Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 8. JULI 2016 Vit eru millum søkurnar, og harvið er tað há­summar. Neyvan man summarveðrið hava verið betri, enn tað hevur verið higar­til í summar. Gjáramorgunin kendist tað úr honum, og tað var myrkt í erva. Soleiðis hevur tað mangan verið í viku oman á viku hesa ársins tíðina, men soleiðis er ikki í ár. Longu seinnapartin lætti í aftur. Tað er liviligt í Føroyum á so mangan hátt. Bú­skap­u­rin veksur, arbeiðs­loys­ið er lítið og tí­betur sær tað út til, at fólka­tal­ið aftur er farið at vaksa. Tað er hugaligt, at ábend­ing­ar eru um, at fólka­saman­setingin gongur rætta vegin soleiðis at skilja, at burðartalið er støðugt, at frá­flytingin minkar, at tilflytingin veksur, og at lut­ falsligi vøksturin er stórur millum tey, sum eru potentiel foreldur. Við at kaga í tilboðslistan sæst, at tað er ein øgilig rúgva av tiltøkum, framsýningum, há­tíðar­haldum og stevum og festivalum, sum føroyingar í Føroyum, útisetar á vitjan heima á landi og fremmanda fólkini, sum vitja, hava at velja ímillum. At føroyingar hava áhuga í tí farna og dyrka røturnar sást eitt nú aftur í, at tey á Syðradali og í Húsa kommunu í hesi vikuni hátíðarhalda, minnast aftur á og gera nógv burturúr, at tað nú eru tvey hundrað ár síðani, at fólkið av náttúru ávum flutti av Blankskála og til Syðradals. Ein rúgva av fólki valfarta í Kalsoynna, og tað tænir teimum í bygdini og oynni til stóran heiður, at so nógv verður gjørt burturúr. Tey eru ikki so nógv, sum eru skrásett at búgva á Syðradali, men tey eru nógv, sum hava røtur í bygdini, og sum í hesum døgum vísa, at tey hava ikki gloymt ættarbandið. Tað eru so mong dømi um hetta slagið av samhaldsfesti kring landið. Skipasøgan er í miðdeplinum í hesum døgum, nú eldsálir enn einaferð skipa fyri regatta sigling – hesaferð úr Leirvík og umvegis høvuðsstaðin og suður á Vág. Vestanstevnan við kappróðri og fjølbroyttari skrá er hesaferð í Sørvági, tónleikatiltakið við Brúnna verður í morgin á Oyrarbakka, súkklararnir fóru í gjár við Norrønu umvegis Hirtshals og so fjúrtan hundrað kilometra teinin til París, Birgar letur sína býar framsýning upp, rokksøgan verður leygarkvøldið løgd fram í høvuðsstaðnum, og vit kundu hildið fram at nevnt tilboð á listanum. Tað man ver nær um eindømi, at samfelag við knappliga hálvt hundrað túsund íbúgvum hevur so nógv at bjóða uppá – umframt alt tað ið er á skrá hvørja viku. Her yður í lívi, og tað fegnast vit um, nú tað er hásummar og veðrið spælir við og bæði kend og ókend síggjast tita aftur og fram á túnum og torgum og á bygd og í bý. Hans Eiler Hammer, sum millum annað er fyrrverandi sóknarprestur í Klaksvík, hevur nú aftur fingið starv sum prestur Í 2013 var hann prestur í Nesi, men tað var eitt farloyvisstarv. Seinastu tíðina hevur hann starvast innan bussvinnuna. Fyri einum lítlum ári síðani seldi hann tó fyritøkuna Hammer Shuttle. Hann gavst endaliga sum bussførari fyrr í vikuni, men í dag kunnger presturin á facebookvanga sínum, at hann nú hevur fingið nýtt starv sum prestur.  Leiðin gongur nú til Syv-Ørsted-Dåstrup pastorat í Roskilde sókn. Hann tekur við starvinum 1. august. – Eg gleði meg at taka við starvinum og ikki minst at gera tað, eg elski mest av øllum, at bera fólkum gleðiboðskapin. So um tit eru í nánd, so vita tit, hvar kaffi er at fá, skrivar Hans Eiler Hammer. Tað yður í lívi Hans Eiler fingið nýtt prestastarv Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les eisini blaðið á telefonini Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Buy Í blaðnum... Uppilagstur bókavørður Erhard Jacobsen, síða 16-17 Av netinum ímóti streyminum Tíðargrein, síða 10-12 Av netinu streymin Tíðargrein F yri stuttum hitti eg ís­ lendska konu á máli. Ikki heilt óvæntað spurdi eg hana, um hon hevði verið í Føroyum áður. Tað hevði hon ikki, men pápi hennara hevði verið her fleiri ferðir..... – Og næstu ferð eg komi til Føroya, ætli eg mær til Suðuroyar, til Vágs, legði hon aftrat. di eg ikki lata vera við iliga vildi eg uppvaksin í Vági, og at eg mintist væl tey sumrini har suð­ uri, tá ið niðari vegur fyltist við ís lendskum fótbóltsspælarum heilt av Gørðunum og út til bakaríið hjá Petur Nolsøe uttan fyri skúlan. Gestirnir búðu privat, og kanska júst tí vóru teir so nógv at síggja úti millum fólkið, har teir settu teirra deiliga jáara dám á alt og øll. Hevði hon ella pápi henn ara itað at góða, gamla fótbólts­ ið tað snýr seg um m á kroppinum, enn teir síðhærdu abbarnir høvdu í seksti­árunum, so hevur íslendska landsliðið longu megnað at gera so dyggi­ liga vart við seg, og mong eru tey, ið undrast á og spyrja seg sjálv: Hvat er tað, sum ger, at tað gongst teimum so væl? Hvaðani fáa teir megina, orkuna, úthaldið og hugsavn­ anina? Teir hava ein offurvilja, sum spreingir øll mørk, ein stríðs­ vilja, sum er heilt ókendur, og so hava teir við hugburðinum: hetta fara vit at klára, eina trúgv, sum fjøll EM­um farin um. Teir eru vissu­ liga ikki komnir sovandi til Frak lands. Á veg hagar vunnu teir millum annað tvær ferðir á hollendingum, og enn hava teir ongan dyst tapt í sjálvari kappingini. Hava spælt javn leikir ímóti stórum fót bólts tjóð um sum Portugal og Ungarn og sigrað á Eystur ríki. Og tá ið teir fyri nøkrum døgum síðan megnaðu at vinna 2­1 á ong lend ingum, soleiðis at hesir nakka langir máttu pakka saman og keypa ferðaseðlar aftur til heim landið, har fólkið tveir dagar framman­ undan við fólka atkvøðu sjálvt hevði strikað seg úr Evropasam­ Nú høvdu íslendingar E ropa­ til at fara á netið at lei upp skriftini, tí í orðsin týdningi riggar samban altíð so væl. Og hetta bara takast í fluttari m Man kann siga, at vit ligum týdningi eru far um og ímóti streymi til mong onnur hav fyri fótbólti alt árið vanligar leygar­ og tá ið tað ikki snýr s HM, men um t.d. innandura vikusk pilta deildini í hø Tað gav at bý okk ara stóð og vildi hava meg hill í kamarið – Eina hill, ovorðn – ella íslendski bólturin er líka so rundur sum allir aðrir Visti tú? At Team Rynkeby Føroyar fekk 22.000 krónur frá Føroya Keypssamtøku fyri seldar djúspakkar