mánadagur 27. juni 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
FÓTBÓLTUR
Dagarnir hjá mongum fót
bóltsfjeppara eru framvegis
merktir av EM-endaspæl
inum í Fraklandi. Seinni í dag
verða tvær áttandaparts
finalur spældar, og hesir
dystir fara óivað at verða
sæddir av mongum fjepp
ara. Fyrst eru tað fótbólts
stórveldini bæði, Italia og
Spania, ið bresta saman
klokkan 17, áðrenn okkara
væl umtókta grannatjóð fyri
vestan, Ísland, skal spæla um
víðari luttøku ímóti EU-leysa
Onglandi klokkan 20.
Seks av teimum átta
londunum, ið skulu spæla
fjórðingsfinalu í EM, blivu
funnin
í
vikuskiftinum.
Londini eru Pólland, Wales,
Portugal, Frakland, Týskland
og Belgia. Júst vertstjóðin,
Frakland, var kanska tann
størsti favoritturin í síni
áttandapartsfinalu,
men
fransarnir komu í óvæntaðar
trupulleikar, tá ið Írland
legði seg á odda 0-1. At enda
bleiv tað tó til favorittsigur,
tá ið Antoine Griezmann við
tveimum málum tryggjaði
Fraklandi ein tepran 2-1
sigur.
Besta
fótbóltstjóðin
í
Suðuramerika eitur hvørki
Brasilia ella Argentina – hon
eitur Kili. Hetta er greitt eftir
finaluna í Copa América,
sum varð spæld í nátt ímill
um Kili og Argentina. Fyrstu
120
minuttirnir
endaðu
málleysir, men suðurameri
kanska
vreiðin
kom
til
sjóndar, tá ið tveir mans
frá hvørjum liði fingu reytt
kort. Alt endaði við brots
sparkskapping, ið Kili vann
4-2. Hetta er annað árið á rað,
at Kili vinnur Copa América.
Í fjør var søgan tann sama,
tá ið langa og klæna landið
eisini vann kappingina eftir
brotssparkskapping
ímóti
júst Argentina.
Finalutapið fær víðgongd
ar avleiðingar fyri argen
tinska landsliðið. Størsta
stjørnan av teimum øllum,
Lionel Messi, hevur nevn
iliga kunngjørt, at hann
steðgar
á
landsliðnum,
hóast hann bara er 29 ára
gamal. Orsøkin sigst vera, at
Messi nú hevur luttikið í fýra
landsliðsfinalum, sum allar
eru blivnar taptar – tríggjar
ferðir í Copa América (2007,
2015 og 2016) og einaferð í
HM (2014).
Tað
hevur
kanska
undrað, at nýggi venjarin
hjá Manchester United, José
Mourinho, framvegis ikki
hevur styrkt um hópin til
komandi kappingarárið, men
hetta verður helst broytt nú.
Sambært bretska Sky Sports
skuldi verið so gott sum vist,
at Zlatan Ibrahimovic og
Henrikh Mkhitaryan verða
nýggir spælarar í United.
Zlatan Ibrahimovic er sátt
málaleysur eftir tíðina í
Paris Saint-Germain, meðan
armenski Mkhitaryan eftir
øllum at døma verður keypt
ur frá Borussia Dortmund
– prísurin sigst at liggja um
250 milliónir.
Um tað er nakað felag,
ið kann sigast at vera eitt
vinarfelag hjá Liverpool, so
man tað vera Southampton.
Seinastu tvey árini hevur
Liverpool keypt heili fýra
leikarar frá felagnum fyri
sunnan, og nú sigst tann
fimti vera ávegis. Talan er
um
senegalesiska
Sadio
Mané, ið sambært BBC verð
ur keyptur fyri heili 300
milliónir. Álopssinnaði mið
vallarin skal til læknakann
ing seinni í dag.
Sum man hevur hoyrt tey
seinastu nógvu summørini,
so sóknast Arsenal eftir ein
um áleypara. Daily Mirror
sigur seg vita, at teir reyð
hvítu
úr
norðara
part
inum í London dyrgja eftir
Alexandre
Lacazette
hjá
franska Lyon. Vandamikli
framherjin
skoraði
heili
21 mál í 34 dystum í farna
kappingarári.
Tróndur Arge dugir ann
að enn at tosa um fótbólt
– hann dugir eisini at spæla
fótbólt! Hetta prógvaði hann
leygardagin í 1. deild, tá ið
hann legði Giza Hoyvík á
odda 1-0 ímóti næstbesta lið
num hjá AB. Dysturin endaði
5-2 til Giza Hoyvík.
ÍF og B36 verða óivað lið
ini, sum flyta upp úr 2. deild í
1. deild. Seks umfør eru eftir
nú deildin er farin í summar
frí, og liðini hava ávíkavist 14
og 12 stig niður til nummar
trý í triðbestu deildini hjá
monnum.
HONDBÓLTUR
U18-kvinnulandsliðið, ið skal
luttaka í European Open frá
3.-7. juli, varð úttikið fríggja
dagin.
Venjararnir
báðir,
Bárður Johannesen og Julian
Johansen,
hava
úttikið
hesar 16 leikararnar: Annika
Fríheim
Petersen,
Vár
Højgaard Thomsen, Margit
Weihe
Fríðmundsdóttir,
Marianna
Geirsdóttir
Eystberg,
Naja
Topholm
Thomsen, Fríða á Dunga,
Rannvá
Dahl
Hanusson,
Súna
Krossteig
Hansen,
Ingunn Kristina Persson,
Siw Matras, Maria Halsdóttir
Weyhe, Beinta Bárðardóttir,
Lea Durhuus, Tóra Eliasen,
Magna Tórðardóttir og Drós
Ragnarsdóttir.
FRÆLSUR ÍTR
Landsliðið í frælsum ítrótti
fer at luttaka í svensku kapp
ingini, VU Spelen, komandi
vikuskiftið. Íðkararnir, sum
fara út um landoddarnar,
eru hesir: Rebekka Fuglø,
Oddvør Josephsen, Óluva
A. Joensen, Birita Ryan,
Edna Maria Debes, Alda S.
Lamhauge, Julian Gregersen,
Tórur Mortensen, Tummas
N.
Arge,
Elisabet
Holm
Simonsen, Andrea K. Møller,
Bára J. Glerfoss, Kristianna
S. Joensen, Jana Mittún,
Erna K. Hansen, Jan Elmar
Sørensen og Miso Buha.
SÚKKLING
Tað byrjar at stunda til Tour
de France, ið fer av bakka
stokki leygardagin. Fyrr í
dag varð kunngjørt, at 26 ára
gamli danin, Christopher
Juul-Jensen,
fyri
fyrstu
ferð skal luttaka í heimsins
størstu
súkklukapping.
Hann er fjórði dani, ið higar
til er úttikin til kappingina.
Hinir eru Lars Bak, Michael
Mørkøv og Chris Anker
Sørensen.
TENNIS
Caroline Wozniacki er farin
átta pláss aftur á nýggja
styrkislistanum hjá kvinnu
ligum
tennisleikarum.
Danski tennisleikarin var
nummar 37, men er nú
nummar 45. Hon fer nú at
luttaka í árligu Wimbledon-
kappingini,
sum
byrjaði
klokkan 11 í dag.
neli@sosialurin.fo
STUTTSØGD TÍÐINDI
MESSI LEGGUR KONGIN
ÍSLAND AFTUR Í ELDIN
Stuttsøgdu tíðindini snúgva seg fyrst og fremst um fótbólt, nú EM-fepurin
er í hæddini. Hinar ítróttargreinirnar verða tó ikki gloymdar