mikudagur 29. juni 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Bragdið hjá grannum okkara úr Ís
landi í Nice mánakvøldið er farið
víða um heim – og tað er ikki sørt,
at tað fær okkum at hugsa aftur í
søguna, tá okkara menn á fyrsta
sinni luttókum í EM undankapping
í 1990 – og vunnu púra óvæntað á
Eysturríki.
Dysturin mánakvøldið var tó av
heilt øðrum dimensiónum – serliga
tað, at tað júst var Ongland, sum
grannar okkara varpaðu úr EM
kappingi – bert fáar dagar eftir, at
bretska tjóðin gjørdi av at venda
Evropa – í øllum førum evropiska
samveldinum – bakið.
Dagin eftir bragdið hjá føroying
um á sinni skrivaði Sosialurin í odda
grein, at umrøðan av bragdinum fór
at geva okkum ríkar møguleikar at
selja:
– Vit kunnu og skulu selja før
oyskan fisk og aðra ídnaðarfram
leiðslu. Vit kunnu selja føroysk frí
merki. Føroyska list og føroyskan
skaldskap. Vit kunnu selja Føroyar
sum ferðavinnuland o. s. fr, skrivaði
tá fyrrverandi blaðstjórin á Sosial
inum, Vilhelm Johannesen – sum
hendan dagin hevði fingið íblástur
úr avrikinum hjá føroysku fótbólts
dreingjunum.
Og víst hava okkara fótbólts
spælarar givið Føroyum góða og
stóra umrøðu úti í heimi. Um tað
ber til at máta úrslitið í seldum físka
úrdráttum, list ella seldum frímerkj
um er ilt at siga, men skapt áhuga
fyri Føroyum, tað hevur fótbótlurin
meira enn nakað annað.
Bragdið hjá íslendingum er av
sonnum stórt. At teljast millum tey
bestu átta liðini í Evropa – og alt
kann bara blíva størri, um teir eisini
megna at vinna seg víðari til hálv
finalurnar við at varpa fyrrverandi
evropameistararnar úr Fraklandi úr
kappingini.
Álitið á íslendska liðið hevur ikki
verið so stórt – og útsagnir frá við
merkjarum munnu kennast ikki sørt
niðrandi hjá íslendsku spælarunum,
sum ikki hava gjørt annað, enn at
vunnið á stórum liðum fyri koma so
langt, sum liðið er komið.
Vit ynska grannum okkara bestu
eydnu sunnukvøldið, tá vit øll fara at
rópa »áfram Ísland!«
Íslendsku grannar okkara
hava fullan stuðul í Føroyum
áfram ísland
Hvar
eru íverk
setararnir
Birgir waag
høgnesen
síða 18
Komið
víðari!
Bil Justinussen
kjak Síða 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Eiðis kommuna hevur í dag
valt at avtaka svanirnar, ið
hava búleikast á vatninum
við Mølina.
Soleiðis skrivaði Jógvan í
Skorini, borgarstjóri á Eiði, í
tíðindaskrivi mánakvøldið.
Orsøkin er, at eitt smábarn,
ið súkklaði eftir gøtuni kring
vatnið, bleiv álopið av einum
svanapari. Til alla lukku komu
vaksin fólk framvið og komu
barninum til hjálpar. Barnið
fekk tíbetur ongan skaða.
Tað er eitt samt bygdarráð,
ið hevur tikið hesa avgerð.
Borgarstjórin,
Jógvan
í
Skorini, sigur í stuttari við
merking at:
– Kommunan er í hesum
føri at meta sum eitt húsar
hald. Um eitt húsarhald hevur
eitt kríatúr, og hetta kríatúr
ger seg inn á fólk, verður hetta
kríatúr avtikið.
– Vit kunnu ikki liva við, at
okkara borgarar eru í vanda
fyri at verða álopnir av svani
niðri á vatninum, tískil mugu
vit handla, sigur Jógvan í
Skorini, borgarstjóri, í tíðinda
skrivi.
Svanir eru ofta ágangandi
og kunnu teir gera stóran
skaða, og teir eru avsagdir í
samráð við avvarðandi mynd
ugleikar.
Hava avtikið svanirnar á Eiði
Áarstova hevur sera gott
samband
við
orkniska
bryggjaríið, The Orcadian
Brewery, sum hevur stóran
útflutning til allan heimin.
Í desember verður aftur
taraseyður á skránni á Áar
stovu saman við ymsum
bryggjum
frá
Orcadian
Brewery, og sjálvandi whisky
fra Highland Park og Scapa.
Teir fara »á fjall í fjøru« á
North Ronaldsay í oktober,
og eru teir sera glaðir fyri
samstarvið við Áarstovu
og føroyingar.
– Næsta stóra tema
kvøldið
á
Áarstovu
verður
Summarlambið
tann 19. august, har føroysk
lomb og føroyskt grønmeti
verða á skrá. Tiltakið í fjør
var sera væleydnað, og longu
nú er sera stórur áhugi fyri
tiltakinum – bæði her á landi
og uttanlands, sigur Jóhan
Mortensen
úr
Áarstovu
toyminum hjá Gist & Vist.
Nýggjasta bryggið frá Or
cadian Brewery, Puffin Ale,
verður á skránni á Summar
lambinum, og er stórur áhugi
fyri hesum nýggja lundaøli,
sigur hann.
Hava taraseyð og
summarlamb á skrá
A DEEP TAWNY BEER WITH AN AROMA OF SWEET
NUTTY MALT, HINTS OF CEDARWOOD AND DARK FRUITS
ALC
4.5% BY
VOL
T
H
E
O
R
K
N
E
Y
B
R
E
W
E
R
Y
Nú Eiðis kommuna hevur avtikið svanirnar á vatninum, noyðist
kommunan helst eisini at skifta út vangamyndina á Facebook...