Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 26 • 27. JUNI 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jóansøka Suðursmíð tekur sær bæði av tí stóra og tí smáa. – Tær smáu uppgávurnar, eitt nú at skifta tak ella vindeygu, gera vit beinanveg, sigur Hjalmar Magnussen Vilmund Jacobsen V ágbingurin, Hjalmar Magnus­ sen, sum eigur og rekur byggi­ fyri­tøkuna Suðursmíð í Vági, gjørdist útlærdur sum timburmaður fyri umleið 16 árum síðan. Læruna tók hann hjá Thormann Vang. Í fleiri ár hevur Hjalmar Magnus­ sen arbeitt sum sjálvstøðugur timbur­ meistari við fleiri monnum í arbeiði. Í løtuni hevur Suðursmíð einar 20 mans í starvi, harav tríggjar lærlingar, har hin eini er vorðin útlærdir nú um dagarnar. Hinir báðir hava umleið eitt ár eftir at læra. Ymiskar verkætlanir Fyritøkan hjá Hjalmari Magnussen, sum hevur verið partur av flestu størri byggiverkætlanum í Suðuroy seinnu árini, loysir bæði størri og smærri upp­gávur. – Okkum dámar at standa sum høv­uðsarbeiðstakari, og okkum dámar eisini at gera arbeiði sum undirveitari hjá øðrum byggifyritøkum. Hjalmar Magnussen sigur, at Suður­smíð var við til at byggja Ellis­ heim­ið í Vági, Torgið í Vági, Barna­ garðin í Vági, Pálshøll, og byggi­fyri­ tøkan hevur eisini gjørt stoypi-og renover­ingsarbeiði í Saltsilo’ini. – Saman við Vágs Timburhandli eiga vit felagið Vágbygging, sum júst hevur bygt tíggju íbúðir fyri Bústaðir í Vági. Hetta eru íbúðir, sum liggja mill­um 80 og 130 fermetrar. Vit hava eisini bygt nógv umrøddu smátturnar í Vági. Hesar eru tíggju í tali, har átta eru lidnar og verða leigaðar út. Tað er privatir, sum eiga smátt­ urnar. Hjalmar Magnussen vísir á, at smátturnar eisini eru liður í ætlanini hjá Vágs kommunu at marknaðarføra býin innan ferða-og tænastuvinnu. Suðursmíð kann gera tað mesta í einari byggiverkætlan. – Vit stoypa, byggja, leggja rør, og vit hava málarar og gólváleggjarar. Tær tænstur, vit ikki hava, eitt nú inn­ an jørð- og lendisarbeiði og el, keypa vit frá okkara samstarvspørtum. Suðursmíð eigur eisini í einum felag, sum hevur eina byggihøll á Tvør­oyri, og her kunnu teir smíða timbur­elementir, eins og samstarvs­ felagin á Tvøroyri eisini kann stoypa betong­elementir. Stórt og smátt Hjalmar Magnussen væntar, at ein partur av manningini hjá Suðursmíð í næstum fer norður um Suðuroyarfjørð at smíða. – Tað liggur í kortunum, at onkur størri verkætlan bíðar okkum í høv­ uðs­staðnum, sigur hann. Eigarin av Suðursmíð leggur dent á, at byggifyritøkan hjá honum so sanni­liga eisini tekur sær av smátta­ rí­um, sum hann tekur til. – Er tað onkur, sum vil hava tak, vindeygu, úthurðar ella køk skift ella okkurt vanligt viðlíkahald gjørt, eru vit altíð til reiðar. Í slíkum førum fara vit út beinanvegin og loysa uppgávurnar. Tað er nú, at slík arbeiði uttandura skulu gerast. Suðursmíð arbeiðir kring megin­ partin av landinum, og byggifyritøkan hevur eisini arbeitt nógv í høvuðs­stað­ num. – Vit vilja gjarna veita tær smáu byggi-og umvælingartænasturnar kring um landið, og tað gera vit eisini, men tað kann vera trupult og stund­ um kostnaðarmikið at finna tak yvir høvdið til arbeiðsmenninar, sigur hann. Hjalmar Magnussen vísir á, at ein og hvør, sum hevur eina uppgávu, ið skal loysast, er vælkomin at seta seg í samband við Suðursmíð á tlf. 772174 - ella um teldupostin sudursmid@ olivant.fo – Hava byggifyritøkur brúk fyri okk­ara hjálp, vilja vit gjarna frætta. Vit eru vanir at standa við ábyrgd, bæði sum høvuðsveitari og undirveitari, sigur eigarin av Suðursmíð. Salong Eyðbjørg í Vági og Hvalba – Vit hava nógv at gera, og tey eru mong, sum afturvendandi klippa sær ella lata hárið gera her hjá okkum. Vit gleðast eisini um javnan at síggja nýggj andlit, bæði í Vági og Hvalba, sigur Eyðbjørg Skaalum Vilmund Jacobsen E yðbjørg Skaalum, sum eigur og rekur Salong Eyðbjørg í Vági og Hvalba, arbeiðir fyri tað mesta sjálv í hárfríðkanarstovuni í Hvalba. Aftrat sær hevur hon Beintu Midjord og Elina Vinther Holm, sum arbeiða í hárfríðkanarstovuni í Vági. Hetta eru báðar tvær hugnaligar og rúmligar salongir - og ikki minst er hárfríðkanarstovan í Vági, sum hevur nýggja torgið í býnum beint framman fyri sær, sera stásilig og innbjóðandi. Fylgja væl við Salong Eyðbjørg bæði klippir og ger hár hjá kvinnum og monnum, og Eyð­ bjørg Skaalum leggur dent á, at fylgt verður væl við nýggjasta hármóta úti í heimi, eins og luttikið verður á við­ komandi skeiðum innan klipping hár­ fríðkan. – Vit hava nógv at gera, og tey eru mong, sum afturvendandi klippa sær ella lata hárið gera her hjá okkum. Vit gleðast eisini um javnan at síggja nýggj andlit, bæði í Vági og Hvalba. Eyðbjørg Skaalum vísir á, at flestu næmingar á Heilsuskúlanum í Hovi eru kvinnur, og tað er ikki so sjáldan, at kvinnur, sum annars búgva norð­ anfjørðs, koma til Vágs ella Hvalbiar at gera sær hárið. – Vit klippa og gera hár hjá bæði ungum og tilkomnum, kvinnum og monn­um, og øll eru hjartaliga væl­ komin at venda sær til okkara, sigur eigarin av hárfríðkanarstovunum í Vági og Hvalba, haðani Eyðbjørg Skaal­um er ættað. Eisini á Facebook Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Salong Eyðbjørg, kunnu ringja á tlf. 374050 (Vágur) ella 375757 (Hvalba). Salong Eyðbjørg er eisini á finna á Facebook undir navninum hjá hár­ fríðkanarstovuni. Suðursmíð til stórt og smátt