Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ ER IKKI HJÁ OKKUM AT HUNDURIN ER GRIVIN Áki Bertholdsen – Her verður tosað ímóti betri vitan. Tað sigur Regin Ingolfs­ son Jakobsen, stjóri í Búnaðar­grunninum. Herfyri góvu býráðslimir í Havn ilt av sær á býráðs­ fundi, tí teir halda, at prís­ urin, kommunan noyðist rinda tí almenna fyri at fáa byggi­lendi, er alt ov høgur. Lendi, Búnaðargrunnurin selur kommunum til byggi­ lendi, tyrvingar­pláss, kirkju­ garð­ar ella onnur almanna­ gagnlig endamál, hevur heilt fastan prís, alt eftir, hvar í landinum tað er, og, hvussu gott lendið er. Prísurin er at kalla ásettur eftir marknaðarvirðinum, so­leiðis at velt lendi í Suður­ streymoy er nógv dýrari enn hagi á útoyggj. Men hesum vilja býráðs­ limir í Havn ikki finna seg í longur, og teir taka harðliga til orðanna, tí tey halda rætt og slætt, at tað almenna merg­sýgur barna­familjur í Havnini við teimum prísum, Búnaðar­grunnurin tekur fyri byggilendi. Teir halda, at tað líkist púra svarta ongum", tí hetta er at gera mismun á landsins borgarum og teir krevja at okkurt verður gjørt við málið. Hundurin er ikki grivin her Men hesum er stjórin í Búnaðargrunninum ikki samdur í og hann heldur samstundis, at her vitað býráðslimir í Havn meiri enn teir látast at vita. – Tað er púra rætt, at útgangsstøðið er, at lendi er dýrari í høvuðsstaðarøkinum enn aðrastaðni í Føroyum, staðfestir Regin Ingolfsson Jakobsen. Men hann sigur, at tað er ikki hetta, sum er av­gerandi fyri tann prísin, kommunan selur borgar­um grund­ stykkini aftur fyri, til at byggja á. Hann vísir á, at keypir kommun­an lendi upp á 500 fer­metrar til eitt grund­ stykki, fyri 137 krónur fyri fer­met­ur­in, sum er tann allar­dýrasti prísurin, kostar hetta grund­stykkið kommununi 68.500 krónur at keypa. – Men á heimasíðuni hjá kommununi standa grund­ stykki til sølu, og tey verða seld fyri fyri 1.170 krónur fyri fermeturin, sigur Regin Ingolfsson Jakobsen. – Hetta er nógvar ferðir tað, kommunan hevur goldið Búnaðar­grunninum fyri lendi, so eg haldi ikki, at tað er prís­urin á byggi­lendi, sum sæst aftur sølu­prísin­um hjá kommunini, heldur stjórin. Hann leggur afturat, at annars kemur tað at kalla ikki fyri, at Tórshavnar Býráð noyðist at rinda Búnaðar­grunnin­um 137 krónur fyri fer­met­ur­in, tí hesi seinastu árini er einki dyrkað lendi tikið til bú­ staðar­bygging í Havn. – Tí hevur prísurin, Tórs­ havnar Kommuna hevur goldið fyri lendi, heldur verið 89 krónur fyri fermeturin, sum er tann sami prísur, sum í størri bygdum, tá ið talan er um velt lendi. – Sostatt kostar tað heldur Tórshavnar Kommunu 44.500 krónúr at útvega lendi frá Búnaðar­grunnin­um til eitt grund­stykki upp á 500 fermetrar. – Sjálvandi er nógvur annar kostnaðir í sam­ bandi við at gera eitt stykki byggi­búgvi, men tað er ikki í prísinum, kommunan rindar Búnaðar­stovuni, at hundurin liggur grivin, og sum ger tað, at stykkini eru so dýr at selja borgarum at byggja á, sigur Regin Ingolfsson Jakobsen. Tað er ikki ókeypis Býráðslimir í Havn førdu eisini fram, at tað átti ikki at verið neyðugt hjá tí almenna at selt byggi­lendið so dýrt, tí at Búnaðar­grunnurin er fullur í pengum við tað, at har standa næstan 300 milliónir í honum. Men Regin Ingolfsson sigur, at verður hugsað um endamálið við grunninum, er brúk fyri einum sterkum grunni. Av teimum 300 millión­ un­um, sum eru í grunninum, eru tær fyrstu 100 milliónir­ nar, ella knapt tað, læntar út til landbúnaðin. – Vit mugu ikki gloyma, hvat hesin pening­ur er ætlað­ur til. Hann er nevni­ liga ætlaður til at dag­føra og menna føroyskan land­ búnað, sigur hann. Og Regin Ingolfsson Jakob­sen staðfestir, at tað er ikki ókeypis. – Sum er hava 25 bøndur í Føroyum við mjólk­neytum, men hjá teimum flestu eru fjósini bæði gomul og illa farin. – At byggja eitt nýmótans fjós kann skjótt kosta einar 10 til 15 milliónir krónur, so skulu 15 fjós byggjast, fer tað skjótt at síggjast aftur hjá grunninum, sum býráðslimir í Havn, siga er so væl bjálvaður. 50-80 milliónir Regin Ingolfsson Jakobsen staðfestir, at umframt hetta er eisini stórur tørvur á at velta lendi til at sláa fyri at sleppa undan at innflyta stráfóður. Hann vísir á, at metingar hjá Búnaðarstovuni siga, at tørvur er á at velta einar 50 hektarar, og ein hektarur er 10.000 fermetrar, og bara tað kostar einar 50 til 80 milliónir krónur. Somuleiðis er tørvur á at menna seyðahaldið, umframt at tað ikki er óhugsandi, at tað eisini verður tørvur á fígging til onnur viðurskifti, sum fara at stinga seg upp í landbúnaðinum. – Er Búnaðargrunnurin ikki nóg sterkur at lata fígging, fer tað ivaleyst eisini at verða ringt at leita sær stuðul aðrastaðni, sigur Regin Ingolfsson Jakobsen. PRÍSURIN Á GRUNDSTYKKJUM Býráðslimir í Havn vita betur, tá ið teir skuldseta tað almenna fyri, at tað er so dýrt at byggja í Havn, sigur stjórin í Búnaðargrunninum Vit mugu ikki gloyma, hvat hesin peningur er ætlaður til Býráðslimir í Havn vita betur, tá ið teir ákæra tað almenna fyri at mergsúgva barnafamiljur, sigur Ingolf Ingolfsson, stjóri í Búnaðargrunninum