mánadagur 27. juni 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 26 • 27. JUNI 2016
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
INNBJÓÐING TIL ÆTTARSTEVNU
Eftirkomarar eftir Hans Paula
Johannesen á Norðtoftum og
Malenu úr Búrstovuni á Eiði hittast
í Badminton høllini í Klaksvík 22. juli
kl.17. Boðið verður øllum eftirkomarum
til og við oldurabbabørnum hjá Hans
Paula á Toftum við maka.
Tilmelding fer fram hjá Hallgerð
Akurstein við at smsa ella ringja
á 752313 ella senda teldupost
hallnsim@hotmail.com.
Uppgevast skal fult navn á øllum
luttakarunum, og hvørji grein
eftir Hans Paula tey eru frá
og eitt telefonnummmar.
Tilmeldingarfreistin er 01.juli.
Kostnaður fyri hvønn er: 480kr fyri
vaksin og 250kr fyri børn undir 12 ár.
Børn undir 2 ár, ókeypis.
Upphæddin skal flytast á kontu
9181-4957484.
Summarferia
Vegna summarferiu hava vit stongt
frá mánadegnum 11. juli.
Opið verður aftur 8. august kl. 13.
Studni
Hoydalsvegur 1
Postrúm 1345
FO-110 Tórshavn
tlf. 20 40 60
fax 20 40 61
studni@studni.fo
www.studni.fo
Tey góðu støðini
Tað er lætt at ferðast til spennandi býir sum Reykjavík, Barcelona og Edinburgh. Her eru nøkur
uppløgd ella øðrvísi støð at vitja í býum, har nógvir føroyingar vitja um summarið
Reykjavík
Kolaportið
Hvørt vikuskiftið er stórur og fjølbroyttur loppumarknaður
í Reykjavík. Kolaportið liggur væl fyri í Reykjavík oman móti
havnalagnum, og har er lív í leygardagar og sunnudagar. Allar
hugsandi vørur verða seldar av privatfólki og øðrum, og tú kanst
gera ein góðan handil. Tú finnur bæði endurnýtslu og nýggjar
vørur, og nógvur lokalur matur er eisini at fáa hendur á.
Barcelona
El Born
Gamli og hugnaligi býarparturin í Barcelona bjóðar matstovur,
smáar kaffistovur, handlar og barrir á endaleysu smáu gøtunum.
Nógv ferðafólk leggja leiðina framvið Born, men býarparturin ikki
so árendur sum Ramblan og hini stóru ferðamálini í býnum. Ert
tú eitt sindur uttan fyri sesong – og villist á smølu gøtunum – ber
til at njóta Born til fulnar.
Edinburgh
Glenkinchie
Whisky-virkið Glenkinchie letur hurðarnar upp á víðan vegg fyri
vitjandi. Glenkinchie er eitt av whisky sløgunum í Lowland økinum
og hevur gott orð á sær. Bussur koyrir úr miðbýnum í Edinburgh út
á virkið, og har kanst tú spáka millum søguliga bygningarnar, fáa
søgur og vitan um teirra framleiðslu og eisini royna gyltar dropar.
London Brixton
Brixton hevur í ávísum tíðarskeiðum verið mettur
sum ein harðligur og vandamikil býarparturin í
London, og Brixton er eisini ein spruttandi grýta við
multikulturellum lívi á kaffistovum, matstovum,
marknaðum og spælistøðum. Legg leiðina fram við
mitt á degnum ella tíðliga á kvøldið, og so fært tú
eina góða og spennandi uppliving, sum tú minnist
fyri lívið.
Reykjavík
Harpa
Stóra mentanarhúsið Harpa í Reykjavík er ein listarlig og
arkitektonisk perla. Vakri og stórsligni bygningurin rúmar ríkum
mentanarlívi, og eisini ber til at fáa ein hugaløtu á matstovu ella
café í húsunum. Harpa er ein uppliving í sær sjálvum, men tað
ber eisini til at fara konsertir, framsýningar og framførslur av
ymsum slagi í húsunum. Líkamikið, um tú vitjar til ein kaffimunn
mitt á degi ella til eina framførslu á kvøldi, er Harpa ein minnilig
uppliving.