mánadagur 4. juli 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað kann gott vera, at ljóðmennirnir
fingu eina eyka avbjóðing, men tað
var eitt upplivilsi fyri tey mongu,
sum fríggjakvøldið fingu høvi
at hoyra stórfingnu konsertina í
goymslutunlunum í Fuglafirði.
Fuglafjarðar
Hornorlestur,
sangbólkurin
Vega,Tórshavnar
Mans-kór, Lena og Niklas, Marius
og Punjab fingu tað at runga inni
í fjallinum aftanfyri Havsbrún á
bryggjuni.
Havsbrún bjóðai til konsertina í
sambandi við, at fríggjadagin vóru
50 ár liðin síðani verksmiðjan fór
undir at framleiða mjøl og lýsi í
Fuglafirði.
Fyrsta skipið, sum landaði til
Havsbrún var nótskipið Beinil hjá
Kimbil í Havn. Hetta var 30. juni í
1966 – og dagin eftir var farið undir
framleiðsluna.
Havsbrún hevur flutt seg síðani
tey fyrstu árini og er í dag ein
verksmiðja, sum framleiðir fóður
til laksaalingina.
Í staðin fyri sum tey fyrstu árini,
bert at framleiða lýsi og mjøl til
onnur at blanda uppí fóður, serliga
til landbúnaðin, so er verksmiðjan í
dag ein partur av Bakkafrost.
Fóðurdeildin framleiðir fóður
til laksaalingina hjá somu fyritøku.
75 fólk
Eini 75 fólk arbeiða fast hjá Havs
brún.
Starvsfólkini trívast væl á fyri
tøkuni. Besta dømi er helst Marius
Petersen, sum hevur arbeitt har
síðani 1970, burtursæð frá einum
ári.
– Ja, eg haldi eg kann siga, at
her er eitt selrigt samanhald á
virkinum. Helst er tað tí, at starvs
fólkini trívast so væl her, sigur Odd
Eliasen, sum er stjóri á Havsbrún.
Gjøgnum árini hevur Havsbrún
verið ein stórur partur av føroysku
alingini og í 2011 keypti Bakkafrost
fyritøkuna.
Í seianstu íløguætlanini hjá
Bakkafrost verður sagt, at einar
400 milljónir verða brúktar til íløg
ur á Havsbrún komandi fim árini.
Í sambandi við 50 ára dagin var
stór móttøka á Havsbrún seinna
partin fríggjadagin.
Stórfingin konsert
í Goymslutunlunum
Havsbrún hátíðarhelt 50 ára dagin við almennari konsert í stóru goymslutunlunum í Fuglafirði