Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í dag verða fyrstu tonsini seld á almennu uppboðssøluni. Hetta er nýbrot, og næstu mánaðirnar verð­ur uppboðssøla nakrar ferðir. Um uppboðssøluni verður lív lagað ber ikki til at siga í dag og heldur ikki, tá ið hetta árið verður av. Tað valdast um undirtøkuna, og tað vald­ast um politiska viljan. Í øðrum førum hava vit sæð, at veruleikin er rullaður aftur, tá ið valdið er far­ið úr aðrari leguni og í hina. Lands- bankin er dømi um hetta. Longu undan at fyrstu krónurnar eru runnar í kassan frá uppboðssøluni er kjak og stríð um, hvat pengarnir skulu brúkast til. Tjóðveldi hev­ur verið høvuðseksponentur fyri bú­ skapar­grunn, sum skal brúk­ast til at fíggja fullveldið, og Fram­sókn sigur seg taka undir við búskapar-grunn- inum. Fyrstu inntøkurnar av uppboðs- søluni fara ikki í búskapargrunn, men tær fara beinleiðis inn í raksturin av føroyska húsarhaldinum og skulu harvið brúkast til at tippa holið, sum seinnu árini hevur verið í lands- kassanum, og sum er orsøk til, at tað almenna hevur stóra skuld at dragast við. Uppboðssølan er nýggj, og nú ræður tað um at telva rætt. Ætlanir og dreymar um útbyggingar og betringar av vælferðarsamfelagnum eru nógvar, og tað er fínasta slag, at tað verður strembað eftir at betra um vælferðina og harvið at lyfta tey á lægstu rókunum longri upp. Men tað er vandamikil leikur, um nýggjar inntøkur bera við sær, at raksturin verður pumpaður upp. Avbjóðingin hjá politiska myndug­ leikanum hevur í nógv ár verið at trimma raksturin av føroyska samfelagnum. Hóast stóran vøkstur í búskapinum, hóast lágt arbeiðsloysi og yvirskot á gjaldsjavnanum, hóast metlágt rentustøði og lágar oljuprísir, so hevur tað ikki verið politiskur rygg­ur at fáa javnvág og harvið held­ ur ikki yvirskot á fíggjarlógina. Um nýggju inntøkurnar verða nýttar at økja um almennan vøkstur í útreiðslum, so verður tað heilt galið. Tá verður tað sum hjá kellingini, ið piss­aði í undirbuksirnar fyri at halda hitanum. Tað er framvegis alneyðugt, at almenni raksturin verður trimm­ aður, og at samgongan, landsstýrið og løg­tingið vísa rygg at syrgja fyri at minka um og helst at steðga út­ reiðslu­vøkstrinum. Hetta gerst bara við at rationalisera og effek­tivi­sera á vælferðarøkjunum og at finna nýggjar inntøkur. Tað ber ikki til at kalkulera við fuglinum á tekini og einki at gera við hann, sum situr í hondini. Um nýggju inntøkurnar verða nýttar at økja um al­mennan vøkstur í útreiðslum, so verður tað heilt galiðTá verður tað sum hjá kellingini, ið pissaði í undirbuksirnar fyri at halda hita NÚ SKAL ANSAST EFTIR Skulu hava eitt skrivligt svar UMBOÐSMAÐURIN SÍÐA 4-5 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í øllum kommunum í Sandoy vóru inntøkurnar hægri fyrra hálvár í ár, enn tær vóru tað sama tíðarskeið í fjør. Samlaða meiri skattainnt­ økan var umleið 1,3 milliónir krónur. Í krónum var vøkstur­in størstur í stóru kommun- unum. Í Skopun var vøkst­ urin 479 túsund krónur ella 7,39 prosent, og á Sandi var vøksturin 459 túsund krónur ella 7,19 prosent. Lutfalsliga var inntøku­ vøkst­urin væl størstur í Húsa­víkar kommunu, sum um­framt Húsavík fevnir um Dal. Kommunuskatturin í Húsavíkar kommunu var 20,82 prosent hægri fyrra hálvár í ár, enn hann var tað sama tíðarskeið í fjør. Hetta er lutfalsliga størsti vøkstur fyrra hálvár í øllum hjá før­ oysku kommununum. 288 túsund krónur fleiri runnu niður í kommunu­ kass­an í Húsavík enn fyrra hálvár í fjør. Í Skálavík var vøksturin 4,05 prosent ella 90 túsund krónur, og í Skúvoy var vøksturin 5,56 prosent ella 29 túsund krónur. Miðal vøksturin í skattin­ um hjá øllum kommununum var fyrra hálvár 7,04 prosent. Húsvíkingar tjena nógv meiri enn í fjør Á nýggjárinum lækkaði Klaks­víkar býráð skatta­pro­ sent­ið 1,25. Samstundis varð í fíggjarætlanini lagt uppfyri, at hetta fór at bera við sær, at inntøkurnar fóru at lækka. Nú er fyribilsuppgerðin fyri fyrra hálvár komin frá TAKS, og hon sigur, at skatta­inntøkurnar í Klaksvík hækka framvegis, hóast skattaprosentið er lægri. Fyrra hálvár í ár runnu 4,5 milliónir fleiri niður í kommunukassan, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør. Lutfalsligi vøksturin er 5,43 prosent. Merkisvert er tó, at vøksturin í juni var minni, enn hann hevur verið higartil í ár. Í juni var talan um 1,8 prosent hægri inntøku enn í juni í fjør. Í øllum hinum kommun­ unum í Norðoyggjum er tal­an um hægri inntøkur utt­an í Húsa kommunu, har skattaprosentið á nýggj­ árinum varð lækkað úr 17 og niður í 16 prosent hetta síðsta árið, sum Húsar og Syðradalur eru sjálvstøðug kommuna. Inntøkurnar hjá Húsa kommunu vóru fyrra hálvár 10,73 prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í Viðareiðis kommunu var vøksturin 10,64 prosent ella 580 túsund krónur, í Hvanna­sunds kommunu var vøksturin 8,62 prosent ella 473 túsund krónur, í Kunoyar kommunu var vøksturin 15,55 prosent ella 307 túsund krónur, og í Fugloyar komm­ unu var vøksturin 4,01 pro­ sent ella 30.548 krónur. Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar í landinum var fyrra hálvár 7,04 prosent, tá ið sammett verður við fyrra hálvár í fjør. Tað gongur væl í Klaksvík Vit skulu hava nakrar fáar og sterkar reiðarar HÓLMGONGA SÍÐA 8