Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð/Tróndur Arge HB, Víkingur og NSÍ skulu øll spæla seinna dystin í fyrsta umfari í Europa League hóskvøldið. HB spældi javnleik 1-1 á útivølli móti FC Levadia Tallinn. Tí er HB á odda, tá dómarin bríkslar dystin í gongd hóskvøldið klokkan 18. So væl stendur ikki til hjá Víkingi og serliga NSÍ, ið bæði taptu við tveimum móti ongum í fyrra dystinum. Víkingur tapti 2-0 fyri Ventepils í Lettlandi, meðan NSÍ á Svangskarði tapti 2-0 fyri hvítarussiska FK Shakhtyor Soligorsk. Her tykist Víkingur enn hava ein møguleika. Serliga tá hugsað verður hugsað um ríku søguna felagið hevur í Evropa. Verri verður hjá NSÍ, sum veruliga skal skelka fótbóltsheimin, um runavíkingar ikki skulu í sumarferiu hóskvøldið. HB- FC Levadia Tallinn 1-1 Hósdagin klokkan 18.00 Beinleiðis á Rás2 Parkera ikki HB-bussin Hóast HB bleiv trýst langt aftur á vøllin í seinna hálvleiki móti estlendska FC Levadia Tallinn, so standa havnarmenn eftir við einum 1-1 javnleiki – og einum útivallarmálið, ið gevur teimum munin í samanteljingini higartil. – Vit fóru niður einum endamálið. Tað var halda lív í uppgerðini til dystin í Føroyum. Tað kláraðu vit. Nú fara vit at gera alt vit kunnu, fyri at koma víðari, sigur Jan C. Dam, venari hjá HB. Mótstøðuliðið liggur í løtuni á fyrsta plássið í landskappingini í Estlandi. Venjarin hjá HB er greiður yvir, at talan er um eitt sterkt lið, men noktar at parkera HB-bussin í brotsteiginum hóskvøldið. Teir eru knallsterkir og hava fleiri góðar útlendskar spælarar, men tað sigur mær eisini at vit eru góðir í løtuni, sigur Jan Dam, og leggur afturat: Vit fara ikki at grava okkum niður og møguliga tapa uttan at hava roynt at spælt. Við virðing fyri mótstøðuliðnum, so ætla vit at spæla á sama hátt sum í Estlandi, men tá vit fáa bóltin, so skulu vit vilja hava hann og ikki tveita hann burtur sigur Jan Dam. Tað sigur Jan Dam er avgerandi fyri, at HB ikki kemur undir sama trýst, ið teir komu undir í seinna hálvleiki í Estlandi. – Fyrri hálvleiku var góður, men eftir málið hjá teimum blíva vit trýstir í botn. Tá vit koma undir líknandi trýst, so skulu vit verða dugnaligir á bóltinum. Tað er týdningarmikið, sigur Jan Dam. Allir mans eru tøkir. Fyri HB kemur tað væl við, at Øssur Dalbúð aftur venur, meðan restin av hópinum, ið var í Estlandi allir eru tøkir. Undantøkini eru Arnbjørn Hansen, ið væntandi fær sínar fyrstu minuttir í august eftir drúgvan knæ­ skaða, og Poul Ingason, sum er út­leigaður til TB. Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu gera nakrar broyting­ar frá fyrra dystin­ um, sigur Jan Dam. Øssur Dalbúð vandi væl mána­kvøldið og heldur tað fram, so er nokk einsta broytingin á dómara­seðln­ um, men helst byrjar hann ikki inni. Jan Dam vónar eisini, at heimavøllurin gevur HB ein fyrimun. – Vøllurin Í Estlandi var góður. Hann var eins stórur og tann í Gundadali. Tað var perfekt, men munurin er at vit nú spæla á graslíki. Vit eru betri á graslíki enn grasi, sigur venjarin hjá HB. – Kenslan sigur mær, at vit fá ein javnan dyst, ið kann koppa báðar vegir. Málið hjá okkum er at koma víðari, sigur Jan Dam at enda. Málið hjá HB í Estlandi skoraði Rókur av Fløtum Jesper­sen, tá hann sendi fríspark, sum rakti ein spælara á vegnum, í málið. FK Shakhtyor Soligorsk – NSÍ 2-0 Hósdagin Gerber trýr upp á møguleikan Farna hósdag tapti NSÍ 0-2 á evropeiska heima­ vøllinum á Svanga­skarði ímóti Shakhtyor Soligorsk úr Hvíta­russlandi. Talan var um ein dyst, har hvíta­russiska mót­støðu­liðið næstan ikki skapti ein einasta mál­møgu­ leika, men kortini skoraði Soligorsk tvey mál upp á brots­spørk. Dysturin var eisini merktur av einum margháttiligum norður­ írskum dómara, sum dømdi tey bæði brotsspørkini, ið bæði vóru av bíligara slagnum. Eisini fekk Jens Joensen tvey gul og harvið reytt - gulu kortini vóru bæði bíligari enn hvørt annað. Venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, hevur kortini ikki mist mótið. – Vit vita sjálvandi, at møguleikin at koma víðari er verri nú, enn hann var undan fyrra dystinum. Men vit fara ikki allan vegin til Hvítarusslands fyri at hugna okkum, sigur Anders Gerber og leggur afturat: – Vit fara at geva alt tað, sum vit eiga, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur. Vit trúgva upp á okkara møguleika, sigur Anders Gerber, tá ið Sosial­ urin fekk orðið á hann týsdagin. NSÍ fyrireikaði seg í Brøndby í Dan­mark, áðrenn ferða­lagið úr Runavík í gjár­ kvøldi fleyg til høvuðsstaðin í Hvítarusslandi, Minsk. Okkara avrik var gott Á frásøgumonnunum hjá Rás2 ljóðaði tað sum, at hvítarussiska mótstøðuliðið hevði lítið at bjóða upp á í fyrra dystinum. Anders Gerber vil tó heldur vísa á, at talan var um eitt gott og sterkt avrik av NSÍ. Og so fær hann heldur ikki latið vera við at prika til norðurírska dómaraavrikið farna hósdag. – Eg vil heldur siga, at tað vóru vit, sum vóru góðir. Okkara avrik var gott, og eftir at hava sæð sjónbandaupptøkur av fyrra dystinum má eg siga, at brotsspørkini, sum Solygorsk fekk, vóru ómetaliga tunn. Vit høvdu lættliga kunnað havt eitt nógv betri útgangsstøði til seinna dystin, men soleiðis er fótbóltur onkuntíð, sigur Anders Gerber, sum hevur longt sáttmálan við NSÍ, so hann er galdandi fyri 2017 eisini. Ein av stóru av­bjóð­ ingunum í einum slíkum dysti er, hvussu NSÍ skal bera seg at taktiskt, tá ið liðið byrjar dystin við at vera aftanfyri 0-2. Anders Gerber sigur, at tað fer eisini at laga seg eftir, hvussu Soligorsk spælir. – Vit vita ikki akkurát, hvussu Solygorsk fer at bera seg at í hesum dystinum. Soligorsk spældi dyst mánadagin við júst sama liðnum sum hósdagin og vann 3-0. Tað er sjálvandi ikki ein fyrimunur fyri teir, at hava ein dyst ímillum evropeisku dystirnar. Men um Soligorsk stillar seg aftur at verja, so skulu vit vera klárir at stýra dystinum. Og um Soligorsk spælir líka sum síðst, so krevji eg, at vit eru betri í snarálopunum, enn vit vóru síðst, sigur Anders Gerber um taktiska uppleggið. Gerber vísir tó eisini á, at Solygorsk stóð seg væl við bóltinum í fyrra dystinum og var spælstýrandi til tíðir. Árni framvegis á brúðarferð Í mun til hópin, sum var tøkur til fyrra dystin á Svanga­skarði, so eru næstan ongar broytingar til komandi dystin. Jens Joensen er undir øllum umstøðum ikki við orsakað av leikbanni, og NSÍ manglar framvegis ein av sínum stóru profilum. Árni Frederiksberg er framvegis á brúðarferð og verður ikki við í trupla útidystinum í Hvítarusslandi. At enda sigur Anders Gerber, at býurin Soligorsk er ein lítil býur, sum ikki kann sigast at vera nøkur serstøk mentanarperla at vitja. Ferðalagið hjá NSÍ fer ikki til Soligorsk fyrr enn seint í kvøld, tá ið venjing er á skránni. HB PARKERAR IKKI BUSSIN FÓTBÓLTUR EUROPA LEAGUE: HB hevur besta útgangsstøðið undan returdystunum hjá teimum trimum føroysku feløgunum í Europa League, men hóast HB er skudin frammanfyri estlendska FC Levadia Tallinn, so verður HB-bussurin ikki parkeraður frammanfyri málið Vit gita liðið: HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson – Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Magnus Egilsson – Ari M. Olsen Vit gita liðið: NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Jóhan Jacobsen, Per Langaard, Jákup Andrias Gaardbo, Monrad Holm Jacobsen - Nikolaj Køhlert, Høgni Madsen - Petur Knudsen, Pól Johannus Justinussen, Jann Martin Mortensen - Klæmint Olsen