Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 MIKUDAGSBLAÐIÐ Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Terji Nielsen Frakland og tjóðskapurin eru í brennideplinum. Næstu dagarnar eru avgerandi dystirnir í EM enda­ spæl­inum á skránni. Fyrra hálv­ finalan verður í kvøld millum Wales og Portugal, og tann seinna verður í annað­kvøld millum fronsku vertir­ nar og Týsk­land. Sunnu­kvøldið verður final­an í París. Í fyrrakvøldið lendu íslending­ ar aftur í Keflavík, og í Reykja­vík vórðu spælararnir fagnaðir sum sannar hetjur, og O, guð vors lands rungaði um býin og umvegis sjón­ varpið kring allan heimin. Hetta var síðsta punktum fyri glæsiligt íslendskt avrik, sum vit fegnast um saman við frænd­um okkara fyri vestan. Globaliseraði veruleikin er ein av orsøkunum til, at áhugin fyri tjóð­skaparligu eyð­kennun­um bara økist. Tað hevur ongan­tíð kenst so serstakt, sum tað ger nú, tá ið landsliðsspælararnir standa rættir á vøllinum, og tjóðsangirnir ljóma og spælararnir syngja, um tað so er, Einigkeit und Recht und Frei­ heit, Allons enfants de la patrie, portugisiska Heróis do mar, nobre povo ella walisiska Mae hen wlad fy nhadau yn annwyl i mi! Søgan minnir á bardagar, upp­ gerðir og eljustríð, sum tjóðir hava tapt og vunnið, og sum eru við til at skilmarka tjóð­skapar­ liga samleikan. Tíbetur hevur tað ikki verið so nógv av tí slagnum í okkara parti av Europa tey seinnu árini, sum tað plagdi at vera. Longri eysturi og suðuri í Europa hava tað seinastu tredivu árini verið kríggj og menniskja­ligar kata­strofir, sum tað fyri hálvari øld síðani var torført at ímynda sær skuldu koma fyri aftur á okkara leiðum. Nú kennist tað at vera friðar­ ligari aftur, men Brexit er áminning um, at tað prutlar undir lokinum. Tjóðskaparlig rák spøkja, sum eru eyðkend av meiri óunni­lig­ um enn tjóðsangum í EM enda­ spælinum. Tað er lítið huga­ligt, og tað skal politiskt skynsemi og handa­lag hjá so mongum til, um støðan ikki skal verða spentari, og tað, sum er meiri ófrættakent, ikki skal stinga seg upp. Heima á landi eru vit spard fyri kríggj, og tað skal leitast aftur til Føroyinga søgu fyri at finna borg­ ara­kríggj. Í fótbóltinum er tað – higartil – ikki eydnast Føroyum at spæla seg í endaspæl, men vit liva í vónini! Vit eru tó partur av altjóða sam­ felagnum, og vit gera mun! Eitt nú fara Rynkeby súkklararnir í annað­ kvøld av landinum við kós móti París. At tað í landi okkara eru tey, sum rinda pengar og brúka tíð og orku at savna pengar, so børn, ið eru rakt av krabbasjúku, skulu fáa betri vánir at verða frísk aftur, verður fagnað av okkum øllum. Tað tænir okkara tjóð til miklan sóma, og vit ynskja súkklarunum og hinum í ferðalagnum blíðan byr niður til ljósanna og býanna bý! Nú kennist tað at vera friðar­ligari aftur, men Brexit er áminning um, at tað prutlar undir lokinum TJÓÐSKAPURIN Í PARÍS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyri at eggja enn fleiri barna­ familjum at velja Føroyar sum teirra heim­land verður skotið upp at hækka barna­ frá­dráttin við 2.700 krónum um árið í landsskattinum fyri børn undir skúlaaldri.  Frádrátturin hækkar úr 6.500 kr. uppí 9.200 kr.  Kristina Háfoss, lands­ stýris­kvinna hevur tí sent lógaruppskot til um­mælis um barnafrádráttin hjá smá­barna­familjum. Verð­ ur lógar­upp­skotið sam­tykt, hækkar barna­frá­drátturin 42% næsta ár fyri børn millum 0 og 6 ár. Settar eru av 12 mió. kr. í játtanar­ karmin­um fyri 2017 til enda­ málið.  Nógvar smábarnafamiljur hava trong fíggjarlig kor. Hetta tíðar­skeið í lív­in­um eru bústaðar­kostnaður og barna­ansingar­kostnað­ur hægst, sam­stund­is sum for­ eld­rini ofta eru lut­fals­liga nýggj á arbeiðs­marknaðin­ um og har­við hava byrjunar­ løn.  Við lógaruppskotinum verður samlaði miðal barna­ frá­drátt­ur­in fyri børn yngri enn 7 ár 15.550 kr. árliga fyri hvørt barnið. Hetta er grundað á, at miðal­barna­ frá­drátturin hjá kom­mun­ un­um er 6.350 kr. í 2016, og aftur­at hesum kemur barna­ frá­drátturin hjá landinum í 2017 á 9.200 kr. árliga. Vil geva barna­ familjun­um betri ráð 200 ára hátíðarhald á Syðradali Spell at alt gerst til kapp­róður MELDURIN, ÓLAVUR HÁTÚN SÍÐA 16-17 Soleiðis ávirkast prísurin á tínum bili TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Samgongan fer nú at skjóta upp at lækka barnafrádráttin fyri børn undir skúlaaldur Um vikuskiftið verður stórt hátíðarhald á Syðradali í sambandi við, at bygdin fyllir 200 ár Sjálvt hátíðarhaldið á Syðra­dali verður sett leygar­dag­in klokkan 15, har millum annað Magni Garða­ líð, borg­ar­stjóri, og Bjørn Kalsø, løg­tings­maður, fara at halda røðu, og eisini fer Dánial Petur Høj­gaard, lív­ frøðing­ur, fer at siga frá um Catrinu Sofíu Joensen, f. 1840, sum giftist við Jørgen á Nesi. Umframt sjálvt há­ tíðar­haldið verður nógv ymiskt á skránni, so sum gongu­túr­ar, fram­sýning­ar av bæði mál­ning­um, hand­ arbeiði, mynd­um og eisini ættarsøgu. Leygarmorgunin verð­ ur skipað fyri gongu­túri gjøgn­um bygd­ina, har Asbjørn Lóma­klett fer at greiða frá um ein­støku húsini í bygdini og um minnis­varðan. Leygarkvøldið verður stór kvøldseta við skúlan, sum Bjørn Kalsø stílar fyri. Á skránni til kvøldsetuna eru bæði felagssangur, hugleiðingar, røður, Signar í Homrum fer at syngja og spæla, kvøldsetan endar við felagssangi. Sunnudagin verður úti­ guðs­tænasta við skúlan á Syðra­dali við Marjun Lóma­klett, sóknar­presti. Um veðrið ikki er til vildar, so verður guðstænastan í Húsa Kirkju.