Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 28 • 11. JULI 2016 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Summar Fíggjarleiðari Strandfaraskip Landsins (SSL) sóknast eftir fíggjarleiðara at byrja 1.september 2016 Starvið Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av og skipar fyri fíggjarstýringini og roknskaparhaldinum á SSL. Fíggjarleiðarin er partur av leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til stjóran. Umsøkjarin Tú hevur útbúgving og royndir innan fyri fíggjarstýring og roknskap. Royndir við Navision, Búskaparskipan Landsins og kunningartøkni eru ein fyrimunur. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og royndir í verkætlanarleiðslu. Tú dugir at greina torgreið viðurskifti og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Treytir Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina av SSL. Starvið er lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins uttan at vera tænastumannstarv, ella í avvarðandi yrkisfelag. Eftirlønarskipan fylgir við starvinum. Umsóknir Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hilmar Eliasen, stjóra á telefon 34 30 00 ella við at skriva teldupost til he@ssl.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivligar umsóknir skulu vera SSL í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juli 2016 kl. 12:00. Setanarsamrøður vera mikudagin 27. juli 2016. Umsóknirnar skulu sendast við teldupost til eyj@ssl.fo ella til: Strandfaraskip Landsins Stílað: Eyðhild Jacobsen Sjógøta 5 Postboks 30 FO-810 Tvøroyri Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðsluráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2015 var 1.095.906: 524.292 túsund við bussunum og 571.614 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk Leyst starv Stoffalág 44 · Box 3277 · 110 Tórshavn · Tlf 322676 Fartel 212676 · Fax 318101 · a_jensen@olivant.fo Mest seldu gólvvaski­ maskinurnar Dustsúgvarar og gólvvaskimaskinur í øllum støddum – ger reingerð til eitt spæl Pappírsrullur · Vesipappír og køksrullur · Desinfektión · Vaskivognar · Vaskiamboð Handsápa · Fipurklútar og svampar · Moppu/dveylusett · Vaskievni (ymisk sløg) Handturkarar · Plastsekkir Støkk inn á gólvið til eitt reingerðarprát NÝTT I-MOP SÝGUR EYKA VÆL GHIBLI – skúrimaskina GHIBLI – vatn- og dustsúgvari Lítil gólv- vaskari v. battarí Kraftmikil dustsúgvari TASKI – gólvvaski- maskina til stórar hallir/ bygningar GHIBLI – lítil og løtt gólvvaski- maskina v. battarí www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum