mánadagur 11. juli 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
Í
hálvt annað ár hevur Aslaug C.
Gisladóttir, sum býr Innan Glyvur,
røkt starvið sum umhvørvisleiðari
hjá IRF í Leirvík.
Høvuðsuppgávur hennara eru at
menna og røkja góðskustýringsskip-
anir innan umhvørvi, hava umsjón við
umhvørvisgóðkenningunum hjá IRF,
fylgja við á lóggávuøkinum og tryggja,
at IRF til eina og hvørja tíð mennir
sítt virki á ein so umhvørvisvinarligan
hátt sum gjørligt, eitt nú við atliti til
endurnýtslu.
Aslaug C. Gisladóttir er útbúgvin
stjórnmálafrøðingur við sergrein í al
mennari fyrisiting, og hevur drúgvar
royndir innan eitt nú verkætlanar-
leiðslu og verkætlanir tvørtur um fak
øki og landamørk.
– Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er
áhaldandi at stremba eftir at virksemi
hevur sum minst ávirkan á umhvørvið,
og málið er at leingja lívsringrásina á
okkara tilfeingi og tí tilfeingi, sum vit
taka ímóti.
Hon sigur, at IRF altíð við stremba
eftir at hava neyðuga vitan, førleika
og tilfeingi til at liva upp til ynski og
krøv frá eigarum, myndugleikum og
viðskiftafólki.
– Málið hjá okkum er eisini støð
ugt at stuðla undir og menna um
hvørvistilvitanina í okkara fyritøku og
í samfelagnum sum heild.
Aslaug C. Gisladóttir sigur, at ar
beiðsroyndir hennara koma væl við
í starvinum hjá IRF, har hon eitt nú
hevur ábyrgd av at tryggja, at IRF
lýkur galdandi lógir og reglur innan
umhvørvisøkið.
Umframt royndir sínar frá fíggjar-
og tryggingarheiminum við eitt nú
risikostýring, hevur Aslaug eisini ar-
beitt sum ráðgevi innan kommunala
geiran.
– Tað er ein góð kensla at hava
sum arbeiði at skula verja umhvørvið í
Føroyum til komandi ættarlið at njóta.
Hetta gevur eina góða meining og
eina góða kenslu, sigur hon.
Búmerkjakapping
IRF hevur nú eisini skrivað út kapping
um nýtt búmerki.
Ynskiligt er, sigur felagsskapurin,
at fáa eitt búmerki, sum á ein ein
faldan hátt lýsir høvuðsendamálið
hjá IRF, sum er at fyribyrgja dálking
av føroyska umhvørvinum.
– Í staðin fyri at brenna virðismikið
tilfeingi, sum møguliga kundi verið
endurnýtt, fer IRF í framtíðini at
spæla ein týðandi leiklut í arbeiðnum
móti einum nýggjum og grønari bú
skapi, har minni verður brent, og
meiri verður endurnýtt, umhvørvinum
at frama.
IRF fer sostatt framyvir at hava
ein grønari profil, og hetta skal eisini
síggjast aftur í búmerkinum.
– Í kappingini um búmerki stendur
frítt at velja litir og snið. Uppskotið
skal verða í litum, men skal eisini
kunna brúkast sum svart/hvítt. Navnið
IRF skal tó varðveitast, og skal kunna
brúkast saman við ella í búmerkinum.
Búmerkið skal eisini kunna brúkast
á eitt nú brævpappíri, heimasíðuni,
marknaðarføringstilfari, bygningum,
bilum og bingjum og øðrum.
IRF sigur, at uppskotini skulu verða
í A4 stødd, og tey skulu verða IRF í
hendi í seinasta lagi 20. august 2016.
Vinnarin fær boð 20. september
2016, og vinnandi uppskotið fær
eina virðisløn á 20.000 krónur. Dóms
nevndin tilskilar sær rætt til frítt at
velja millum innkomnu uppskotini -
ella einki at velja.
Ringbúskapur er vegurin
Á síni heimasíðu ger IRF burtur úr
heitinum – ringbúskapur – ella »cirku
lær økonomi«, sum danir rópa tað.
– Hetta er ein háttur at nýhugsa
nýtslu og framleiðslu á ein um
hvørvisligan og handilsliga burðar
dyggan hátt. Hugsanin byggir á
náttúrunnar ringrás, har einki fer
burtur, men heldur verður endurnýtt
í nýggjum samanhangi.
Lagt verður aftrat, at hugsjónin um
ringbúskap er eitt mótrák móti ráðandi
»nýt og koyr burtur« mentalitetinum,
sum hevur ført til ovurnýtslu av av
markaða tilfeinginum á jørðini og
hevur skapt fjøll av burturkasti, sum
ikki náttúruliga brótast niður.
– Ringbúskapur leggur hinvegin
dent á endurnýtslu og tað at leingja
tíðina, sum okkara tilfeingi er í nýtslu,
soleiðis at vit sum longst fáa gagn av
hesum.
IRF stuðlar og ynskir at breiða út
hugsjónina um ringbúskap í Føroyum.
– Í staðin fyri at brenna virðismikið
tilfeingi, sum møguliga kundi verið
endurnýtt, ynskir IRF í framtíðini at
spæla ein týðandi leiklut í arbeiðnum
móti einum nýggjum og grønum bú
skapi, har minni verður brent og meiri
verður endurnýtt, umhvørvinum hjá
okkum øllum at frama.
IRF skal
hava ein
grønari
profil
Í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir
IRF í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðnum móti einum nýggjum og grønum
búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt - umhvørvinum til frama
Aslaug C. Gisladóttir,
umhvørvisleiðari hjá IRF