mánadagur 4. juli 2016síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
5
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Annette var forsangari í
rockbólkinum Rockwall úr
Hósvík frá 1986-1995, tá tey
ferðaðust kring alt landið og
spældu til dans og konsertir.
Hon var eisini kórsangari
í rockbólkinum Chase frá
1989-1992. Hetta verður
fyrstu ferð í 21 ár, at Annette
syngur rocktónleik á palli.
Fyri tað mesta hevur hon
sungið klassiskt og kórtónleik
tey nógvu seinastu árini, tó
brennur hon sera nógv fyri
rocktónleikinum. Tað er sera
forkunnugt at Annette fer
á pallin við Brúnna 9. Juli.
Hon fer at framføra saman
við góðum føroyskum
tónleikarum.
Jens Marni Hansen
luttekur á øðrum sinni
við Brúnna. Í 2014
stóð hann á palli sum
einstaklingur, hesaferð
verður tað við góðum
bólki aftan fyri seg.
Jens Marni hevur
verið sera virkin
innan føroyska
tónleikaheimin, síðan
hann var heilt ungur, og
verið við í fleiri ymiskum
bólkum, t.d. Kjølar, All
That Rain, Showmen og
Faktor 4. Tey seinastu
árini hevur Jens Marni
Hansen mest framført
undir egnum navni og
bólki.
Danny & the Veetos er
ein sera vældámdur
bólkur úr Klaksvík. Teir
byrjaðu at spæla fyri
umleið trimum árum
síðani, og hava havt
sera nógvar framførslur
runt um í Føroyum.
Hittini „Sunnukvøld í
Mai“ og „I’m Afraid“
fara at ljóma við Brúnna
leygardagin 9. juli.
Rebekka Joensen er 17 ára
gomul og býr við Norðskála.
Meðan hon hevur gingið
í fólkaskúlanum, hevur
hon sungið í skúlakórinum
og varð tá ofta biðin at
syngja sum einstaklingur
til ymisk tiltøk í skúlanum.
Í vetur hevur Rebekka
gingið til sangundirvísing
hjá Guðruni Sólju Jacobsen
í kvøldskúlaskipanini
hjá Sunda Kommunu.
Næmingar hjá Guðruni
hava staðið á palli í
Garnhúsinum, men annars
er hetta fyrsta almenna
framførslan hjá Rebekku
Annette S. Davidsen
Jens Marni
Danny & The Veetos
Rebekka Joensen
kl.
23.45
kl.
16.30
kl.
18.45
kl.
21.00