Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 Sosialurin VOXBOTN VÆL TIL VOXBOTN Skipanin av økinum var broytt nakað í mun til undanfarin ár, nú nýggja trappan er komin. Lítli pallurin, sum áður hevur staðið framman fyri Bojsensgarð, var fluttur oman á torgið framman fyri Miðlahúsið og vendi út móti trappuni. Petur Slyne, sum skipar fyri tiltakinum saman við Rúna Djurhuus og Háldan Haldansen, heldur, at broytingin hepnaðist væl. – Trappan riggar væl til Voxbotn. Vit máttu gera ymiskar tillagingar í mun til undanfarin ár, men tær hepnaðust væl, haldi eg. Tað, at økið nú er vorðið eitt uppihaldsøkið ger eisini, at meiri rúm er í Vágsbotni og at tað ikki tykist líka trongt, tá so nógv fólk eru savnað saman, sigur hann. – Sjálvandi verður tað trongt, tá høvuðsnøvnini eru á palli og nógv lív er í fjøldini, men vaktirnar vóru alla tíðina árvaknar. Vit royndu millum annað altíð at fáa fólk at taka eitt fet aftur, áðrenn nýggjar framførslur byrjaðu, eins og at vit royndu at føra børn burtur úr trongastu støðunum, sigur hann. Leygardagin gjørdist greitt, at tvey av útlendsku nøvnunum, Kesi og Sivas, kortini ikki fóru at framføra. Signar í Homrum traðkaði tó til á pallinum. – Teir komu úr Fraklandi, men gjørdust tí ov seinir til Føroyaflúgvaran. Tað var ótrúliga flott av Signari í Homrum at beinanvegin traðka til á hendan hátt. Hann er eisini sera væl umtóktur í Føroyum, so tað eydnaðist heilt væl, sigur Petur Slyne. – Vit arbeiða nú við at fáa Kesi og Sivas til Føroya í nærmastu framtíð. Enn er ikki heilt greitt hvussu og nær, men tað er eyðsæð, at teir hava nógvar fjepparar í Føroyum, sum vóru vónbrotin av, at teir ikki komu. Teir vilja eisini fegnir koma, so vit vóna at finna eina loysn, sigur Petur Slyne. Talan verður tó neyvan um Tórsfest. – Har eru longu so nógv stór nøvn á plakatini, at eg ivist í, um pláss eru fyri teimum báðum eisini. Talan verður allarhelst um okkurt annað høvi, sigur hann. – Vit fara nú undir at gera eftir­metingar av til­takin­um saman við áhoyrarum, tón­ leikar­um, vaktar­fólki, løg­reglu og kommun­ uni. Eingin ivi er tó um, at vit halda, at tiltakið eydnaðist av­bera væl aftur í ár. Lagið var gott á fólki, veðrið var av tí besta og við onkrum einstakum undan­taki uppførdu fólk seg avbera væl, sigur Petur Slyne. Okkurt um 5.500 fólk vóru leygarkvøldið savnaði í Vágsbotni til Voxbotn og fyriskipararnir eru væl nøgdir við tiltakið