Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 8 at siga vóru fáar vónir um, at tað skuldi gangast henni so væl, sum tað vísti seg at gera. Ein serlækni í brunasárum hevði ætlað sær í feriu við familjuni, tá hendingin fór fram, men hann gav avboð og fór heldur aftur til arbeiðis at hjálpa Kristinu. Hetta eisini tí, at hann ongantíð áður hevði sæð nakran yvirliva slík álvarsom brunasár. – Tøknin tá var ikki sum hon er í dag, og einasti mátin eg kundi yvirliva var, um eg fekk húð­ transplantatión frá einum ein­ eggjaða tvíburða. Og eg hevði tíbetur eina eineggjaða tví­burða­ systur, sum stóð klár at hjálpa, minnist Kristina Dam Grumstrup. Systurin eigur í so máta ein stóran fingur við í spælinum í, at Kristina í dag er á lívi. Ein stórur partur av húðini á beininum hjá systrini varð brúkt til at geva Kristinu og soleiðis gera hana fríska aftur. Mamman bað um hjálp Mamma Kristinu Dam Grumstrup fór úr Føroyum, tá ið hon frættu um hendingina, og tá Tjaldrið legði at nakrar dagar seinni, var hon har at stuðla dóttrini. – Tað fyrsta mamma segði, tá ið hon kom inn var, at hon hevði biðið fyri mær allan vegin við Tjaldrinum, og hon hevði fing­ið svar, sigur Kristina Dam Grumstrup. Hon lýsir mammu sína sum »religiøsa upp á tann rætta mátan«, og tá mamman talaði, visti Kristina, at orðini vóru sonn. – Hon segði: »Eg havi fingið loyvi til at behalda teg«, og tá visti eg, at eg ikki fór at doyggja, minnist Kristina Dam Grumstrup aftur á. Pápi Kristinu kom á sjúkrahúsið ein mánað eftir hendingina, og júst tá var hondin hjá Kristinu til viðgerðar. Hondin var so mikið illa farin, at ætlanin var, at hon skuldi amputerast. Hetta fall pápanum fyri bróstið, sum mintist aftur á tíðina hjá dóttrini sum hondbóltsmálskjútti í Føroyum. Hann spurdi, um allir aðrir møguleikar vóru royndir. – Tá tóku teir húð frá búkinum og fluttu á hondina. Tað hevur riggað fínt, sigur Kristina. Doyði tvær ferð og sá ljósið At Kristina stúrdi fyri lívinum fyrstu tíðina á sjúkrahúsinum er kanska ikki so løgið. Tí tvær ferðir meðan hon lá til viðgerðar, stegðaði hjartað. Og báðar ferðir hendi tað sama. – Øll pína steðgaði, og eg føldi tað sum, at eg sveimaði upp ímóti einum sterkum ljósi, og rundan um meg var alt blátt, sigur Kristina Dam Grumstrup. Báðu ferðirnar varð hon hálað niður aftur í kroppin, tá ið læknar­ nir góvu henni hjartamassagu og soleiðis fingu lív í hana aftur. – Síðani tá havi eg ikki verið bangin fyri at doyggja, tí eg veit, at tað verður soleiðis, tá ið eg doyggi, sigur Kristina Dam Grumstrup. Tá ið tað ikki longur stóð um lív hjá Kristinu, bóðu læknarnir tá­ verandi sjeikin hjá ungu kvinnuni koma inn á kontórið til eitt prát. – Hann fekk at vita, at um hann ætlaði at gera tað liðugt við meg, so skuldi hann gera tað beinanvegin, tí longri tað gekk, verri var tað, sigur Kristina. Sjeikurin øtaðist og segði, at so leingi persónligheitin var tann sama, so mundi fara at ganga. Hann hevði ongantíð hugsað tankan, hóast illa stóð til hjá Kristinu. – Vit hava fyri stuttum havt gullbrúdleyp og hava tvær fittar døtur saman, sigur Kristina Dam Grumstrup. Tað hevur ikki oyðilagt nakað Hóast Kristina hendan summar­ dagin í 1962 fekk so álvarsaman smeit, at eingin væntaði hon slapp livandi frá tí, so hava tey 54 árini síðani ikki verið merkt av pínu ella stríði. – Eg setti mær fyri beinan vegin, at eg ikki skuldi taka synd í mær sjálvari, sigur Kristina Dam Grumstrup. Hon minnist, at hon skemtaði við læknarnar og gjørdist væl við starvsfólkini á sjúkrahúsinum. – Eg plagdi at siga við tey, sum tóku so synd í mær, at tey skuldu fara út aftur og koma inn, tá ið tey høvdu eina góða vittigheit at fortelja, greiðir Kristina Dam Grumstrup frá. Kristina og maðurin eru ídnir golfspælarar, hóast tað helst ikki eigur at bera til. Hondin hjá Kristinu er illa farin og kann ikki boygjast, men kortini hevur hon fingið tað at bera til. – Maður mín vildi so fegin hava, at eg kom at spæla golf við hon­ um. Hann leigaði mær ein privat­ venjara, og tann maðurin segði við meg, at eg ongantíð fór at spæla golf. Tá tók eg avgerð um, at tað skuldi eg nokk læra, sigur Kristina Dam Grumstrup og staðfestir, at hon ongantíð hevur valt at síggja forðingarnar orsaka av tí, sum hendi hendan summardagin í 1962. BARBARA@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA »Eg minnist bara hesa ræðuligu pínuna eg hevði um allan kroppin og hvussu ótrúliga tyst eg var« Kristina Dam Grumstrup Kristina Dam Grumstrup og familja hennara búgva í Hornbæk í Danmark. Í summar vitjaðu tey í Føroyum, tí døturnar, sum eru uppvaksnar í Danmark, vildu síggja Føroyar aftur. – Tað var fantastiskt veður allar dagarnar og ótrúliga stuttligt at vera heima aftur, sigur Kristina. Herfyri vitjaði Kristina Dam Grumstrup bæði í Norðurlandahúsinum og í Vestmanna, har hon helt fyrilestur um tað, sum hendi hendan dagin í 1962. Nógv fólk møttu til báðar fyrilestrarnar. Fyrstu ferð Kristina tosaði um hendingina var til eitt felagskvøld í Danmark herfyri, og soleiðis kom áhugin eisini til Føroya. Fyrilestrar um lívið