Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 10 TÓNLEIKUR Danny and The Veetos RAGNHILD ELLINGSGAARD H ann er ovurviðkvæmur. Ikki bara eitt lítið sind­ ur, men hann tolir næstan einki. Hvørki sól, fisk, haslinøtur ella lukt­ilsi. Verð­ur hann stungin av eini bý­ flugu, so doyr hann. Har­um­framt hev­ur hann sjúkuna atopisk derma­titis, sum ávirkar bæði húð og kropp. Tí má hann ikki verða stress­aður, tí tað tolir hann heldur ikki. Men einki av hesum sæst á Danny, tá eg hitti hann til ein heit­an kaffimunn á kaffistovuni Jacqson í miðbýnum í Klaksvík. Ella, tað vil siga, at eg drekki kaffi. Sjálvur drekkur hann bara vatn. Hann roynir at vera sunnur, sum hann sigur við einum lítlum skálka­ brosi. Uttanfyri fara bilarnir skjótt framvið, meðan kirkjuklokkan við sínum syngjandi sløgum sig­ur okkum, at dagurin longu er hálv­ runn­in. Inn kemur ein riðil av út­ lendsk­um ferðafólkum, sum øll hálvg­um rópa í holið á hvør øðrum. Tey eru væl nøgd og stuttleika sær saman. Gott nokk er tað bara týs­kvøld, men eingin ivi er um, at summar­frítíðin longu er byrjað. Í øll­um førum hjá teim flestu. Gev mær eitt high five Danny sjálvur letur seg tó ikki ávirka av allari málageipanini, sum er rundan um okkum. Tað kann væl vera, at hann ikki tolir sól. Tað stressar kroppin hjá hon­ um, sum hann sigur. Men so er at taka sakina í egnar hendur og bara verða ein sól. Tí tað er ungi mað­ urin, sum situr hinumegin borðið við vatn­glasinum í hondini. Ein heit og lívgevandi sól. Eingin ivi um tað. Hann flennir í heilum, for­telur stutt­ligar smásøgur um alt mill­um himmal og jørð og flennir so aftur. Sjarmerandi sum fáur við liv­ andi, brúnum eygum. Hann flennir eisini, tá eg knappliga finni útav, at bandupptakarin, sum skuldi banda samrøðuna hjá okkum, er slókn­ að­ur. Aftaná bara 23.48 sekund er einki komið á band. Og her hava vit sitið og tosað í næstan ein tíma. Eg kenni, at hitin spakuliga hórar seg upp eftir hálsinum hjá mær og fer víðari út í andlitið. Nei, tað kann ikki passa!, hugsi eg fyri meg sjálva. Tað ber ikki til! Men Danny? Hann er púra kaldur, hyggur eftir bandupptakarinum og brestur út úr at flenna. Eg biði um umbering og skilji einki av hesum. Men hann flennir bara víðari, rystir við høvd­inum og vissar meg um, at hetta bilti einki. Slett einki. Tí, sum hann sigur, um ikki annað hava vit havt eina hugnaliga løtu saman. Hann rættir hondina út til eitt »high five«. Og sum vit sita her, hvør sínu megin lítla kafeborðið, er ikki trupult at skilja, at flest allar ungar (og uttan iva fleiri tilkomnar eisini!) gentur í Føroyum eru eitt sindur smáforliptar í hesum unga mann­inum úr Klaksvík. Litfagurt og popput konfetti Men hvør er hann? Hvør er ungi maðurin aftanfyri allan sjarmuna og tey smílandi brúnu eyguni? Sjálv­ur ivast Danny ikki eina løtu, tá eg seti honum spurningin. Viðhvørt skilji eg ikki ordiliga, hvussu øll bara kunnu vera so fantastiska fitt. Er tað ikki snedigt? Altso, eg meini tað. Øll eru bara so… deilig, haldi eg!« Danny Baldursson LÍVIÐ SKAL IKKI TAKAST FOR SERIØST Danny Baldursson Hann er glaður. Heilt inn á hjartað glaður. Fyri lívið, fyri allar teir nógvu møgu­leikarnir og fyri fjølbroytni, sum hevur víst seg at ganga aftur hjá honum. Og so er hann so sjarmer­andi, at tú kanst ikki annað enn fella fyri honum. Í øllum førum eitt lítið sindur. Brúnu og livandi eyguni glógva, tá hann fortelur um tað, sum hann brennur allar­mest fyri. Nevniliga tónleikinum. Og so verður tað heldur ikki verri av, at hann er odda­maður og sangari í allarhelst best umtókta føroyska tónleikabólkinum í løtuni Framhald á næstu síðu