Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sølu/logistikkleiðari www.faroeorigin.fo Søkt verður eftir ágrýtnum søluleiðara til Faroe Origin at byrja skjótast gjørligt. Søluleiðarin fer at hava ábyrgd av allari sølu og flutningi/logistikki av vørum, sum verða framleiddar á virkinum hjá Faroe Origin í Runavík. Talan er í høvuðsheitum um feskar og frystar vørur, framleiddar úr upsa og øðrum botnfiski. Førleikakrøv: Vit vænta, at umsøkjarin hevur útbúgving innan sølu og logistikk, tó er hetta ikki nøkur treyt. Umsøkjari við líknandi royndum kann hava fyrimun. Viðkomandi má verða samstarvssinnaður og kunna arbeiða í toymi. Umsøkjarar við góðum málsligum førleikum hava fyrimun. Gott handilsligt tev er eisini gott í slíkum starvi. Kunnleiki til bókhald – herundir fakturering og goymsluskipanir - er ein fyrimunur. Tú verður sum søluleiðari partur av leiðslu- bólkinum hjá felagnum. Arbeiðsstaður er Runavík. Vit bjóða: Eitt spennandi starv, har tú fer at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring hjá Faroe Origin. Lønin verður sambært avtalu við leiðsluna. Tilvísing: Tú kemur at vísa til stjóran í felagnum. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen á tlf 550650 ella senda teldupost til: jensp@origin.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsókn við øllum við- komandi skjølum verður at senda í seinasta lagi hin 11/7-2016 til: Faroe Origin Fiskivinnuhavnin 1 600 Saltangará Att.: Jens Pauli P/F Faroe Origin er felag, sum rekur 6 partrolarar og hevur tvey framleiðsluvirkir ávíkavist í Runavík og á Toftum. Uml. 200 fólk starvast í felag- num samanlagt. til Faroe Origin Fiskivinnuhavnin 600 Saltangará Faroe Islands www.origin.fo Tel +298 200 600 Fax +298 200 601 Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Fríggjakvøldið 8. juli kl. 19.30 verður áhugaverdur almennur fundur við Menakhem Ben Yami í Østrøm á Skálatrøð. Menakhem er sannur føroyavinur, sum greitt varð frá í seinasta Vikuskiftis Sosiali. Hann slapp, eins og konan, Hanna, undan jødatýningi hjá Hitler. Eisini hevur hann upplivað alla søguna hjá statinum Ísrael, og hann hevur verið við í øllum kríggjunum har, síðan 1948. Menakhem hevur sína hugsan um støðuna í Ísrael; eisini hvussu hann sær støðuna í Sýria og Iran mótvegis Ísrael. Hesum fer hann at greiða frá, og vil eisini svara spurningum. Lena og Niclas syngja. Øll eru vælkomin til hesa áhugaverdu framløgu. Ísraeli í Østrøm: Politiska støðan í Ísrael og Miðeystri Vinafelagið Føroyar- Ísrael www.shalom.fo Grafix 504251 eblaðið sos.fo