Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tvøratunga verður endurreist Um ein vil hava fullu upplivingina av Kanada við, so er at taka lut í gongutúrinum í Valinum, har Jákup Jensen verður frásøgumaður. Tvøratungan var dansistað hjá proletarunum á Tvøroyri, meðan tey fínu fóru inn í klubban, sum var í grannahúsunum. Her varð dansað bæði føroyskur og ongilskur dansur og mangan luttóku fremmandir fiskimenn og undir krígnum enskir hermenn í dansinum. Gongutúrurin endar á Tvøratungu, har Kári Jespersen klokkan 18 fer at hava ein fyrilestur um Tvøratungu, uppi í Kanada og onnur staðarnøvn í økinum. Klokkan 18.30 verður farið upp á gólv. Dansistovugaman skipar fyri og enn einaferð fer harmonikan at runga á Tvøratungu, sum hon gjørdi í gomlum døgum. Bad Boys, What’cha gonna do, when they come for you Høvuðsnavnið leygarkvøldið er reggea-bólkurin Inner Circle úr Jamaika. Okur sum minnast 80’ini og 90’ini minnast sangir sum Bad Boys og Sweat. Mangan munnu okur hava trallað A la la Long ella sungið við til Bad Boys. Bólkurin varð stovnaður heilt afturi í 1968, men fóru hvør til sítt, tá forsangarin Jacob Miller lat lív í 1980. Í 1986 var bólkurin endurstovnaður og fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum Bad Boys í 1987. Tónleikurin er ein góður blandingur av poppi, rokki og reggea. Øll manningin úr Jamaika verður við á ferðini í Føroyum. Inner Circle skulu spæla frá klokkan 22.45. Eftir Inner Circle, beint eftir midnátt, fer Eyðun Ásason at gera comeback á pallinum. Lítið hevur verið at frætta frá honum, men sunnunáttina fáa okur aftur høvið, áðrenn All Star Felagssangur verður klokkan 00.45. Klokkan 21.00 trínir bólkurin Hamradun á pallin uppi í Kanada. Tað er okra egni Pól Arni Holm, sum er frontfigurur í bólkinum og hevur við sær John Áka Egholm og Una Debess, sum eisini hevur meiri enn annað beinið her suðuri. Pól Arni Holm var forsangari í Týr frá 1998 til 2002, men stovnaði Hamradun í 2015. Teir lótu eina útgávu við sjey sangum úr hond í 2015. Íblásturin til sangirnar eru føroyskar sagnir, kvæði og vísur. Stílurin er eitt slag av fólkarokki. At tónleikararnir hava bakgrund úr so ymiskum bólkum sum Týr og Hamferð og føroyska bluesumhvørvinum setur sín dám á tónleikin hjá Hamraduni. Eftir felagssangin taka norðingarnir yvir. Okur byrja spakuliga, Eyðun Nolsøe býr hóast alt her suðuri, men tá hann hevur mýkt okum nakað, skal klaksvíksbólkurin yvir øllum, Dynamit, spæla. Søgan sigur einki um, hvørt Smyril fer at sigla eykatúr teirra vegna, men eingin ivi er um, at teir fara at rokka Kanada millum klokkan tvey og fýra sunnumorgunin. Afturat fjølbroyttu skránni á pallinum verður eisini diskotek í stóra salinum. Frá klokkn 18 til 20 verður barnadiskotek. Síðani fara plátuvendarar at syrgja fyri góðum tónleiki í salinum fram til klokkan 02.00. Tá verður føroyskur og enskur dansur fram til klokkan 04.00. Heldur ikki her suðuri eru okur harrar yvir veðrinum. Er tað tí soleiðis, at veðrið ikki er til vildar leygarkvøldið, verður tiltakið flutt vestur í høllina í Trongisvági. Suðringar seta dám á skránna, tá tiltakið Ein dagur upp í Kanada verður á Tvøroyri leygardagin Fyrstur á pallin, klokkan 19.00, vera okra egnu Asyllex við sínum harða trash metal tónleiki. Teir hava fleiri ferðir luttikið á millum annað Wacken Metal Battle Føroyar og hava annars gjørt um seg her suðuri. Teimum á baki kemur Evi Tausen. Hóast hon nú býr norðanfjørðs, so er hon enn okra. Hon gav í fjør út sína aðru útgávu, Make This Life a Dance, og sangirnir hiðani hava verið nógv at hoyra í útvarpinum síðani. Eingin ivi er um, at hon fer at fáa lív í fjøldina. Evi Tausen trínur á pallin klokkan 20.00. Tróndur Enni skal spæla klokkan 20.30 og við sær á pall kemur sjálvandi Lív Næs. Tey bæði sungu seg inn í hjørtuni á mongum føroyingum við sanginum Sveimandi av fløguni Keldufar, sum kom út í 2012. Allarhelst syngja tey nakað av tí útgávuni, men man ikki okkurt nýtt verða at hoyra eisini?