Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 3 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ The Black Panthers aftur á pall fyri fyrstu ferð í meira enn 15 ár. The Black Panthers varð stovnað og spældi alment fyrstu ferð í 1973. Fram til 1980 var manningin skiftandi, men frá fyrst í 80’unum varð manningin meira støðug, og tey nógvu seinastu árini hava Ólavur Øster solo- guitar og kórsang, Asker Hansen keyboard, Bjørn Djurhuus rythme guitar og forsangari, Thorberg Johannesen bassguitar og sang, Kristjan Geyti Johansen trummir, mannað bólkin. The Black Panthers hevur spælt alt Føroya land runt fleiri ferðir, bæði til dans, veitslur og konsertir, og vóru eisini við FUT á ferð, tá ferðast varð um alt landið við fleiri tónleikabólkum í nítiárunum. Guðrun Sólja, ein av teimum heilt góðu sangkvinnunum í Føroyum, kemur at framføra við Brúnna í ár. Hon gjørdist kend í 2003, tá ið hon vann Stjerne for en aften. Stutt eftir hetta kom fyrsta fløgan Quiet Storm út. Í 2012 kom EP-in „The First Four“ út. Guðrun Sólja hevur nomið sær útbúgving innan sang,og hevur hon seinnu árini undirvíst nógv. Guðrun Sólja fer at framføra saman við góðum føroyskum tónleikarum á við Brúnna-tiltakinum. Tónleikararnir verða: Magni Húsgaarð á tangentum, Rúni W. Højgaard á trummum, Eyðun Johannesen á bass og Mikkjal Hvannastein á guitar. Vígdis er kend sum ein av limunum í gentubólkinum Faroe5. Vígdis hevur síðani útgivið nøkur stakløg, sum hava verið at hoyrt í útvarpinum. Eisini hevur hon ein sang á Amnesti fløguni, sum kom út í 2011. Vígdis, sum í løtuni er búsitandi í Danmark, er av Norðskála og gleðir seg at koma til heimstaðið at framføra bæði egin- og coverløg. Stílurin er fangandi og lættur popptónleikur, og hetta verður eisini tað, ið vit fara at hoyra við Brúnna í ár. Hon fer at framføra saman við góðum føroyskum tónleikarum. Tað er bara ein Hanus, og tað er Hanus G. G’ið stendur fyri Gerdum, men kundi eins væl staðið fyri Gandakallur, tí Hanus kann, um nakar, rúnabinda fjøldina. Hanus hevur stóran alsk til Poul F, men hevur eisini tolkað yrkingar eftir Hans Jákup Glerfoss og norska Jacob Sande. Hanus dugir eisini at endurnýggja seg, sum ger, at hann altíð er viðkomandi. Skuldi nakar ivast í dygdunum hjá Hanusi, so er at hyggja eftir mongu viðurkenningunum og heiðurslønunum klaks víkingurin í Hósvík hevur fingið – Listavirðisløn Nólsoyarpáls, Sømdar gávu Landsins, Planet Awards og Listavirðisløn Miðlahúsins eru nakrar. Black Panthers Guðrun Sólja Jacobsen Vígdis Fjallstein Hanus G. kl. 22.00 kl. 22.30 kl. 23.05 kl. 23.25