Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 32 Ítróttar- og mentanarøkið við Løkin í Runavík er í stórari menning. Ítróttarøkið fevnir um vøllin við Løkin, Bylgjuna við ítróttarhøll og fimleikarhallum og eina komandi svimjihøll. Mentanarøkið fevnir um fleiri stovnar, Løkshøll, Bókasavnið við Løkin og Skúlan við Løkin. SØKT VERÐUR EFTIR HÚSAVØRÐI TIL BYLGJUNA OG SAMSKIPARA TIL ÍTRÓTTAR- OG MENTANARØKIÐ Í RUNAVÍK Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo, www.runavik.fo HÚSAVØRÐUR TIL BYLGJUNA Søkt verður eftir einum húsavørði til Bylgjuna. Bylgjan er ein nýggjur og snotiligur bygningur, og ynskir kommunan at varðveita og menna bygningin. Húsavørðurin fær ábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av bygninginum í samráð við teknisku deild hjá kommununi. Húsavørðurin fær eisini ábyrgd av at skipa rein- gerðina og arbeiðið hjá reingerðartoyminum. Nógvar framkomnar tekniskar skipanir eru, sum bæði skulu stýrast, gagnnýtast og mennast. Vit sóknast tí eftir eini eldsál at halda okkara snoti- liga bygning í góðum standi og at syrgja fyri, at teknisku skipanirnar virka. Førleikar Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og sjálvmotiverandi. Starvsstaðurin verður í Bylgjuni. Húsavørðurin skal tó eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum ítróttar- og mentanarstovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, t.d. í samband við størri tiltøk. SAMSKIPARI TIL ÍTRÓTTAR- OG MENTANARØKIÐ Søkt verður eftir einum samskipara til ítróttar- og mentanarøkið í Runavík, sum skal skipa og skapa innhald í frálíku karmarnar. Samskiparin fær ábyrgdina av at leiða og skipa virksemið í Bylgjuni, bæði tá tað snýr seg um ítróttafeløg, fastar leigarar, útleigan umvegis netið og stór og lítil tiltøk. Samskiparin fær eisini ábyrgdina av at fáa til vega og skipa fyri tiltøkum í Løkshøll. Samskiparin kemur at virka í tøttum samstarvi við húsavørðin í Bylgjuni og við leiðslurnar á Bókasavninum við Løkin, í Skúlanum við Løkin og tekniska samskiparan í Løkshøll. Førleikar Vit seta ikki krav um ávísa útbúgving, men vit ynskja, at rætti umsøkjarin hevur innlit í ítrótt og mentan, dugir at hugsa yvirskipað, hevur hugflog og er nýskapandi, hevur fíggjarligt skil, er stinnur í teldunýtslu og dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, norður- lendskum og enskum. Starvstaðurin er í Bylgjuni og í Løkshøll. K R E A Húsavørðurin og samskiparin koma at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og mugu teir tí tola og vera virknir í hesum broytingum. Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í ítróttar- og mentanarstovnunum við Løkin og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin og samskiparin eru fyrikomandi og tænastu- sinnaðir. Virksemi er í Bylgjuni frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, og verða arbeiðstíðirnar tilrættis- lagdar eftir tørvi. Roknast má við úrtíðararbeiði. Húsavørð- urin og samskiparin mugu vera fleksiblir og vælskipaðir. Løn Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála. Setan Miðað verður eftir at seta størvini skjótast tilber við starvsbyrjan 1. august 2016. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Runavíkar Kommunu, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, ella við teldu- posti til runavik@runavik.fo. Umsóknarfreistin er mána- dagin 27. juni kl. 12. Nærri kunning Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanar- leiðara, við telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 221226. Fyri bæði størvini er galdandi Sergrein undir útbúgvingini Kleinsmiður Stálskipasmiðir fáast fyrst og fremst við at byggja stálskip, men gera eisini arbeiði á virkjum og innan flutning og byggivirksemi. Arbeiði fevnir millum annað um at gera konstruktiónir til og úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum. Útbúgving Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla. Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla. Læruplássið er í MEST samtakinum. Útbúgvingin endar við sveinaroynd. Upptøkutreytir Fráfaringarroynd fólkaskúlans. Í lærU á MEST? Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingum at byrja 1. august 2016. Søkt verður eftir 4 lærlingum – einum lærlingi til stálskipasmið og einum lærlingi til sveisara til MEST á Skála og til MEST í Havn Stálskipasmiður – lærlingur Sum sveisari abeiðir tú við at gera til­ sker ing ar og evna til rættar­, skráar­ og heildar skurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini arbeiðir ein sveisari við at leggja til rættis og gera ein fald ar framleiðsluupgávur, handliga eins væl og við maskinum, at leggja til rættis og gera skap í plátu­, rør­ og stáltvørskurðum. Tú lærir at sveisa innan elektrodu­, MIG­ og MAG sveising o.s.fr. Útbúgving Yrkisútbúgvingin er skipað soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla. Lærutíð: 2½ ár – harav 35 vikur í skúla. Læruplássið er í MEST samtakinum. Útbúgvingin endar við sveinaroynd. Upptøkutreytir Fráfaringarroynd fólkaskúlans. Framtíðarmøguleikar Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur stálskipasmiður ella sveisari. Tú kanst eisini sum Stálskipasmiður fara undir framhaldsútbúgving sum t.d: Maskinmeistari Framleiðslutøkningur Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið) Sí annars nærri um útbúgvingina undir www.yrkisdepilin.fo ella www.glasir.fo. løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya handverk­ arafelag og Landsfelag Handverkaranna. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Mouritz Mohr á telefon 791130 Umsóknir og cv skulu sendast til mm@mest.fo í seinasta lagi hósdagin 30. juni 2016. Sveisari – lærlingur MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM­Offshore Service, sum hevur starvsfólkí oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni­ og verkfrøðingastovu. Gott og væl 300 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum. www.mest.fo