mánadagur 27. juni 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 26 • 27. JUNI 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Óli Mouritsen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Ruddiligur, fyrikomandi og umsorgarfullur
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Sjálvandi ein Fiat
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Nokia
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Á terassuni í havanum saman
við familjuni á Gripsvegi
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Skorrin blúsar (slang millum vinir)
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Heildarmyndini, útstrálingini og sjarmuni
HVAT STRESSAR TEG?
Einki
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Heimagjørda fiskasuppan hjá konuni
HVAT GLEÐIR TEG?
At tað gongst familjuni og
øllum føroyingum væl
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tá eg í 1987 fekk møguleika at uppfylla mín
barndómsdreym – at ogna mær ein Ferrari
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Arbeiði hjá mær sjálvum
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Tað hevur mín áhuga at arbeiða við
bilum og at vera mín egni stjóri
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tá eg fangi meg sjálvan í
mínum egna fantasii
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Mær dámar allan tónleik – best
dámar mær country
HVAT ER BESTA UPPFINN
INGIN OG HVÍ?
Lat okkum siga hjólið og bilurin
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Sjálvandi at stovna egna familju
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Livað sum vanligt
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Givið tíggjund til Guds ríkis arbeiði
og hugsað um míni nærmastu
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Føroyar eru paradís á jørð og
eitt friðarligt land at liva í
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Í Føroyum. Um ikki, so heima hjá Harranum
Ferrari var mín
barndómsdreymur
Einki er liðugt
fyrr enn alt
er liðugt