Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 2 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ www.sos.fo Arkiv aftur til 1997 Les eisini á telefonini ...í farnu viku VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðar­deildini í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00. Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Grafisk framleiðsla: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sosialurin.fo Viðmerkjast: Vikublaðið Frida Mellemgaard LÝSINGASAMSKIPARI lysing@sos.fo tel. 231826 Magnus Gunnarsson LÝSINGARRÁÐGEVI maggi@sos.fo tel. 216135 Regin Joensen LÝSINGARRÁÐGEVI regin@sos.fo tel. 215353 Birgir W. Høgnesen MARKNAÐARLEIÐARI birgir@sos.fo tel. 284444 Avgreiðsla/bókhald tel. 341800 Miðlahúsið Hesa yrking yrkti Martin Næs, tá húsini í Steinagøtu vórðu tikin niður fyri sløkum 40 árum síðani. Nú hevur Tórshavnar býráð aftur broytt økið í Steinagøtu, sum verður partur av Steinatúni. Har skal gerast bussstøð, og samband verður beinleiðis úr gamla Føroya Banka við Steinatún. Tí varð gamla ahorntræið, sum var tað einasta, ið eftir var úr gomlu Steinagøtu, tikið niður. Yrkingin hjá Martin Næs stóð prentað í 14. September í 1977 – og hon stóð eisini í savninum ÚR í 1979. Benny Samuelsen tók myndina av hoknaðu húsinum hjá skómakaranum Demmusi »Í leivdunum« Í leivdunum Sum orð á eini reglu stóðu húsini við vegin – tey vóru smá við smáum gluggum móti sjónum. Men so skuldu gøturnar breiðkast, trøini flytast og húsini takast niður. Hesi húsini, sum vóru vaksin upp um tekjuna, høvdu fingið vippuvindeygu við dupultum rútum, køk við køliskápi og stovu við fínum stólum, har køksbonkurin hevði staðið stóð nú ein radiatorur, og vaskið var vask – úr rustfríum stáli. Beint áðrenn húsini duttu niður kom ein maður rennandi og loftaði teimum. Hann kikaði við einum myndatóli klikti og segði at nú vóru húsini altíð til skjals. Í myrkrinum um kvøldið hoyrdist onkur skava millum sperrurnar. Ein gomul kona leitaði í leivdunum. Hon svav her í nátt hon átti hesi húsini í morgun, men hon eigur ongan av bilunum sum koyra her í morgin. Martin Næs (Savnið ÚR 1979) Hendan myndin er tikin úr Tórsgøtu gjøgnum Steinagøtu yvir í Niels Finsensgøtu. Høgrumegin sæst grundin til húsini hjá Føroya Banka, sum Sjóvinnubankin hevði bygt, tá bankin fór á húsagang tíðliga í fimmtiárunum. Føroya Banki keypti grundina og bygdi bankabygningin. Vinstrumegin sæst matvøruhandilin hjá Karl F – og træið á myndini er ahorntræi sum nú er tikið burtur