­ inum, og talan verður um fleiri tættir, tí tað snýr seg bæði um umhvørvi við gróti, eitt drívhús, rennandi áarløk og ljóðføri, sum børnini alt samalt kunnu fáa gleði og gagn av uttandura.