Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 26 • 27. JUNI 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jóansøka – Breið semja hevur verið í býráðnum um at fríðka um miðbýin, gera parkeringspláss liðug, gera fortov, kantar, borð, benkur og torg. Nú kunnu fólk seta seg niður og njóta løtuna í miðbýnum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á jóansøku Vilmund Jacobsen T að verður borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, sum fer at handa steypini eftir kapp­róðurin leygardagin á jóansøku. Hetta er aðru ferð, síðan hann gjørdist borgar­stjóri, at jóansøka verður hildin í Vági. – Fyri okkum er jóansøka nakað serstakt. Fyrsta stevnan varð hildin í Vági hin 24. juni í 1924, og eg havi skilt, at tá spældu VB og TB fótbólts­ dyst, og her var kappróður. Tað eru heili 92 ár síðan henda dag. Dennis Holm sigur seg hava skilt, at tað ikki minst vóru reiðarar í oynni sum ynsktu, at okkurt tiltak, sum kundi vera eitt alternativ til ólav­søk­ una, varð hildið í Suðuroy. – Reiðarar, sum eisini høvdu virk­ semi á landi, mistu ofta fólk norður um fjørðin á miðsumri, og tí hava teir kanska hugsað, at eitt stevnutiltak í Suðuroy fór at gera, at færri fóru at leita sær á ólavsøku. Borgarstjórin í Vágs kommunu gleð­ir seg sum flestu onnur í Vági til jóan­søku. – Veðurgudarnir hava verið so blíðir í seinastuni, og eg haldi meg ikki hava sæð so mong ferðafólk í oynni áður sum seinastu tíðina. Nógv fólk, sum hava traðkað sínar barnaskógvar her og framvegis hava eitt heitt hjarta fyri Vági, leita sær til Suðuroyar rundan um jóansøku. Familjur og grannaløg eita saman, ungdómar og onnur, sum hava lokið prógv, halda veitslur, og skipað verður eisini fyri ársveitslum, har fólk hittast aftur eftir mong ár. Dennis Holm sigur, at vágbingar gleða seg til at hitta jóansøkugestir, og hann heldur, at tað framvegis er ein sjarma við gomlu bygdastevnunum, sum ein jóansøka er. – Tað er uppfrískandi at møta fólki, sum í góðum hýri leita aftur til Vágs, og tað er altíð stuttligt og gevandi at møta kendum andlitum aftur. Nógv er fríðkað Vegna kommununa gleðir borgar­ stjórin seg eisini at vísa fólki, sum hava verið burtur í eina tíð, býin aftur, tí nógv er hent í Vági seinastu trý árini. – Breið semja hevur verið í bý­ ráð­num um at fríðka um miðbýin, gera parkeringspláss liðug, sum hava staðið í hálvum gekki, gera fortov, kant­ar, borð, benkur og torg. Nú kunnu fólk seta seg niður og njóta løt­una í miðbýnum í Vági. Dennis Holm vísir á, at býráðið fær nógvar afturmeldingar frá fólki um, at býurin seinnu árini er vorðin nógv vakrari og meira innbjóðandi. – Tað er nokso bevíst, at hetta arbeiði er gjørt yvir seinastu trý árini, nú fíggjarliga rásarúmið hjá komm­ ununi er vorðið betri, enn tað hevur verið í fleiri ár. Vit hava valt at gera hetta innan karmarnar av okkara fíggjar­orku, soleiðis at hetta arbeiði ikki hevur kenst tyngjandi. Borgarstjórin heldur, at tá ein miðbýur sær eitt sindur kaotiskur út, sum hann tekur til, kunnu borgararnir skjótt fáa ta kenslu, at støðan er kaotisk. – Nú kunnu vit siga, at okkara mið­ býur er vakur og innbjóðandi, og tað eru vit ógvuliga fegin um, leggur hann aftrat. Í løtuni verður eisini asfaltterað í Vági. – Nøkur parkeringspláss og vega­ strekkir skulu asfalterast, soleiðis at býurin, nú jóansøka stundar til, verður enn vakrari. Summarhúsøki Tað var Vágs kommuna, sum slóðaði fyri at byggja tær tíggju smátturnar í sera hugnaliga umhvørvinum við Laksá í Vági. Kommunan syrgdi fyri økin­um og planeringini, og síðan eru tað privatir, sum eiga smátturnar. – Eigararnir noyddust tó at ganga undir nakrar treytir, sum kommunan setti, eitt nú um útsjónd, lit og útleig­an. Dennis Holm sigur, at allar smátt­ urnar nú standa uppi, harav átta eru púrasta lidnar og vera leigaðar út. Farið er undir at gera tær báðar sein­ astu lidnar, og hin tíggjunda smáttan verður bygd soleiðis, at fólk við likam­ ligum tarni hava lætta atgongd. Tað er Visit Suðuroy Vágur, sum leigar smátturnar út til ferðafólk, og øll eru vælkomin at leiga seg inn her. – Hvør smátta er 42 fermetrar stór. Her eru tvey kømur við tveimum sengrum í hvørjum kamari. Uppi á hemsini eru eisini tvær sengur. Køkur og stova eru í einum, og í smáttunum er sjálvandi eisini wc og bað. Hann vísir á, at á økinum við smátt­ urnar, sum er gyrt inni, er eisini sauna og heitur pottur, og her er ókeypis internet. – Við nýggju smáttunum hava vit í Vági nú fingið 60 seingjarpláss aftrat til ferðavinnuna. Kommunurnar leiklutur var bara at finna eitt egnað økið og at gera økið byggibúgvið. Dennis Holm leggur aftrat, at nú kunnu familjur, vinir ella kenningar eisini ferðast saman í Vági og búgva í smátt­unum. – Tað hevur ofta verið trupult at finna innivist, tá farið verður út í størri ferðaløgum, men hetta er nú ein góður møguleiki í smáttunum í Vági, sigur hann. At enda ynskir borgarstjórin í Vágs kommunu at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til Vágs at halda jóan­ søku 2016. Vágur fingið lekran miðbý – Tá ein miðbýur sær eitt sindur kaotiskur út, kunnu borgararnir skjótt fáa ta kenslu, at støðan er kaotisk, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen – Nú er okkara miðbýur vakur og innbjóðandi, og tað eru vit ógvuliga fegin um, sigur Dennis Holm