mánadagur 4. juli 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vestanstevna
Vilmund Jacobsen
Vestanstevna
verður
í
Sørvági
komandi vikuskiftið, 8.-10. juli.
Hetta er ein av teimum góðu og
gomlu bygdastevnunum, sum samlar
fólk um tey tiltøk, sum eru, og á
stevnuni í Sørvági verður nógv ymiskt
á skránni, sum Vikublaðið fer at venda
aftur til í øðrum greinum.
–
Bygdastevnurnar
eru
ikki
líka stórar, sum tær vóru fyrr.
Tónleikafestivalar og onnur tiltøk
eru
komin,
men
kortini
hava
bygdastevnurnar
nakað,
sum
einki annað tiltak hevur, og tað er
kappróðurin.
Tað sigur Vivian Joensen, sum
er ein av limunum í stevnunevndini
aftan fyri vestanstevnu, nú stevnan
hesaferð verður hildin í Sørvági.
Hon vísir á, at tíverri er eingin
aktivitetur í róðrarfelagnum í Sørvági
í løtuni, men hon vónar, at felagið
næsta ár aftur fer at manna bátarnar.
– Vit hava tveir kappróðrarbátar,
sum
einans
verða
brúktir
til
stuttleikaróður í løtuni. Nøkur ung eru
farin yvir til grannabygdina at rógva í
ár, men tað er okkara vón, at bátarnir
í Sørvági verða mannaðir aftur áðrenn
langt um líður, sigur Vivian Joensen.
Alt verður klárt
Fyrireikingarnar til vestanstevnu vóru
væl á veg, tá Vikublaðið frætti úr
Sørvági í síðstu viku.
– Enn vanta onkur smáting, men
alt kemur upp á pláss, áðrenn stevnan
verður sett klokkan 20 fríggjakvøldið
8. juli av borgarstjóranum í Sørvágs
kommunu, Suna Jacobsen.
Nógv tiltøk eru kring landið í
summarmánaðunum, og tí er sjáldan,
at eitt vikuskifti er, har bara eitt tiltak
er á skránni.
Og soleiðis er eisini, nú stevna
verður í Sørvági.
Vivian Joensen vísir á, at sama
vikuskiftið, sum vestanstevna er,
verður eisini tónleikatiltakið Við
Brúnna.
– Men, vit vóna sjálvandi ikki, at
hetta fer at forða fólki í at koma
hendavegin.
Hon sigur, at nógv forvitnisligt og
spennandi verður á vestanstevnu í ár,
og her verður rættiliga nakað til øll.
– Vit byrja stevnuna við einum
gongutúri
niðan
á
Vørðufelli
seinnapartin fríggjadagin, har vit fara
at syngja og hugna okkum saman.
Útsýnið av Vørðufelli er sera gott og
flott, og á túrinum sæst eisini út yvir
Sørvág og yvir á Tindhólm.
Vivian Joensen sigur, at um viðrar,
verður farið niðan á Vørðufelli við
guitara og sangi at løða upp til
setanina seinni um kvøldið.
– Fráferðin til gongutúrin verður
frá ídnaðarøkinum í Sørvági klokkan
17, og á ferðini fer Høgni Nielsen at
siga frá søgum, leggur hon aftrat.
Ítróttur og mentan
Sørvágur er kendur sum ein flogbólts
bygd, og sum nakað nýtt á vestan
stevnu hesaferð verður beachvolley
á sandinum. Ein av fyriskiparunum til
hetta tiltak verður landsliðsvenjarin í
flogbólti, Jóhan Petur á Stongunum.
– 07 Vestur fer at skipa fyri
fótbólti, og so sjálvandi verður
barnaróður og FM-róður á skránni
leygardagin. Fyri børnini verður eitt
nú tivoli, gummibátar, hoppiborgir
og ponyríðing. Fyri tey mentaðu
verður Sørvágs Bygdasavn opið, og í
Kirkjuhúsinum verður listaframsýning
við Livari Nyste og øðrum.
Vivian Joensen sigur, at nógvur
tónleikur við dugnaligum lokalum
tónleikarum verður á vestanstevnu,
og góður dansur verður í Sørvágs, Bio,
bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
– Vit enda stevnuna við at savnast
í 07 Vestur-húsinum til hugna og at
hyggja eftir EM-finaluni.
At enda ynskir stevnunevndar
limurin at síggja nógv fólk í Sørvági
á vestanstevnu, og vónandi verða
veðurgudarnir fyriskiparum og stevnu
gestum til vildar.
– Vit gleða okkum til eina hugnaliga
stevnu, og vegna nevndina vil eg
ynskja øllum hjartaliga vælkomnum til
Sørvágs á vestanstevnu, sigur Vivian
Joensen aftrat.
Bygdastevnurnar
hava kappróðurin
Vestanstevna verður í Sørvági
komandi vikuskiftið, 8.-10.
juli, og her verður nógv ymiskt
og forvitnisligt á skránni
Vilmund Jacobsen
Skráin fyri vestanstevnu í Sørvági
byrjar fríggjadagin, 8. juli, tá Kafé
Fjørðoy letur upp á middegi og fer at
hava opið til klokkan 22. Her verður
sjálvtøkuborð um kvøldið.
Ein onnur kafé letur eisini upp
klokkan 14 seinnapartin. Tað er
Kafé Sólvá, og her verður opið heilt
til klokkan 04.
Ein afturvendandi og spennandi
møguleiki, sum er á fleiri stevnum
kring landið, er túrur við skjótt
gangandi báti. Høvi verður nevniliga
at royna JAB-bát frá klokkan 16 til
20 og tey, sum ætla sær at gera
henda túrin, skulu bara leita sær
oman á kaiøkið í Sørvági.
Tivoli og matur
Seinnapartin fríggjadagin verður høvi
at fara ein frálíkan gongutúr, sum er
umrøddur aðrastaðni í blaðnum, og
tá fólk koma aftur til bygdar, verður
setanin av vestanstevnu seinni um
kvøldið.
Tivoli letur upp á stevnuøkinum
klokkan 17, og opið verður til
klokkan 23.
Hotel Vágar fer at hava opið frá
klokkan 17 til 22 við Old American
Buffet.
Klokkan 18 fríggjadagin verður
ein fótbóltsdystur millum U15
landsliðið og U16 liðið hjá 07 Vestur.
Høvið verður eisini at uppliva
film á ein serstakan hátt, tá ein
7D biografvognur verður á stevnu
økinum.
Í biografvogninum, sum letur upp
klokkan 19, flytast setrini í takt við
filmin, og her bæði hoyrist og følist
vindur, regn, kavi og ljóð.
Tey, sum hava hug at fáa sær
eina pylsu fríggjakvøldið, hava høvi
til hetta á stevnuøkinum, har pylsu
vognur verður opin.
Fríggjakvøldið kunnu kaffi, te,
køkur og toast keypast, og tá verður
eisini ein innanhýsis fótbóltsdystur í
3. deild hjá 07 Vestur.
Tónleikur og dansur
Fríggjakvøldið verður bæði barna
diskotet, tónleikur og dansur í Sør
vági.
Barnadiskotekið verður í Biohøllini
frá klokkan 20 til 22, og frá klokkan
20.30 fara Holgar og Einar at spæla
tónleik á stevnuøkinum.
Dansurin, sum verður í Klondyke
í Biohøllini, byrjar klokkan 23.30 og
heldur fram til klokkan 04.
Tað verður kendi og vælumtókti
vágabólkurin - Tinganest - sum fara
at spæla til dansin fríggjakvøldið.
Meira um skránna fyri vestan
stevnu kann lesast inni í blaðnum.
vilmund@sosialurin.fo
Vestanstevna byrjar fríggjadagin
– Hóast góðu og gomlu bygdastevnurnar
eru minkaðar í vavi, nú so nógvir
festivalar vera hildnir kring landið, hava
hesar stevnur kortini nakað serstakt,
sum einki annað tiltak hevur, og tað er
kappróðurin, sigur Vivian Joensen, ein av
fyrireikarunum av vestanstevnu í Sørvági
Vivian Joensen, sum Vikublaðið hevur skift orð við, er í nevndini aftan
fyri vestanstevnu, sum í ár verður hildin í Sørvági
Tað verður nógv áhugavert á vestanstevnu í Sørvági í ár, bæði
til børn og vaksin, og hæddarpunktið verður kappróðurin