Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 12 – Tónleikari! Eg eri fyrst og fremst tónleikari, svarar hann skjótt og leggur afturat, at hjá honum situr tón­leikurin í øllum kropp­inum, í høvd­inum og ikki minst í sálini. Uttan tónleikin var hann einki, leggur hann eitt sindur stillisligari afturat. Og um orð kundu talað, so hevði eg beint her skrivað byrjan­ina til kanska kendasta lagið hjá tónleika­bólk­ inum Danny and The Veetos, Eitt Sunnukvøld Í Mai. Og so hevði tú latið teg tøla av vakra ljóðinum av litføgrum kon­fetti, sum spakluliga regnaði oman yvir teg. Popput, men eisini eyðmjúkt. Hoppandi, men eisini við beininum fast niðri á jørðini. Bólkurin er kanska tann best umtókti føroyski tónleika­ bólk­urin í løtuni og telefonin hjá Danny ringir eisini allatíðina. So verð­ur skipaði fyri onkrari konsert og hevði tað ikki verið akkurát nakað fyri teir at spælt? Ella skipar onkur fyri polterabend og tað hevði verið so fantastiska stuttligt, um Danny kundi spælt tvey-trý løg fyri brúðrini. Ella kanska er tað onkur føðingardagur, sum líka manglar handan eyka prikkin yvir i’num, sum Danny kundi givið teim­um við nøkrum væl valdum løgum. Og Danny svarar telefonini og tosar frískur við øll, sum ringja. Her eru ongar primadonnulótur at hóma nakrastaðni. Eg spyrji hann, um tað ikki er strævið at skula svara øllum hesum fólkum. Men tað heldur hann als ikki. – Strævið? Nei, hvussu hundan kann tað vera stævið, at onnur vilja hava meg at gera meira av tí, sum eg elski?, sigur hann. Skálkaliga brosið er aftur har og so flennir hann aftur. Og verður so aftur held­ur meira álvarsamur. – Nei, seriøst. Eg elski at spæla og eg elski tónleikin hjá okkum. Tí er tað eisini mega lekkurt, at onnur eisini tíma tað, sum vit gera. Annars kundu vit slett ikki liva hetta fan­ tast­iska lívið, sum vit gera beint nú, sigur hann hugsunarsamur og legg­ur so argandi afturat, at tað hevði verið munandi rotnari at sitið einsamallur í onkrum kjallara og bara spælt fyri sær sjálvum, tí at eingin tímdi at lurta. – So vil eg heldur standa á ein­ um palli. Ella í onkrari veitslu. Ella bara í eini svimjihøll. sigur hann og sipar til dagin herfyri, tá bólkurin spældi fyri eini komandi brúður í svimjihøllini í Klaksvík. Flog undir veingirnar Dreymarnir røkka tó munandi longri enn til bert at spæla til til­ tøk og konsertir í heimlandinum. Fyri stuttum var bólkurin á ferð í Grøn­landi, har teir millum annað spældu í høvuðsstaðnum Nuuk. Tað var ein heldur løgin kensla, greiðir Danny frá, tí meðan áhoyr­ ar­arnir í Føroyum allir syngja við til føroysku tekstirnar, so var øðr­ vísi á pallinum í Grønlandi. Her vóru føroysku tekstirnir óskiljandi fyri tey, sum lurtaðu, meðan ensku tekstir­nir fingu veruligt flog á áhoyr­ara­fjøldina. – Tað var faktiskt ordiliga snedigt. Men samstundis eisini ein ótrúliga feit uppliving, sigur Danny og leggur afturat, at hendan ferðin veru­liga setti ferð á dreymarnar um eitt altjóða gjøgnumbrot. Í løt­ uni brúkar bólkurin næstan alla tíðina í upptøkuhølum, har ein nýggj fløga verður spæld inn. Hon kemur væntandi á marknaðin til Summar­festivalin, har bólkurin eisini hevur eina framførslu á stóra pall­inum. Fløgan skal so eisini brúk­ast sum eitt amboð til at røkka dreym­inum um fleiri framførslur uttan­landa. – Men ikki tí; vit taka tað nokso róligt hesum viðvíkjandi. Dreym­ ur­in er har og vit eru klárir til at arbeiða fyri sakini. So mugu vit taka tað harfrá, heldur Danny róliga fyri og fær sær ein smakk av vatn­glasinum, sum stendur á borð­ inum. Sjálvur skal hann, saman við vinmanninum Páll, undir víðari lestur í Onglandi aftaná summar­ frí­tíðina. Páll er eisini við í Danny and The Veetos, so hetta kemur at skapa eitt sindur av broyting fyri bólkin, sum annars burturav er mannaður við fólki, búsitandi í Klaksvík. Men tað fara teir eisini at klára, heldur Danny. – Í dag ber alt til, so hatta verður eingin trupulleiki. Vit kunnu ikki lata vera við at spæla saman og gera tónleik, so ein lítil fjarstøða millum tvey lond megnar nokk ikki heilt at steðga bólkinum, leggur hann afturat. Sólin í eygunum Danny var 17 ára gamal, tá hann byrjaði at fáast við tónleik. Eldra systur hansara, Unn, hevði einaferð spælt gitar, men var seinni givin aftur og gav heldur ljóðførið víðari til yngra beiggjan. Hann tók eina akkord og hugsaði, at hetta kundi verið áhugavert at gjørt eitt sindur meira við. Tá helt hann nógv til í Húsinum, eitt savningarstað fyri ung í býnum, og har var so eisini eitt heilt studio, sum Danny fekk loyvi til at spæla sær í. Seinni fekk hann ein nýggjari gittar frá eldra beiggjanum, Bárður, og saman við lítlu systrini Klaru skrivaði hann lagið »Broken Mirror«. Lagið varð síðani spælt inn og eitt sjón­banda­ lag framleitt – og so var leiðin líkasum løgd. Bæði lagið og eis­ini sjónbandalagið fingu góða undir­ tøku millum tey ungu í Føroyum og Danny Baldursson gjørdist eitt kent navn. Stóri týdningurin av at hava tey nærmastu við allan vegin hoyrist heilt týðiliga á Danny. – Eg elski øll tey, sum eg havi rund­an um meg, bæði familjuna, dam­una og vinfólkini. Og eg kenni meg veruliga hepnan at hava so nógv deilig fólk í mínum lívið. Viðhvørt skilji eg ikki ordiliga, hvussu øll bara kunnu vera so fan­ tast­iska fitt. Er tað ikki snedigt? Altso, eg meini tað. Øll eru bara so… deilig, haldi eg!, sigur hann hug­ tikin. Og har var hon aftur. Tann heita og lívgevandi sólin í hansara eygum. Kelar fyri detaljunum Í 2013 var bólkurin Danny and The Veetos stovnaður og síðani tá er longu nógv vatn runnið í ánna. Sunnu­kvøld í mai, I Am Afraid og Jóla­nætur eru nøkur av løgunum, sum flest allir føroyingar helst kenna og teir ætla sær ikki at steðga her. Danny er bæði sangari og odda­maður í bólkinum og eingin ivi er um, at hann tekur uppgávuna í álvara. – Eg eri faktiskt rættiliga krit­ isk­ur, tá vit hugsa um tónleikin, sum vit spæla. Typiskt tekur tað eitt sindur av tíð, áðrenn eg eri nøgd­ur við ein tekst ella haldi, at eitt lag situr nóg væl, fortelur hann og leggur afturat, at í slíkum løtum er hetta júst sum onnur arbeiði. Einki er »fínasta slag«, men alt skal verða væl gjørt. Tað skal kelast fyri detaljunum, sum Danny sjálvur tekur til. Í dag er Danny 25 ára gamal, men hann hevur longu fleiri drúgvar royndir í viðførinum. Kanska fyrst og fremst sum tónleikari, men eisini sum sjónleikari. Millum ann­að hevur hann staðið á palli við sang­leik­unum Audition og Grease, eins væl og hann hevur roynt seg í fleiri kabarettum og sjónleikum í heim­býnum. Er tað nakað, sum hann ætlar at gera meira við, spyrji eg hann. Og enn einaferð kemur eitt hjarta­ligt flenn, áðrenn hann svarar mær spurninginum. – Nei, í øllum førum ikki beint nú. Tónleikurin er tað, sum eg fyrst og fremst brenni fyri í hesum tíðar­skeiðnum í lívinum hjá mær – men ikki tí, um onkur ringir frá Hollywood og bjóðar mær eina feita rollu, so skal eg nokk um­ hugsa støðuna. sigur hann við ein­um álvarsamum eygnabrá. Eg fangi meg sjálva í at hugsa, hvørt hann meinar hetta seriøst. Men so brestur hann út úr aftur. Og so­leiðis er øll hendan løtan saman við Danny. Lívsgleðin situr í hvørjari kyknu, sum stendur til at bresta í berum ovfarakæti. Hann er simpulten so glaður allan vegin ígjøgn­um og tað smittar. Eg merki tað eisini væl á borðgentunum, sum av og á koma yvir til borðið hjá okk­um at vita, um alt er, sum tað skal vera. Hann tosar blídliga við tær, sigur okkurt stuttligt og tær fara at smílast. Tað geri eg eisini megin­partin av tíðini, sum vit sita saman við borðið. Góða løtan Við eini sjúku sum atopisk dermatitis og ovurviðkvæmi fyri næst­an øllum kundi annars verið skjótt til bara at sett seg inn á eitt kamar at tikið synd í sær sjálvum. Eg veit eisini, at Danny sum smá­ drongur var nógv plágaður av sjúk­uni, sum millum annað gav honum hervilig astmaherðindi. Men at taka synd í sær sjálvum ger einki gott, heldur hann og nevn­ir mammuna, sum altíð hevur stuðlað honum í øllum, sum hann hev­ur havt hug at takast við. Um tað so var at spæla á einum gras­ vølli í fleiri tímar undir heitari sól. – Mamma tosaði ongantíð um, at tað var synd í mær. Hon brúkti heldur ikki tíð uppá at fortelja mær, at eg ikki mátti hetta ella hatta. Ístaðin lat hon meg gera tað, sum eg hevði hug til – og so máttu vit taka avleiðingar aftaná. Til dømis kundi eg verða sjúkur í eina heila viku, um eg kom í samband við gras ella djór. Og eg sigi vit, tí hon hevur sanniliga tikið sín part saman við mær. Tað er helst eis­ini frá henni, at eg havi lært at síggja so ljóst uppá tað heila. Lívið er altso for stuttligt og for deiligt til at skula takast for seriøst, sigur Danny at enda. Hann skal skunda sær til Havnar, tí har bíðar unn­ ustan. Einki av samrøðuni kom á band­upp­takaran, men Danny hevði púra rætt. Tað bilar einki, tí løtan var góð, meðan hon var har. Og tað er kenslan, sum vit kunnu taka við okkum, tá vit hava sagt hvør øðrum farvæl. POST@SOSIALURIN.FO »Mamma tosaði ongantíð um, at tað var synd í mær. Hon brúkti heldur ikki tíð uppá at fortelja mær, at eg ikki mátti hetta ella hatta. Ístaðin lat hon meg gera tað, sum eg hevði hug til – og so máttu vit taka avleiðingar aftaná« Danny and The Veetos ■ Bólkurin varð stovnaður í 2013 og hevur síðani tá havt eina ørgrynnu av framførslum, bæði í Føryoum og uttanlands. ■ Teir, ið manna bólkin, eru Danny Baldursson (gitar/vokal), Páll Brim Joensen (ukulele/vokal), Jóhan Nolsøe (gitar), Robert Waagstein (trummur/vokal), Símun Dam (synth), Jógvan Fróðin Baldvinsson (bass/synth bass) og Rúni Hentze (trompet). ■ Tónleikurin er ein samanrenning av góðum, gomlum fólkatónleiki og nýmótans elektroniskum poppi. ■ Bólkurin er nevndur eftir kenda sjónleikaranum Danny DeVito. Robert, trummuspælarin, kom við navninum og tá allir í bólkinum hildu, at stuttligi maðurin hevði uppiborið at verða uppkallaður, so var støðan púra greið. Sjálvur sigur Danny, at hinir í bólkinum hildu, at Danny og Danny líktist so mikið nógv, at bólkurin skuldi navngevast eftir sjónleikaranum. Vit hava tó onga viðmerking fingið frá hinum í bólkinum um, hvørt hendan søgan er sonn ella ikki… MYND: EYDBII MYNDIR Danny Baldursson úr bólkinum Danny and The Veetos TÓNLEIKUR