mánadagur 27. juni 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Fyrsti av
smurningur í
ár. Tó glottar í
seinna hálvleiki.
Vælkomnir Jobin,
Rógvi og Símin.
Góða summarferiu.
Frens forever.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Summarferia og
nr 1. Galið tað
er well. Tillukku
Hjalgrím við málið
nr 100. AB ja teir
skulu halda seg
til tað teir duga.
Stórdans í høllini
SÆBJØRN LEITI ÍF
Skandala
men nú er
feria vit
mugu uppá
hestin afrur
Koyr á ÍF.
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
Haldi hasir
NSÍ 'arnir eru
forbanka smáligir
og Ósportsligir
.... Skora 2 mál
ímóti okkum !
Langt úti !!!!!
BlaBlaBla
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
11v11 hevði blivið
órættvíst, so vit koyrdu
tað bara heim við 10
monnum. Eitt megnar
liðavrik! Vit hava ein Klæmint. B36
hevur ein Firstprice Zlatan. Hvussu
skal tað tá vera? Her luktar annars
av landsliðsboðum til Símun Rógva!
Góðir! Góðir! Góðir !!
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Fótbóltur er á skránni alt árið
í Føroyum. Fleiri av liðunum
fóru undir fyrireikingarnar
til hetta kappingarárið í
november í fjør, og hjá fleiri
verður ikki helmað í, fyrr enn
kappingarárið verður liðugt
síðst í oktober.
Fríggjakvøldið fór Effo-
deildin í summarfrí. Seytj
anda umfar verður 24. juli.
Talan verður kortini ikki
um summarfrí hjá nógv
um av liðunum. Orsaka
av
europeisku
avbjóð
ingini spældu NSÍ og B36
hóskvøldið, og longu fríggja
morgunin fór B36 av land
inum. Fyrsta føroyska av
bjóðingin í Europa í ár verður
týskvøldið, tá ið B36 fer at
spæla á Malta.
Tíðliga hósdagin fara HB
(klokkan 14) og Víkingur
(klokkan 15) at spæla á úti
vølli í ávikavíst Estlandi
og Letlandi, og hóskvøldið
klokkan 19 eigur NSÍ heima
vøll á Svangaskarði.
Renna undan
FM prátinum
KÍ luttekur ikki í europeisku
kappingunum
í
summar.
Vónin er at kvalifisera seg til
kappingina næsta summar.
Sambært stigatalvuni sær
tað væl út, og í Klaksvík ar
beiða teir fyri søkini:
– Nú halda vit frí í tíggju
dagar, og so fara vit undir
fyrireikingarnar til restina
av
kappingarárinum.
Vit ætla at halda fram á
sama hátt, sum vit hava
gjørt higartil, segði Páll A.
Klettskarð
fríggjakvøldið,
tá ið KÍ við rimmar 5-1 sigri
staðfesti sína støðu sum
topplið – sjey stig framman
fyri næsta avbjóðaran.
Hjalgrím Elttør skorað
fyrsta
KÍ
málið.
Harvið
hevur hann skorað hundrað
mál í landskappingini, og tað
fagnaði hann vit at smoyggja
troyggjuna av sær, so áskoð
ararnir sóu hundrað talið á
bláu undirtroyggjuni.
– Eg havi verið í hesi ser
ligu troyggjuni fýra tær sein
astu ferðirnar, og eg visti, at
tað fór at kosta eitt gult kort,
men tað tóku vit við. Tað
kann ikki sigast annað, enn
at tað gongur væl, tá ið vit
harmast so nógv um, at tað
loksins eydnaðist mótstøðu
liðnum at skora ímóti okk
um, nú Kristian Joensen
hevði hildið tætt í næstan
sjey hundrað minuttir, sigur
Hjalgrím Elttør, sum setti
punktum, tá ið hann úr
vinstru og við uttaru síðu
sendi bóltin innfyri og í
høvdið á Jóannesi Bjartalíð,
sum skoraði til 5-1. Hetta
var annað málið hjá honum
fríggjakvøldið ímóti AB, sum
var einasta liðið, ið KÍ ikki
higartil í ár hevði vunnið
ímóti.
Miðverjarnir
Jonas
Flindt
Rasmussen
og
Ahmed Mujdragic skoraðu
eftir deyðbóltar, og Árni G.
Nielsen var fyrsti maður at
skora ímóti KÍ í tveir mán
aðir.
Yngsti maður á KÍ lið
num, miðvallarin Jákup B.
Andreasen, noyddist av vøll
inum longu í 22. minutti:
– Eg kom skeivt niður
eftir nærdyst, men eg veit
ikki enn, hvussu álvarsligur
skaðin er. AB spældi væl
í fyrra hálvleiki, tá ið tað
fleiri ferðir vóru spentar
støður frammanfyri okkara
mál, men vit eru effektivir
og skora upp á okkara
møguleikar, sigur Jákup B.
Andreasen.
KÍ hevur ikki vunnið FM
síðani 1999. Hvussu minnist
tú ta ferðina?
– Nú er ov tíðliga at tosa
um FM. Vit taka ein dyst í
senn. Eg eri føddur í 1998, og
eg havi fingið fortalt, at pápi
mín – Jan Andreasen – bar
meg inn á vøllin henda dagin.
AB liðformaðurin og mið
verjin Rói Danielsen ásann
ar, at tað ikki sær so gott
út, nú AB er fimm stig frá
bjargingini:
– Vit hava ikki mist mót
ið, og vit vita, at tað eigur at
bera til. Hetta er fyrsta ferð
in, at vit tapa við meiri enn
einum máli, og vit rokna við,
at tað í dystum eftir summar
frítíðina fer at koppa okkum
til fyrimunar, har tað higartil
hevur koppað ímóti okkum.
Ímóti KÍ riggaði tað betri
frameftir, enn tað ofta hevur
gjørt. Orsaka av skaðum og
leikbannum noyddust vit at
umskipa verjuna nógv, og
tað sást sjálvandi aftur, sigur
Rói Danielsen.
Iðra seg um KÍ
Sigfríður
Clementsen
og
hansara menn í TB løgdu
fríggjakvøldið rygg til fyrsta
tapið síðani venjaraskiftið.
Harvið er TB fimm stig frá
niðurflytingarplássi
og
harvið resta tað tólv stig í at
røkka málið, sum Sigfríður
Clementsen setti sær, tá ið
hann tók við TB starvinum.
Víkinga venjarin Sámal
Erik Hentze fegnast um 2-0
sigurin við Stórá:
– Tað er altíð torført at
spæla á útivølli ímóti TB.
Málið hjá okkum var at
sleppa undan nógvum nær
dystum. Tað eydnaðist væl
í fyrra hálvleiki, tá ið Philip
Djordjevic
legði
okkum
framum. Eftir steðgin ráddi
um at brúka høvdið og halda
tætt, og tað var kærkomið,
at Sølvi Vatnhamar økti um
leiðsluna, áðrenn ein tími var
farin.
Tit eru næstfremst og
sjey stig aftanfyri KÍ. Hvussu
ert tú nøgdur við gongdina
higartil?
– Hon er á góðari leið,
men eg harmist um, at vit
hava tapt tvær ferðir ímóti
KÍ. Um vit høvdu havt
vunnið annan dystin ímóti
klaksvíkingum, so hevði tað
sæð uppaftur betri út og
verið tættari, sigur Víkinga
venjarin.
Lagið er betri í HB
Eftir oyðimarkagongd hevur
HB nú vunnið tvær ferðir.
Eftir 1-0 á Argjum endaði tað
fríggjakvøldið 6-1 ímóti B68:
– Vit spældu væl á Argj
um, og tað var sera avgerandi,
at vit skoraðu beinanvegin
ímóti B68, sum fyrr í ár
megnaði at halda tørn ímóti
okkum í 85 minuttir. At málið
kom so skjótt bar við sær, at
tað varð friður yvir okkara
spæli. Tað kann eisini fara at
vísa seg at hava týdning, at
vit bøttu so mikið um mál
munin, sigur HB venjarin Jan
C. Dam.
Orsaka
av
skaða
var
Øssur Dalbúð ikki tøkur
hjá HB. Ari Mohr Olsen var
fremsti maður, og hann
takkaði fyri álitið við fyrsta
korterið at skora tvær ferðir
og við at gera hattrikk í
fyrra hálvleiki. Christian R.
Mouritsen, sum hevur verið
eitt sindur inn og út, skoraði
tvær
ferðir,
og
Adrian
Justinussen, sum eftir hálv
an tíma avloysti skadda Teit
Jacobsen,
setti
punktum,
eftir at Óli H. Olsen hevði
umsett brotsspark til mál
fyri B68.
Tað kom illa við hjá tofta
monnum, at Evrard Blé longu
í fjúrtanda minutti sá reytt
fyri at nýta neyðbremsuna.
Merkisvert var tað, at Petur
Reinert hevði ostaskorpuna
á lofti tríggjar ferðir. Fimm
minuttir eftir steðgin varð
Fýra lið spæla hesa vikuna í europeisku kappingini, og klaksvíkingar
fara longu mánadagin undir fyrireikingarnar at verja oddasessin
EFFO-DEILDIN
SUMMAR
FRÍTIÐIN
ER STRIKAÐ
Máltindurin:
Klæmint A. Olsen NSÍ . . . . . . . 17
Jóannes Bjartalíð KÍ . . . . . . . . 14
Páll A. Klettskarð KÍ . . . . . . . . 10
Vónin er hjá oddalínum KÍ,
er at kvalifisera seg til kapp
ingina næsta summar