mikudagur 29. juni 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brandur Mortensen Nolsøe
– Vit skulu í staðin bjóða út
búgvingarmøguleikar, sum
eru serliga viðkomandi fyri
tað
føroyska
samfelagið,
men sum eisini taka støði í
hinum smásamfeløgunum í
útnorðri.
Soleiðis siga Lau Øfjord
Blaxekjær
og
Gestur
Hovgaard, útbúgvingarleið
arar á ávíkasvíst West Nordic
Studies og Master-læru, sum
eru nýggjastu útbúgvingar
tilboðini, Fróðskaparsetrið
bjóðar á Master-stigi.
Tølini bera brá av, at út
búgvingarnar draga bæði
føroyingar og útlendingar til
Føroya.
Umsóknarfreistin
er
fríggjadagin 1. juli.
Áhugin fyri Føroyum
er vaksandi
– Felagsnevnarin hjá báðum
útbúgvingunum er, at tær
kunnu brúkast í fleiri saman
hangum.
Tað
siga
Lau
Øfjord
Blaxekjær
og
Gestur
Hovgaard, leiðarar á søgu-
og samfelagsdeildini á Fróð
skaparsetrinum. Teir hava
í hvør sínum lagi tikið stig
til
nýggjar
útbúgvingar,
sum eftir øllum at døma
skilja seg frá tí siðbundna
bygnaðinum. Báðir siga teir
frá vaksandi undirtøku hjá
teimum lesandi.
– Talan er bæði um føroy
ingar, sum velja at koma
heim eftir eitt uppihald í
Danmark ella Bretlandi, og
um útlendingar, sum eru
áhugir at koma til Føroya at
styrkja sínar førleikar og at
velja sær sergrein við støði í
útnorðri og smátjóðum.
Sambært
Lau
Øfjord
Blaxekjær og Gesti Hovgaard
er Fróðskaparsetrið í ferð við
at tillaga seg til viðurskiftini,
ið eru serliga viðkomandi
fyri Føroyar og hinar smá
tjóðirnar.
– Kappingina við donsk
og bretsk universitet um
studentarnar tapa vit, um
okkara útbúgvingar líkjast
teimum í størru londunum,
staðfesta teir báðir og vísa
á, at eins og í øðrum smá
tjóðum, skal eisini gransk
ingin í Føroyum fáa ágóðan
av útbúgvingartilboðunum,
soleiðis at búskapurin eisini
styrknar.
– Eitt nú er ein stórur
partur av búskapinum hjá
Malta
ein
beinleiðis
av
leiðing av granskingarum
hvørvinum har. Av tí at tey
hava altjóða stovnin fyri
havgransking, kemur javnur
streymur av fundarluttak
arum, verkætlanarleiðarum
og øðrum til landið, og hetta
er við til at skapa framburð.
Báðir eru teir á einum
máli um, at hetta ber eisini
til í Føroyum. Lau Øfjord
Blaxekjær greiðir frá, at nógv
røkist fyri, at Føroyar eru
áhugaverdar hjá granskarum
úti í heimi. Til dømis fáa
Føroyar viðurkenning fyri
at vera framsøknar.
– Tá eg eri uttanlands og
greiði frá um West Nordic
Studies, síggi eg javnan, at
altjóða granskarar eru áhug
aðir at koma til okkara at
granska, tí hildið verður, at
her er nógv spennandi áveg
is. Tað vekir eitt nú ans, at
vit hava sum endamál, at øll
okkara orka skal koma frá
varandi keldum.
Tó er greitt, at vilja vit
hava
granskarar
hendan
vegin, krevst, at fleiri íløgur
vera gjørdar í granskingina.
– Vit hava spent útbúgv
ingarbogan sera høgt uttan
at hugsa um granskingina.
Mennir tú ikki granskingina,
fellur alt hitt niðurfyri, slær
Gestur Hovgaard fast. Hóast
stórar avbjóðingar eru fyri
framman, vísir hann á, at
menningin er longu byrjað.
Útnorður og
burðardygg leiðsla
Millum annað er nýggja
tvørtjóðarliga útbúgvingin
hjá Setrinum, ið ber fulla
heitið West Nordic Studies,
Governance and Sustainable
Management, ein gongd leið
at útbúgva Phd-kandidatar.
– Av tí at Føroyar í summ
um førum eru ov lítlar til
sjálvar at fíggja gransking
ina, er tvørtjóðarliga sam
starv okkara í útnorðri ein
góð loysn, sigur Lau Øfjord
Blaxekjær,
útbúgvingar
leiðari. Hann ætlar, at fyrsti
PhD-kandidaturin skal finn
ast komandi ár.
West
Nordic
Studies
er
tvørfakligt
samstarv
millum
Fróðskaparsetrið,
universitetini í Reykjavík
og Akureyri, í Nuuk og í
Nordland á vesturstrondini
í Noregi. Talan er bæði um
føroyska og norðurlendska
verkætlan, sum skal styrkja
norðurlendska samstarvið.
Øll
undirvísingin
er
á
enskum.
Føroyingar
hava
sjálvsagt
fingið
bjóðað
pláss á útbúgvingini, men
meirlutin av umsøkjarunum
er úr øllum heraðshornum,
og hetta frøist Lau Øfjord
Blaxekjær um. Hann metir
harumframt, at hetta er
ábending um, hvat framtíðin
hevur at bjóða hjá londunum
í útnorðri. Útbúgvingin er
millum annað er ein nýggjur
møguleiki at læra aðrar
mentanir at kenna.
Eitt nú taka teir útvið 25
studentarnir eitt felagsfak
í Akureyri ta fyrstu lestrar
hálvuna. Seinni er millum
annað møguleiki fyri at vera
eina lestrarhálvu í Grøn
landi. Hetta seinna er ein
forkunnugur styrkur, heldur
Lau Øfjord Blaxekjær.
– Í Grønlandi er umhvørv
ið minni fjølbroytt enn í
Íslandi.
Hinvegin
sleppa
næmingarnir at uppliva tær
stóru avbjóðingarnar í grøn
lendska samfelagnum.
Master-læra
– Masterútbúgvingar á nú
tímans
universiteti
eru
vanliga skipaðar eftir hóp
framleiðsluuppskriftini.
Hesin siðbundni hátturin
ger, at vandi er fyri, at tú út
búgvir eina rúgvu av fólki
við teimum somu førleik
unum. Tann loysnin hósk
ar ikki universitetunum í
teimum smærri tjóðunum,
metir Gestur Hovgaard, út
búgvingarleiðari á Master-
læru. Hann greiðir frá, at
hugskotið við Master-læru
er at taka støði í tí einstaka
lesandi, heldur enn í útbúgv
ingini.
Hóast Master-læra tekur
upp nógv lesandi við breið
um førleikum, er vísindaliga
grundarlagið hitt sama fyri
øll.
Útbúgvingin tekur støði í
teimum trimum greinunum,
sum longu finnast á bachelor
stigi á Setrinum: søgu, sosial
vísindi og planlegging, og
politikki og umsiting.
Gestur Hovgaard heldur
tað vera gleðiligt at síggja, at
ein partur av teimum, sum
hava søkt um pláss á útbúgv
ingini, eru ung, ið hava valt
Føroyar fram um útlandið.
– Av teimum 17, sum byrj
aðu á útbúgvingini í fjør,
komu fleiri uttanífrá. Her er
talan um eina tilvitaða av
NÝGGJAR
ÚTBÚGVINGAR
DRAGA ÚTISETAR
OG ÚTLENDINGAR
HEIM
Meðan tey donsku universitetini kappast um tey lesandi bæði innanhýsis og
við Evropa, mugu Føroyar gera seg galdandi undir egnum treytum
FRÓÐSKAPARSETRIÐ