hósdagur 23. juni 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
24. juni 2016
Stovnsleiðslur mugu eisini hava
ábyrgd av sínum bygningum
Landsverk er komið í rasshaft av ábyrgdini
av almennum bygningum.
Í tosinum um at røkja og umvæla al
mennar bygningar kom fram, at stjórin á
Landsverki heldur, at rættast er at almennir
stovnar gjalda húsaleigu fyri høli, tey brúka.
Hetta var sagt í kjalarvørrinum av, at
Landsverk í frágreiðing staðfestir, at vit eru
so langt afturúrsigld viðvíkjandi viðlíka
haldi av almennum bygningum, at tað fer
at taka fleiri ár at koma uppundan, tí at
sokalla »eftirsleipið« er so stórt.
Sama er við samferðslunetinum so sum
vegum, brúm og tunlum. Har er eftirsleipið
so stórt, at Landsverk hevur ongan kjans at
fáa bilbugt við hesum viðurskiftum, um ikki
munandi játtan verður latin stovninum
til endamálið. Har er støðan so álvarslig,
sambært Landsverki, at vit kunnu koma í ta
støðu, at Landsverk fer at mæla frá at koyrt
verður á ávísum vegastrekkum, tí trygdin
beinleiðis er í vanda.
Viðvíkjandi hølunisviðurskiftum hjá
almennum stovnum, so er tað rættiliga
illa umhugsað, at einki slag av húsaleigu
frá stovnunum verður brúkt. Tað sigur seg
sjálvt, at tað verður brúkt ov nógv pláss, tá
tað ongan týdning hevur fyri raksturin hjá
stovnunum, hvussu stór hølini eru – sum øll
onnur mugu rinda húsaleigu fyri.
Sjálvsagt ber ikki til at leggja húsaleigu
oman á verandi rakstur hjá øllum almenn
um stovnum. Men tað hevði borið til at
havt húsaleigu sum ein part av rakstrinum
soleiðis, at tað eisini loysti seg fyri stovnin
at vera sparin og at húsast við minni plássi.
Á henda hátt hevði tørvurin á umvælingum
og viðlíkahaldið eisini minkað tilsvarandi,
eins og pláss kundi verið fyri húsa fleiri
almennum stovnum – ella øðrum virkjum
við – fyri somu pengar.
Tað er einki at ivast í, at tað er lættari at
húsast, tá onnur gjalda leiguna. Tí er tað
rætt, at tað almenna ger reglurnar soleiðis,
at tað í veruleikanum loysir seg hjá stovns
leiðslum at spara á øllum øki. Viðvíkjandi
viðlíhaldi, so átti tann ábyrgdin eisini at
verða plaserað nærri stovninum sjálvum, so
tað ikki altíð verður so lætt at skyda upp á
»stóra trøllið« Landsverk.
Fyri tað um talan er um
almennar pengar, so skulu
teir nýtast við skili.
Stóru evropisku festivalarnir hava sent boð eftir
HighasaKite, og nú koma tey eisini á Summar
Festivalin
Tey eru nakað av tí mest spennandi í altjóða
poppumhvørvinum í løtuni, og veruliga gjøgn
umbrotið er á veg. Teirra nýskapandi og hugtak
andi popptónleikur hevur fingið vind í seglini,
og í heimlandinum Noregi eru tey tann nýggja
vónin. Europeiskir festivalar sum Glastonbury
og Roskilde hava sett tey á plakatina, og í heyst
skulu tey á umfatandi konsertferð í USA.
Summar Festivalurin er sera fegin um, at tað
hevur eydnast at fáa HighasaKite at spæla á
festivalinum í ár.
– Í fjør bjóðaðu vit okkara gestum Lukas
Graham, sum síðani er blivin ein heimsstjørna.
Nú kunnu fólk uppliva tað næsta stóra, High
asaKite úr Noregi, siga fyrireikararnir av Summ
ar Festivalinum.
HighasaKite hevur fingið framúr ummæli
fyri útgávuna Camp Echo, sum kom út í mai
mánaði.
– Um tú hevur mist trúnna uppá
popptónleik, so vísir
HighasaKite tær
ljósið, skrivaði norska
Dagbladet í ummæli,
sum fekk besta
skoðsmál.
Almennir bygningar skulu røkjast
Nýggj poppvón
kemur á Vágsbø
Summarfestivalur
Les eisini blaðið
á telefonini
Framhaldsdeild
– ella ikki...
Bjørghild Djurhuus
Kjak síða 30
Restorffs hevur
handlað í 160 ár
Siðsøga síða 26-27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At fólkavøksturin
í Føroyum er 587
ella 1,2 prosent?
Í hesum døgum verða nógvar pisur klaktar.
Soleiðis ímyndar keiputeknarin Napoleum Smith sær »studentsins bjartasta dag«
Syng um studentsins bjartasta dag