Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 1. JULI 2016 Í dag er hálvt annað ár, inntil nýggj fiskivinnulóggáva sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal verða galdandi. Um átjan mánaðir skal nýggj lóg um vinnuligan fiskiskap vera samtykt og lýst, aðrar fylgilógir skulu vera samtyktar og kunngerðirnar, sum útgreina lógartekstirnar, snikkaðar til og lýstar Í dag verður kunngerð um uppboðssølu av fiski undir Føroyum og í Barentshavinum lýst. Hetta er fyrsta fetið á leiðini – ein royndaruppboðssøla sum tað verður tikið til. Hvørja lagnu hon fær, fæst ikki at vita fyrr enn um nakrar mánaðir, tí ætlanin er at bjóða út og selja í bitum. Einki er higartil broytt í áskoðanini um framtíðar fiskivinnupolitikk. Sum so mangan og oftast so eru Føroyar tvíbýttar. Vinnan stendur við sítt tjóður og stutt frá hælinum, og serfrøðin stendur við sítt tjóður og stutt frá hælinum. Kring landið kennist mótstøðan vera stór ímóti broyting, sum ber við sær, at vinnan skal betala í landskassan, og í høvuðsstaðnum kennist mótstøðan vera væl minni. Argumentið á aðrari síðuni er, at tað er viðvend økismenning, at útjaðarin skal føða og gøða høvuðsstaðin, og á hinari síðuni er argumentið, at tað er burturvið, at ogn Føroya fólks bara skal falla nøkrum fáum í lut. Naggatódnin ræður. Avbjóðingin ella kunsturin er at finna politiska lykilin, ið kann brúkast sum amboð at skapa breiðar semjur, sum føroyingar, politiski myndugleikin, høvuðsstaðurin og útjaðarin og vinnan og serfrøðin kunnu liva við. Tað er hetta sum politiska handverkið snýr seg um. Síðstu tíðina hava serfrøðin og vinnan lagt fram síni tilmæli um fiskidagar viðvíkjandi botnfiski á nærleiðum næsta fiskiár. Sjónarmiðini eru víðgongd og bera ikki boð um, at tað fer at bera til at draga eina línu hjá politikarunum, sum eiga møguleikan at prógva, at tað kortini ber til, og at naggatódnin ikki ræður. Tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálunum at leggja uppskot um fiskadagar á tingborð á ólavsøku. Um tað eydnast honum at snikka uppskotið soleiðis til, at tað vinnur breiða undirtøku, so er hetta fínt fyrsta fet á leiðini fram ímóti nýggjárinum 2018. Tað er vorðin sum uppgáva og avbjóðing, sum krevur víðskygni, dirvi og handalag, sum tað higartil hevur verið lítið at sæð til í føroyskum politikki, har naggatódnin trívist so væl. Nógv hevur verið kjakast seinastu árini um ætlaðu havnarútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu Nógv fólk, stovnar og onnur hava sagt sína hugsan um verkætlanina, men eingin við størri tyngd enn Býarskipanarnevnd landsins. Tá ið tað nevniliga tyktist, at kommunan hevði fingið øll loyvir upp á pláss, avgjørdi Býarskipanarnevdin tann 16. mars 2016, at tey ikki mettu, at kommununa skuldi fáa loyvi at broyta byggisamtyktina og steðgaðu harvið byggingini. Men nú hevur nógv umstrídda verkætlanini hjá Tórshavnar kommunu loksins fingið grønt ljós frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, eftir at Býarskipanarnevnd landsins steðgaði henni fyrr í ár. Eftir at hava viðgjørt frámæli frá nevndini í nakrar mánaðir, hevur landsstýriskvinnan valt ikki at fylgja frámælinum, men hevur givið Tórshavnar kommunu loyvi at halda fram við útbyggingini og loyvir broytingini í byggisamtyktini. • Samanumtikið metir Heilsu- og Innlendismálaráðið, at kommunan hevur víst á sakligar og rímiligar grundgevingar fyri, hví tað er skilagott at byggja byggisamtyktina, so verandi havn í Tórshavn kann verða útbygt heldur enn farið verður at byggja eina nýggja havn aðrastaðni í kommununi, skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið í niðurstøðuni. Sunnudagurin er minningardagur teirra, ið eru deyð í ferðsluni, og sum vant, so verður gjørt vart við dagin á ymsum støðum kring landið, har fólk hava latið lív. Í ár verður tó gjørt eitt sindur meira burturúr enn vanligt. Fólk, ið hava koyrt eftir landsvegnum seinastu dagarnar, hava helst varnast, at konteynarar eru settir upp ymsa staðni kring landið, millum annað við Sund, Skálabotni og við Áir, har ein bilur, ið hevur fingið stóran skaða, er settur upp á konteynaran. Harumframt verður sum vant blómur lagdar á tey støð, har fólk hava latið lív í ferðsluni. Ráðið fyri Ferðslutrygd upplýsti í gjár, at trý fólk hava latið lív í ferðsluni síðan minningardagin í 2015. Ein persónur í 2015 og tveir persónar í 2016. Naggatódnin er stóra avbjóðingin Havnarútbyggingin fingið grønt ljós Knústir bilar minna á ferðsludeyða VERKÆTLAN Visti tú? At 99,8 prosent av íslendingum sóu sigurin móti Englandi Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les eisini blaðið á telefonini Ummæli av Barbara Fishhouse Vínið var tað besta, síða 16-17 Sjarmørurin úr Klaksvík Lívið skal ikki takast ov tungt, síða 10-12 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri