hósdagur 30. juni 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
8
– Og tað sæst generelt í tí før
oyska samfelagnum. Fyri meg –
eina kvinnu á kvinnupremissum
– eru ikki fyrimyndir sum so at
síggja í almenna rúminum, tí allar
gera tað sama – royna at eftirlíkna
monnum, sigur Bergun Kass.
Yvirskipa fýra typur
Fyri at skilja tær ymisku typurnar,
sum Bergun tosar um, skulu vit í
veruleikanum ikki tosa um kynini
og teirra sterkastu eginleikar. Vit
skulu heldur býta fólk upp í fýra
partar og fýra litir.
Tann blái: systematiskur, disi
plineraður og analyserandi. Í
stuttum rokniskapartypan.
Tann grøni: álitandi, loyalur og
skiljandi. Í stuttum tann, sum helst
vil gleða onnur og lurta eftir øllum
hugskotum o.s.fr.
Tann guli: sjálvstøðugur, spon
tanur og yvirbevísandi. Í stuttum
tann kreativi.
Tann reyði: málrættaður, krevj
andi og eitt kappingarmenniskja. Í
stuttum leiðaratypan.
Sí meira um typurnar í myndini
á síðunum her.
Men hví hevur tað týdning at
lýsa hesar typurnar.
– Veruleikin er, at teir flestu
mannligu leiðararnir eru antin
tann bláa ella reyða typan og tað er
einki galið við tí. Tað er bara okkurt
galið, tá ið kvinnur sum oftast eru
tær, sum eru umboðaðar í hinum
samansetingunum, og teir egin
leikar síggjast ikki aftur á ovastu
rókum, sigur Bergun Kass.
Og tað er ein av orsøkunum til,
at kvinnur hava trupult at fóta sær
í mannfólkaheiminum.
Mugu viðurkenna týdn
ingin av ymiskleikanum
Um vit so venda spurninginum við
og spyrja, hvør er tann typan – út
frá hesum typutestinum – sum er
best egnað til at leiða. Tá eru svør
ini ivaleyst eins nógv og tað eru
fólk. Men kortini kunnu vit hug
leiða um týdning av, at allar typur
eru umboðaðar í leiðandi toymum.
– Men um tú ikki viðurkennir,
at tað hevur týdning, at eisini teir
typisku kvinnuligu førleikarnir eru
umboðaðir, og í mínum føri tann
guli liturin og reyði liturin, so kann
tað enda við, at tú ikki fært opti
merað tey ymisku starvsfólkini,
sigur Bergun Kass.
Hon vísir á, at størsta uppgávan
hjá leiðarum er, at informera, inspi
rera og involvera fyri at motivera.
– Men er tín leiðari til dømis ein
rokniskaparlig typa og sær heimin
út frá einum excel arkið, so eru tað
mangar kvinnur, sum ikki passa
inn í tann heimin, sigur Bergun
Kass og viðurkennir, at hon er ein
teirra.
Og júst tað hevur hon upplivað
fleiri ferðir. At mannligu leiðararnir
hugsa einamest um botnlinjuna,
meðan tann menniskjaligi faktor
urin – sum meira eisini ávirkar
botnlinjuna – ikki verður tikin við
í dagliga roknistykkið.
Og verður tú sum persónur ikki
tikin við, kanst tú í máttloysi út
vikla eina persónligheit, ið kann
virka tvør og grenjur.
Er ein trupulleiki
fyri samfelagið
Mangan verður sagt frá politiskari
síðu, at man ynskir at fáa javnstøðu
í leiðandi sessum í landinum. Har
ímillum í nevndum, ráðum og á
almennum arbeiðsplássum.
Men út frá hvørjum fortreytum
ynskja vit at skapa javnstøðu?
– Eg síggi ikki kvinnuligar fyri
myndir í politiska landslagnum,
sum kunnu eggja til broyting, sigur
Bergun Kass.
Tí vit vita jú tað, at vit menn
iskju eru soleiðis skipað, at vit
royna at passa inn har vit eru. Og
eru leiðandi menninir oftast ein
ávís typa, ja so royna onnur at
passa inn í tað.
– Vilja vit hava kvinnur at
kopierað menn og soleiðis bara
forstørra trupulleikan við tí eins
táttaða leiðsluforminum, spyr
Bergun Kass.
Eftir hennara tykki er tað av
størsta týdningi, at vit byrja at
viðurkenna týdningin av, at allar
typur eru umboðaðar á arbeiðs
plássum og ikki minst í leiðandi
størvum. Og vit kvinnur – ja vit
mugu vera tær kvinnur vit eru út
frá okkara egnu premissum.
Tað er tó ein trupulleiki í banka
vinnuni, har Bergun hevur sínar
førleikar. Tí ein annar vansi við, at
leiðandi menn ikki seta prís uppá
eginleikarnar hjá kvinnum er, at
kemiin ikki er í lagi millum partar
nar- av biologiskum ávum.
– Tað passar ikki saman og elvir
til, at kvinnur verða forbígingnar
og ongantíð drignar inn í hitan, har
tær stóru avgerðirnar verða tiknar,
uttan so, at tær líkjast ella eftirapa
monnunum, sigur Bergun Kass.
Bergun er í dag arbeiðssøkjandi.
Hon hevur søkt størv, sum hon
er alt ov væl kvalifiserað til. Hon
hevur eisini søkt størv, sum hóska
júst til hennara royndir og uppliv
ingar. Men hon fær ikki fótin inn
um. Og hennara royndir eru, at
føroyska samfelagið gevur úttrykk
fyri, at miðalaldrandi kvinnur inn
an mannfólkafak eru óynsktar.
Hvussu er og ikki, so er givið, at
munur er á kynunum. Og kanska
skulu vit byrja at góðtaka, at tað
er ein styrki og ikki ein veikleiki.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
»Er tín leiðari til dømis ein rokniskaparlig typa og sær
heimin út frá einum excel arkið, so eru tað mangar
kvinnur, sum ikki passa inn í tann heimin«
Bergun Kass
– Eg síggi ikki kvinnuligar fyrimyndir í politiska landslagnum,
sum kunnu eggja til broyting, sigur Bergun Kass
MYND: ÁLVUR HARALDSEN