hósdagur 30. juni 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
6
Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum
BARBARA HOLM
H
on hevur sitið í álitis
størvum í Eik banka,
starvast í bankaheim
inum í eitt ótal av
árum og hevur allar tær nýggj
astu bankaútbúgvingarnar. Hon
er uttan iva so mikið roynd og út
búgving, at hon kundi givið einum
arbeiðsplássi nakað, sum kanska
tey nýútbúnu ikki hava. Ella tað
skuldi ein trúð.
Men veruleikin er, at tá Bergun
Kass søkir størv, so verður hon ikki
so mikið sum kalla inn til samrøðu
– hóast hon er væl meira kvalifi
serað, enn starvið leggur upp til.
Spurningurin er hví og svarið er
ivaleyst ógvuliga samansett og
individuelt fyri hvørja fyritøku
sær. Men givið er, at Bergun er ein
av fleiri miðalaldrandi kvinnum í
klassiskum mannfólkafakum, sum
hevur trupulleika við at fóta sær.
Hví?
– Tað eru sikkurt fleiri orsøkir.
Men eg haldi ein er, at typiskir leið
andi menn og kvinnur, ið líkjast
monnum síggja ikki týdningin av
teimum økjunum, sum kvinnur
sum eg umboða, sigur Bergun Kass.
Hon sipar til tann tað typuna,
hon sjálv sigur seg vera. Eina
kvinnu uppá kvinnupremissur.
– Eg havi til dømis høgan
kensluligan intelligens (EQ) og tað
eru mangar kvinnur við mær, sum
hava tað sum styrki. Men mannligir
leiðarar síggja ikki týdningin av tí,
sigur Bergun Kass.
Hon hevur sum nevnt starvast
í einari vinnu, sum má sigast at
vera heldur mannfólkadominerað.
Og tað var í bankavinnuni, at hon
eygleiddi størsta munin millum
kynini.
Kvinnur dansa eftir
mannfólkapípuni
At tað er munur á kynunum er væl
eingin, sum ivast í. Munurin millum
kynini kemur til sjóndar á øllum
arbeiðsplássum, har bæði kynini
eru umboðað. Men royndirnar hjá
Bergun vísa, at tað ikki bert eru
óviðkomandi munir, sum gera seg
galdandi, tá ið umræður arbeiðs
innihald.
– Tað var jú púra vanligt at
síggja, at kvinnur og menn sótu
hvør sær í kantinuni og at kynini
býttu seg upp eisini arbeiðsliga,
sigur Bergun Kass.
Og tá so at siga allir leiðarar
á hesum øki eru menn, so er tað
væl ein sannroynd, at aðrir menn
hava lættari við at sleppa framat
leiðandi størvum. Meðan kvinnur
nar – ja tær eru á øðrum økjum.
– Trupulleikin tá er, at allir
leiðararnir eru somu typur, sigur
Bergun Kass.
Tað, sum Bergun upplivdi á hes
um økinum er, at dugnaligu kvinn
urnar síðani køvdu sínar sterkastu
eginleikar, og ístaðin royndu at
liva upp til teir eginleikar, sum
mannligu leiðararnir sjálvir høvdu
og høvdu virðing fyri.
Typiskir leiðandi
menn og kvinnur,
ið líkjast
monnum síggja
ikki týdningin av
teimum økjunum,
sum kvinnur sum
eg umboða«
Bergun Kass
– Eg vil tala at, tí eg vænti tað eru fleiri miðalaldrandi kvinnur við mær, sum
sita kroystar millum menn og sum hava mist seg sjálva burtur í einari mans
domineraðari verð, sigur 56 ára gamla Bergun Kass, sum í dag er arbeiðssøkjandi
ÓSJÓNLIGU
KVINNURNAR
Í FØROYUM
Framhald á næstu síðu
– Trupulleikin tá er, at
allir leiðararnir eru somu
typur, sigur Bergun Kass
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
PERSÓNSSØGA
Bergun Kass